mánadagur 16. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 199 - 16. oktober 2006
tíðindi
- Bót til bata skipar
fyri almennum
fyrilestri. Leygardagin
21. oktober klokkan
15.00 skipar Bót
til bata, ið er sjálv
hjálparbólkur undir
Føroya Felag móti
Krabbameini, fyri
almennum fyrilestri í
Miðlahúsinum í Havn
í sambandi við altjóða
bróstmánaðin, sum er
oktober á hvørjum ári
KRABBAMEIN
Maria Frederiksen fer at siga
frá søgu síni. Hon er fødd og
uppvaksin í Føroyum, men
hevur seinastu nógvu árini
búð í Danmark. Bert 22 ára
gomul fekk hon krabbamein
fyrstu ferð, aðru ferð tíggju
ár seinni, og fyri seks árum
síðan fekk hon staðfest
krabbamein í bróstinum.
Somuleiðis fer Tina Hamm
er at siga frá søgu síni. Hon
er 28 ára gomul, donsk og
býr í Danmark, men er gift
føroyingi, sum hon eigur
ein fýra ára gamlan son
saman við. Fyri tveimum
árum síðan fekk Tina stað
fest bróstkrabba; hon fekk
eftirviðgerð og alt sýntist
at ganga væl. Men fyrr
í ár kom sjúkan aftur og
nú hevur hon breitt seg
til livrina og heilan. Tina
fær aftur kemoviðgerð og
stráluviðgerð. Tina fer at
greiða frá, hvussu tú kanst
hava eitt virðiligt lív, hóast
sjúkan er komin aftur og
tú veit, at tú ikki verður
frísk aftur. Tina var fyrr í
hesum árinum í “Alt for
damerne”, har hon segði
frá søgu síni, og somuleiðis
í sendingini hjá QTV fyri
góðum tveimum vikum síð
an.
Øll eru hjartaliga væl
komin at lurta eftir, hvat
Maria og Tina hava at siga
frá. Undir tiltakinum fara
limir úr sangbólkinum Salt
at spæla og syngja.
Bróstmánaðurin
endar
við tiltaki í felagshølunum
hjá Føroya Felag móti
Krabbameini á Grønlands
vegnum í Havn týsdagin
31. oktober. Tá verður opið
hús fyri kvinnur, ið hava
ella hava havt bróstkrabba.
Tær, ið hava hug at taka lut,
kunnu siga frá áðrenn 30.
oktober hjá Føroya Felag
móti Krabbameini.
Føroya Felag móti Krabba
meini: www.krabbamein.fo
Ráðgevingarstovan
er
opin mánadag til fríggjadag.
Telefontíð frá kl. 13-15.
Skrivstova: Grønlands
vegur 58 Postboks 1216,
110 Tórshavn. - Telefon: 31
79 59
ffk@krabbamein.fo
Í Sørvági gera
hundar av álvara um
seg í haganum og
hundaóskilið er orsøk
til, at lomb og seyður
í hópatali missir lív.
- Ein røktingarmaður
sá fyri stuttum tveir
hundar, ið skiftivís
skræddu síðurnar úr
einum lambi
Hundaóskil
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
– Fleiri lomb ganga bein
brotin og bakbeinini eru
gnagað av. Tað er ein
óhugnalig sjón, sigur Rod
mund á Kelduni, haga
stýrisformaður í Ytra Suður
triðingi í Sørvági.
- Ein røktingarmaður sá
fyri stuttum tveir hundar, ið
skiftivís skræddu síðurnar
úr einum lambi, sigur Rod
mund.
- Í okkara haga mangla
vit nú 6 lomb og 10 seyðir,
sigur Rodmund á Kelduni,
ið ger vart við, at óskilið
við leysum hundum hevur
staðið við longi, og at tað
er stórur fíggjarligur missur
hjá teimum, ið eiga seyð, um
hundar taka meginpartin.
- Eg kalli hetta djórapínslu,
sigur hann avgjørdur.
Í Sørvági gera hundar av
álvara um seg í hagnum og
lomb og seyður í hópatali
missir lív.
Seta fólk at ansa
- Vit sendu skriv í 2001
til kommununa og fóru so
eisini á fund við kommunu
og løgregluna. Sørvágs
Kommuna og Fútin avtal
aðu, at fólk skuldi setast
at taka sær av hesum, men
enn er onki fólk sett og so
vítt eg veit, er ikki søkt eftir
fólki enn, sigur Rodmund á
Kelduni.
