Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 199 - 16. oktober 2006 nøvn Í sambandi við at Andras Mortensen formliga er settur í starv sum nýggjur landsantikvarur varð skipað fyri móttøku á Føroya Fornminnissavni fríggjadagin 13. oktober 2006 Móttøka Myndir: Birgir W. Høgnesen Er tað nakað, sum ein antik­v­ ar­ur í vanligari fólkahugsan ikki skal gera, so er tað at hyggja fram eftir, men held­ ur konsentrera seg um farn­ ar tíðir. Men nýggi lands­ antikvarurin Andras Mort­en­ sen hyggur eisini frameftir og hevur stórar ætlanir fyri stovnin. Undir móttøkuni á Før­ oya Fornminnissavni vóru røður hildnar av t.d. Joen Paula Joensen, rektara á Fróðskaparsetrinum, og Jógvani á Lakjuni, lands­ stýrismanni í mentamálum. Eisini helt Andras Mortensen sjálvur røðu. Jógvan á Lakjuni segði m.a. at mentanararvurin hev­ur avgerandi týdning fyri okkara samleika og er eitt grundarlag undir lívsvirði og trivnaði í landinum. Mentanararvurin er ríki­ dømi hjá okkum øllum, og ein stór ábyrgd liggur á leiðslu og starvsfólki á Føroya Fornminnissavni og bygdasøvnunum at nøra um hetta tilfeingi, segði hann, og vísti á, at søvnini hava stóran týdning fyri tilvitan um søgu og tjóðminni okkara, og at varðveiting, gransking, menn­ing og miðling av menta­narv­inum er á einum fakliga høgum støði. Verða fólk ikki upplýst um mentanararvin, er hes­in arvur bert deyðir lut­ir og frágingnar toftir. Við kunning og miðlan verður okkara mentanarvur liv­andi og verður við til at økja um okkara vitan um okkum sjálvi, segði lands­ stýrismaðurin. Og hann vendi sær beinleiðis til høvuðspersónin, tá hann segði: Saman við starvs­ fólkunum á Føroya Forn­ minni­savni hevur tú, Andras, eina spennandi og avbjóð­ andi tíð fyri framman. Góða eydnu við starvinum – og alt tað besta skal eg vegna landsstýrið ynskja tykkum øllum. Í síni røðu segði Andras Mortensen m.a. at nú ræður veruliga um at ar­beiða og hyggja frameftir. Forn­ minnissavnið skal mennast, og nógv er at gera. Serliga hava vit brúk fyri at endurskapa gleði og spenning í arbeiði okkara, og fyrsta stigið er longu tikið. Á stovninum hava vit gjørt av at fara radikalt til verka. Serliga ynskja vit at betra um umstøðurnar at taka ímóti skúlabørnum. Vit vilja hava eina skúlastovu her at taka ímóti børnum og annars at hava tiltøk í. Vit vilja hava betri dynamikk í heildina. Harumframt vilja vit geva allar elstu søgu okk­ ara størri ans. Vit fara at víðka tað fornfrøðiligu fram­sýningina, tí gjøgnum tíðina er nógv útgrivið, og nógv forvitnisligt funnið, sum ongantíð áður er sýnt fram. Nú skal tað fram í ljós­ið, soleiðis at ein og hvør kann kunna seg við tað forvitnisliga, sum er komið undan kavi, og uppliva okk­ ara spennandi verð. Alt bendir á, at vit nú eisini skulu undir at leggja lunnar undir eitt nýtt tjóðminnasavn í Føroyum. Í hvussu er rokna vit við, at skipan av nýggjum tjóðminnasavni verður við í tí stóru visiónini, sum sitandi samgonga fer at stinga út í kortið. Andras Mortensen: Landsantikvarur sum hyggur frameftir Nýggi landsantikvarurin Andras Mortensen er formliga varð settur í starv sum nýggjur landsantikvarur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Andras Mortensen, landsantikvarur Listaframsýning í Grafiska Verk­ staðnum í Søldarfirði TÍÐINDASKRIV Ein forvitnislig framsýning letur upp mikudagin 18. oktobur kl. 18. í Grafiska Verkstaðnum í Søldarfirði. Talan er um framsýningina “slettað” hjá listamonnunum Ole Wich og Oggi Lamhauge. Orðið “slettað” hava teir báðir latið í listarligan búna í eini framsýning við fotomyndum og grafikki. Teir báðir listamenninir hava arbeitt við sama orði, men við hvør sínari merking og úttrykki. Framsýningin er annars opin 19. – 21. oktober frá kl. 17. – 19.; og mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu 22. – 29. oktober, frá kl. 15. - 19. Ole Wich Ole Wich er ein sera fjøl­ broyttur listamaður. Hann hevur verið við í nógvum listarligum verkætlanum her á landið. Ole arbeiðir al­tíð við einum hugskoti og í eini verkætlan. Hann er ein “konsept” listamaður, sum fylgir hugskotinum og letur tað í tann búnan, sum hóskar tí best. Hugskotið setir altíð dagsskránna og umstøðurnar annars mugu fylgja við saman við tí tøkni, hann velur at nýta. Ole sýnir hugskot og myndir fram á alnetinum. Alnetið, sum er atkomuligt hjá øllum, ið hava samband til tess, nýtir hann sum sjálv­ sagdan miðil at sýna hugskot síni og myndir. Hann er at finna á heimasíðunum: http://www.olewich.com Oggi Lamhauge Oggi hevur verið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sína sum list­grafikari við lærda há­skúlan í Íslandi, árið 1997. Kendasta verk hansara er uttan iva altartalvan í Hattar­víkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Oggi hevur eisini gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virki og undirvíst bæði børn­ um, ungum, vaksnum og menningartarnaðum í tekn­ ing, máling og grafikki. Oggi fekk starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, frá apríl mánað 2006, og trý ár fram. Hesa tíðina gevur honum møguleika til at halga seg til listina. Hann kemur, at nýta tíðina til at arbeiða við nøkrum verkætlanum og framsýningum. Fernisering: Mikudagin 18. oktober kl. 18. Fram­ sýn­ingin er opin 19. - 21. oktober frá kl. 17 - 19. Í mentanarvikuna hjá Runa­ víkar kommunu 22. - 29. okto­ber er framsýningin opin frá kl. 15 - 19. Øll er vælkomin. Ole Wich og Oggi Lamhauge: Slettað