mánadagur 16. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
17
tíðindi
Hetta hevur sera nógv at týða
fyri bólkin, sigur Jan beinan-
vegin.
– Deja Vu hevur veruliga
arbeitt hart seinastu seks
árini. Hetta er kanska bólkurin,
sum hevur verið mest virkin í
Føroyum, og tískil kemur hetta
sera væl við, greiður Jan frá.
Jan fortelur fyri Sosialinum,
at Deja Vu spældu 48 vikuskifti
í fjør, og bólkurin venur so at
siga hvørt kvøld.
– Tá ið vit hoyrdu, at tað
vóru vit sum fóru við sigrinum,
vóru vit allir samdir um, at
harða arbeiði endiliga hevur
kasta vinning av sær. Vit hava
áður luttikið í kappingum, men
hesaferð gekk alt bara upp í
eina hægri eind, sigur Jan.
Ongar serligar
fyrireikingar
Samtalan fer spakuliga inn á
víðari luttøkuna í GBOB.
Hvussu kann ein bólkur fyri-
reika seg til eina kapping, har
ið hann skal kappast móti 32
øðrum altjóða bólkum?
– Vit fara ikki at gera nakað
serligt. Sum sagt, so er hetta
ein bólkur, sum venur sera
nógv frammanundan, so vit
fara bara at gera sum vit altíð
gera. Tað heila koyrir sera væl
í løtuni, og tískil fara vit bara
at royna at halda nøkulunda
sama stíl, sigur Jan.
Jan heldur, at framførslan
leygarkvøldið var framúr góð.
Bólkurin tók uppgávuna í
álvara, og góvu eina pro fessi-
onella framførslu.
– Í fjør luttóku vit eisini í
GBOB. Men tá haldi eg, at tað
sást at bólkurin ikki hevði so
nógv spæligleði. Kanska var
bólkurin troyttur av øllum tí
arbeiði, sum varð lagt í at fáa
fløguna út, sum hevði útlúgvað
manningina. Men leygar kvøld-
ið var tað ein frískur og fúsur
bólkur sum stóð á pallinum, og
hetta var helst við til at lyfta
bólkin, sigur Jan.
Men bólkurin er eisini mill-
um teir dugnaligastu í landi-
num, sigur Jan.
– Tónlistarliga eru limirnir í
bólkinum sera væl fyri. Hetta
eru dreingir, sum hava spælt
saman leingi, og tónleikurin
verður tikin í álvara. Tey sum
kenna limirnar vita, at hetta
eru menn sum brenna fyri
tónleikinum.
Men hvat søgdu dómararnir
um tónleikin hjá Deja Vu? – Tú,
eg skal viðganga, at eg slettis
ikki havi prátað við teir. Tað er
sjálvandi mín uppgáva at gera
slíkt, men tá ið tað heila hendi,
vóru vit allir í ekstasu, og vit
hugsaðu slettis ikki um
dómarar og ella nakað annað.
Vit vóru bara glaðir, og onki
annað var til tað løtuna.
London
Jan Zachariasen hevur júst
verið í London, í samband við
eina ráðstevnu, har ið fokus
var á fjølmiðlar og list. Jan
fortelur, at hann hevur skapt
nógv áhugaverdar kontaktir
har niðri, og nú tá ið Deja Vu
skulu til London at umboða
Føroyar, kann Jan fáa hesi fólk
at koma at lurta eftir teimum.
Men hetta er bara eitt stig á
leiðini. Jan og limirnir í Deja
Vu arbeiða miðvíst fyri at fáa
bólkin út í heim, og okkurt
bendir á, at nú er ein bóltur
farin á rull.
– Tað er ein sovorðin kensla,
eg havi, sigur Jan. Tá eg var í
London merkti eg ein stóran
áhuga fyri Deja Vu, og so
vinna vit hetta her. Allir pílarnir
peika rætta vegin í løtuni, og
hetta stimbrar okkum bara
enn meir.
Tað er eisini í tøkum tíma at
áhugin fyri bólkinum er vaks-
andi í útlandinum. – Eg haldi
at Føroyar eru mettar av Deja
Vu. Vit hava ferðast landið á
tamb, og tey munnu vera fá,
sum ikki hava hoyrt bólkin
framført. Sostatt er markn-
aðurin mettaður í Føroyum.