- Onki hendir, og eg havi
enntá sjálvur bjóðað meg
fram og sagt frá, at eg eri
áhugaður í starvinum, men
ein hoyrir slíkar grundgev
ingar sum, at fólk fæst ikki
til starvið, sigur Rodmund
Eru børnini næst?
- Hetta er ikki nøktandi.
Nær gongur tað út yvir
børnini? Foreldur hava klag
að, tí talan er um rættiliga
stórar hundar og ávísar
hundar, ið gera um seg,
sigur Rodmund.
- Sáttmáli er skrivaður um
at vetrarfriða bygdina, men
ábyrgd má fylgja við, og um
nakað, so hevur trupulleikin
við hundum størri týdning,
sigur Rodmund á Kelduni.
Hagastýrini hava prátað
saman og hava ætlanir um
at fáa fund við kommununa
fyri at krevja, at endi fæst á
hundaóskilinum, ið kostar
ótali av seyði lívið.
Kári P. Højgaard,
formaður í Sjálv
stýrisflokkinum, spyr
løgmann um málið
viðvíkjandi fiski
loyvinum til Jógvan S.
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hví fekk Jógvan S fiski
loyvi? Hví bleiv hetta loyvi
afturtikið? Og hvørji stig
fer løgmaður at taka fyri
at staðfesta ábyrgdina, nú
landskassin mátti gjalda
milliónaupphædd, tí tað
í rættinum varð staðfest,
at tað var ólógligt at taka
fiskiloyvi aftur? Soleiðis
ljóða spurningarnir, sum
Kári P. Højgaard hevur
gjørt at seta løgmanni.
Í viðmerkingunum til
fyrispurningin, sigur Kári
P. Højgaard millum annað,
at higartil hevur hesin leik
ur kostað tí almenna nær
um 3,1 milliónir, og er
hesin peningur fingin til
vega og goldin við einum
fíggjarnevndarskjali.
Kári P. Højgaard sigur,
at har landskassin verður
dømdur at gjalda millióna
upphæddir í endurgjaldi,
krevur eina neyv frágreiðing
um, hvør hevur ábyrgdina.
Og ætlanin er ikki at hetta
skal takast upp til viðgerðar
í tinginum.
Nógvir spurningar standa
ógreiðir og ósvaraðir, sigur
Kári P. Højgaard. Løgmaður
hevur ábyrgdina av lands
stýrismonnunum,
men
løgmaður hevur í øðrum
førum víst á, at hann onga
ábyrgd tekur av hendingum,
ið farnar eru fram, áðr
enn hann tók við sum løg
maður. Men umbønin við
fíggjarnevndarskjali til at
gjalda inntøkumissin hjá
saksøkjaranum á knappar
3 milliónir er undirskrivað
av landsstýrismonnunum
Bjørn Kalsø og Bárði Niel
sen tann 4. august 2006.
Tingið atkvøður um fyri
spurningin týsdagin 17.
oktober.
Hundar leggjast á seyð í Sørvági
Vit varpa ljós á bróstkrabba
Kári P. spyr um Jógvan S. málið
Argentiskur/
íslendskur
tango!
TANGO
Tangodansararnir í Før
oyum
eru
framvegis
aktivir.
Nú er aftur høvi at
fáa eitt vikuskiftisskeið
í Argentinskum tango.
Tann 28. og 29. oktober
halda íslendsku hjúnini
Bryndis Halldórsdóttir
og Hany Hadaya skeið
fyri øll ið hava hug at
dansa
argentinskan
tango.
Skeið er fyri bæði
teimum sum hava roynt
tað fyrr, men eisini
fyri teimum sum hava
lítlar ella ongar royndir
frammanundan, og sum
hava hug at royna seg
kortini. Best er um tú
hevur ein dansipartnara
við, men um tað ikki
letur seg gera, kanst tú
spyrja teg fyri hjá fyri
reikarunum.
Íslendsku hjúni hava
dansað
klassiskt
og
modernað síðani 1988,
og seinnu árini sum lær
arar í Tangofélagnum í
Reykjavík.
Skeiðið
verður
í
veitsluhøllini á Lands
sjúkrahúsinum,
og
fólk
tekna
seg
hjá
Anne Lise Winther, tlf.
315310/257757,
teldupostur