mánadagur 16. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
15
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Vit hava so haldgóð prógv, at
grundarlag er fyri at ákæra forsetan
(ísraelska løgreglan)
Stutt sagt
Kann gera kvetti
Maria Borelius fekk bara
átta dagar í starvinum
sum svenskur hand ils
málaráðharri. Hon fær tí
ikki tær 97.000 svensku
krónurnar, sum hon hevði
ætlað sær í mánaðarløn tey
næstu fýra árini. Heilt sør
verður hon kanska ikki.
Sambært Aftonbladet eru
ongar reglur um, hvat ein
ráðharri skal fáa í eftirløn,
tá hann fer frá eftir so
stuttari tíð. Tað vanliga er
eftirløn í eitt ár, so kanska
fær Maria Borelius 1,2
mió. krónur burtur úr
kortini.
Delfin á vitjan
Yrkjandi forseti
Forsetin í Turkmenistan,
Saparmurat
Niyazov,
ber orð fyri at duga væl
at geva fólki ann að enn
politikk og landins støðu
at hugsa um. Hansara
seinasta hugskot í so máta
er eitt yrkingasavn, sum
kom út um vikuskiftið, og
sum hevur heitið ”Turk
menistan, mín eydna”.
Hetta er hansara fimta
yrkingasavn, og sjálvur
sigur
høvundurin,
at
søvnini eru ein ótømandi
kelda, haðani turkmenska
fólkið kann fáa íblástur til
gerandisdagin.
Teir seinastu dagarnar
hava fólk við Oslofjørðin
hugnað
sær
við
at
eygleiða eina delfin, sum
liggur og spælir sær í
vatnskorpuni, og sum av
og á ger eitt lop uppúr.
Norskir
fiskifrøðingar
siga, at delfinin er komin
úr Norðsjónum, og at hon
hevur elt brisling haðani
og inn á Oslofjørðin.
Hetta var ikki vanligt fyrr.
Fiskifrøðingarnir siga tó,
at tey seinastu árini er tað
hent næstan á hvørjum
ári, at delfinir elta brisling
inn á Oslofjørðin.
Ísraelski forsetin,
Moshe Katzav, kann
ákærast fyri neyðtøku
og annan kynsligan
ágang, men tað er
tjóðartingið, sum
ger av, um hann skal
ákærast
– Vit hava nóg mikið av
próvtilfari,
sum
gevur
ábendingar um, at forsetin
hevur framt neyðtøku og
ann an kynsligan ágang,
stendur í einari kunn gerð
frá ísraelsku løgregluni,
sum hevur fingið kærur
frá fleiri kvinn um, sum
hava arbeitt hjá Moshe
Katzav. Í kunn gerðini frá
løgregluni stendur eisini, at
løgreglan hevur haldgóðar
upplýsingar, sum prógva, at
forsetin hevur brotið lógina
um avlurting.
Kunn gerðin frá løgregl
uni kom, beint eftir at
leiðslan í løgregluni hevði
havt fund við Menachem
Mazuz, løgmálaráðharra.
Í sambandi við kanning
arnar hevur ísraelska løg
reglan kann að meiri enn
tíggju kærur um neyðtøku
og ann an kynsligan ágang.
Summar av kærunum stava
frá teirri tíðini, tá Moshe
Katzav var ráðharri, men
nakrar eru eisini frá hansara
forsetatíð. Allar kærurnar
eru frá kvinn um, sum hava
arbeitt hjá honum.
Tann 61 ára gamli for
setin, sum er giftur og
eigur fýra børn, vísir øllum
skuldsetingunum
aftur,
og hann vil vera við, at
skuldsetingarnar eru als
ikki kann aðar. Skal forsetin
fyri rættin, skal tjóðartingið
fyrst taka politiska órinið
frá honum, og tí liggur
avgerðin í tinginum.
Forseti kann
ákærast fyri
neyðtøku
Bretskir politikarar
ávara ímóti at elva
til spjaðing millum
muslimar og onnur í
Bretlandi
Skulu tær muslimsku kvinn
urnar í Bretlandi ganga við
sløri fyri andlitið ella ikki?
Tað er tann stóri spurn
ingurin, sum bretar tosa um
í hesum døgum, og sum
hevur elvt til spenn ing mill
um muslimar og tey, sum
ikki eru muslimar.
Alt byrjaði í næstsíðstu
viku, tá tann muslimska
Aishah Azmi fekk sekkin
sum lærari á einum skúla
í West Yorkshire, tí hon
vildi ikki taka slørið av
and litinum í skúlatíðini.
Hon var lærari í enskum,
men næmingarnir kærdu
seg um, at teir skiltu hana
ikki nóg væl. Hon fekk tí
boð um at taka slørið av í
skúlatíðini, og tá hon segði
nei, bleiv honm koyrd til
hús. Nú hevur hon stevnt
skúlanum.
Hetta hendi bara nakrar
dagar eftir, at fyrrverandi
uttanríkisráðharrin
Jack
Straw hevði sagt, at hann
bað altíð muslimskar kvinn
ur taka slørið frá andlitinum,
tá tær komu at tosa við
seg um okkurt. Muslimskir
felagsskapir vóru í øðini
inn á Straw og løgdu hann
undir vantandi virðing fyri
øðrum.
Nú hava aðrir politikarar
lagt seg út í orðaskiftið.
Teirra millum er kommunu-
og
landspartaráðharrin,
Phil Woolas, sum eisini
umsitur mál viðvíkjansi
etniskum bólkum. Hann
tekur undir við leiðsluni á
skúlanum í West Yorkshire
og sigur, at tað var rætt at
geva Aishah Amzi sekkin.
Tað hevur ikki bøtt um
hýrin í teimum muslimsku
felagsskapunum, sum hótta
við at draga ráðharran í
rættin.
Samstundis ávarar tann
konservativi
politikarin
David Davis bretar ímóti
at lata slørið hjá teimum
muslimsku
kvinn unum
spjaða bretska samfelagið,
men hann ávarar samstundis
um, at bretar mugu varðveita
tali- og skrivifrælsið. Sjálv
ur tekur hann undir við
tí, sum Jack Straw hevur
sagt, og teir báðir eru ikki
einsamallir. Sambært einari
meiningakann ing halda 57
prosent av bretunum, at teir
bretsku muslimarnir eiga at
laga seg meiri eftir bretskum
viðurskiftum, og 53 prosent
eru samd við Jack Straw
um, at slørið hjá teimum
muslimsku
kvinn unum
elvir til frástøðu.
Eisini kristin
Men tað eru ikki bara teir
muslimsku bretarnir, sum
eru í øðini í hesum døgum.
Nógvir kristnir bretar eru
í øðini um, at tann 55 ára
gamla Nadia Eweida bleiv
noydd úr starvi sínum hjá
flogfelagnum British Air
ways, tí hon hevði ein kross
hangandi í einari hálsketu.
Nadia Eweida arbeiddi
í móttøkuni hjá British
Airways í Heathrow-flog
havnini í London. Felagið
kravdi, at hon skuldi fjala
krossin, meðan hon var til
arbeiðis. Tað vildi hon ikki,
og so bleiv hon noydd úr
starvinum.
Í dag hava fleiri kristnir
felagsskapir mótmælt í
Heathrow-floghavnini, og
einstakir politikarar hava
sagt, at teir fara ikki at
flúgva við British Airways
aftur.
Slørið spjaðir bretar
Moshe Katzav hevur verið
forseti í Ísrael síðani 2000.