Men í útlandinum er alt opið.
Vit vóru í Íslandi í fjør, og tað
var ein verulig gleði hjá bólki-
num, at sleppa at spæla í
nýggjum umhvørvi og fyri
nýggjum áhoyrarum. Sostatt
fært tú nýggjar reaktiónir, sum
ikki eru so litaðar. Í Føroyum
fært tú eitt herðaklapp um tú
spælir til eitt 10 tal, ella um tú
spælir til eitt 03. Soleiðis er
tað ikki í útlandinum, greiður
Jan frá.
Enn er torført at gera sær
nakra meting um hvussu fer at
gangast í London. – Enn hava
øll undanumførini verið, so ikki
ber til at siga nakað um støði
enn. Men vit kunnu brúka
bólkin Marius sum fordømi.
Marius endaði á einum 6.
plássið, og støðið verður á leið
tað sama, kunnu vit standa
okkum fult so væl.
– Vit verða sjálvandi eitt
sindur skuffaðir, um vit enda á
einum 30. plássið, men tað
týdningarmesta er, at vit
sleppa at spæla í nýggjum
umhvørvi og fyri nýggjum
áhoyrarum. Vit gleða okkum
sera nógv til hesa risa av -
bjóðing, sigur Jan at enda.
Undanumfarið í GBOB kappingini
fríggjakvøldið gekk, sum ein hevði
roknað við frammanundan. Stutt sagt
kanna sigast, at har vóru tveir sera
góðir bólkar, tveir góðir bólkar og
nakrir bólkar við dygdum sum verða
sjónligari í framtíðini.
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Ongin ivi er um, at stórfavorittarnir Marius
og Deja Vu høvdu tær bestu framførslurnar
fríggjakvøldið. Hetta eru samstundis bólk-
arnir, sum óivað hava mest at bjóða í altjóða
høpi. Styrkirnar við hesum bólkum er, at teir
hava nakað heilt egið. Tú hoyrir at hetta eru
bólkar, sum hava arbeitt miðvíst og við
sínum úttrykkið, og hetta kom eisini til
sjóndar á pallinum fríggjakvøldið.
Isadora and the Rebels stóð eisini fyri eini
góðari framførslu. Men eftir liggur eisini, at
hesin bólkur enn ikki er á sama støði sum
Marius og Deja Vu. Tónleikurin er enn ov
tilvildarligur, og hóast individuellar dygdir,
saknast betur løg. Serliga eru melodisku
frasirnar veikar í tí rútmiska partinum, og
hetta skuldi bólkurin kanska havt haft í huga-
num í framtíðini.
Størsta jaliga yvirraskilsi fríggjakvøldið
var indie/rock bólkurin Boys in a Band. Teir
vóru sera energiskir á pallinum, og tónleikur-
in var harður og stuttligur. Teir vóru góður at
hyggja eftir, og høvdu sera gott tak á
áhoyrarunum. Tó skal viðmerkjast, at tú
eisini hoyrdi, at hetta er ein nýggjur bólkur.
Hóast “feel”ið er ordiliga feitt í løgunum, so
eru tey enn ikki so sterk. Men hetta er
avgjørt ein bólkur, sum fer at standa sterkur
komandi ár.
Hesir fýra bólkar stóðu seg sterkast eitt
kvøld, sum veruliga teknaði eina polariseraða
mynd av tí føroyska tónleikalívinum.
Allir bólkar fáa eitt lítið ummælið komandi
dagarnar her á Planet og í Sosialinum. Eisini
verða kykmyndir frá undanumfarinum og
finaluni at finna á Portalinum.
GBOB Undanumfar:
Marius og Deja Vu vístu vegin
Marius og Boys in a Band góvu Deja Vu harða kapping
GBOB • Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) • Myndir: Høgni Egholm Magnussen
Pílarnir peika
rætta vegin
Sum kunnugt, var tað Deja Vu sum vann føroysku Global Battle of
the Bands kappingina. Vit hittu Jan Zachariasen, sum er umboðsmaður
hjá bólkinum. Jan var sjálvandi sera væl nøgdur við avrikið.