Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 199 - 16. oktober 2006 tíðindi Vinnarin er... Deja Vu! Leygarkvøldið varð tjóðarfinalan í føroyska partinum av GBOB kappingini. Kvøldið borgaði fyri nógvum góðum tónleiki og einum spennandi endabresti. GBOB • Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) • Myndir: Høgni Egholm Magnussen Nú er greitt, at Deja Vu skal umboða Føroyar í altjóða finaluni í kappingini Global Battle of the Bands. Í harðari kapping við Marius og Boys in a Band vóru tað dreyma­ rokkarirnir í Deja Vu sum lyfti seg uppá ovastu rók. Í desem­ ber mánaði skal bólkurin til London at kappast móti 32 øðrum bólkum, og endaligi vinn­arin sleppur á eina heims­ umfatandi konsertferð og fær $100.000 í lumman. Hetta er ikki hissini vinn­ ingur, og tískil var spennandi at fylgja við gongdini leygar­ kvøldið. Eini 400 fólk savnað­ ust í spenningi í Mentunar­ húsinum í Fuglafirði. New York Surfers Klokkan var júst farin av 21.30 tá ið James Olsen bjóðaði fyrsta bólkinum á pallin. New Yourk Surfers løgdu fyri. Tú legði beinanvegin til merkis, at ljóðið var betri hjá teimum, enn tað var kvøldið fyri. Nú hevði tú sum áhoyrari eina klára ljóðmynd sum tú kundi nýta, og hetta gjørdi New York Surfers til eina góða uppliving. Tónleikurin hjá teimum er reinur popp/rokkur. Løgini eru líkasum skrivað rundan um nøkur góð og fangandi niðurløg, og tú legði til merkis, at tónleikararnir duga sítt handverk. Men tú hoyrdi eisini, at hesin bólkur ikki hevur eina drúgva søgu aftanfyri. Instrumentering var kanska eitt sindur ov til­­vild­ arlig. Serliga haldi eg, at leik­ luturin hjá el-gittarinum slett­ is ikki var nóg gjøgnumførdur. Bjarni Jøkladal er oddamaður í bólkinum, og hann røkti sín leiklut væl. Hann er ein dugna­ ligur sangari, og dugur sum heild væl Hetta var ein fín, men kanska eitt sindur vandaleys framførsla. Nonsense Næsti bólkurin á pallin var Eiðisbólkurin Nonsens. Hóast hetta eisini er ein nýggjur bólkur, kunnu vit longu nú siga, at teir hava verið eltir av óheppni á GBOB. Fríggjakvøld­ ið datt reimin av bassinum undir framførsluni. Slíkt havi eg ongantíð sæð áður, men bass­leikarin royndi bara sum frægast at spæla víðari, meðan hjálparmenn komu á pallin at geva honum eina hond. Og leygarkvøldið stóð gittarleikarin fyri skotum. Hann kom til at slíta ein strong, men royndi eisini bara at halda høvdi kalt, og spæla lagið liðugt so at hann fekk skift gittara. Ein má rósa teimum fyri, at takla óhappini so mikið væl. Hetta er lær­ dómur, sum teir verða glaðir fyri í framtíðini. Framførslan hjá bólkinum var á eini leið. Har vóru onkur grundleggjandi viðurskifti sum gjørdi, at tú hoyrdi at bólkurin ikki er so rutineraður. Eitt nú høvdu teir ilt við at halda tempo´inum, og slíkt telur niður. Men teir leveraðu eina lívliga framførslu, sum var góð at lýða á. Bólkurin er ungur, og hetta er heilt vist ein bólkur við dygdum, sum vit koma at hoyra og síggja um teir halda áframm við menningini. Isadora and the Rebels Isadora and the Rebels vóru av mongum mett at teljast millum favorittarnir til at vinna GBOB. Bólkurin hevur tikið mangan áhoyrara av bóli, og framførslan á GBOB var sum heild rættiliga góð. Tó meti eg, at bólkurin skal hugsa meiri um útsetingarnar av løgunum. Fyri mær kendist tað sum løgini druknaðu í instru­ menteringi. Alt ov harðar út­ setingar til løg, sum ikki tola at verða stressaði so mikið. Melodiirnir vóru mestsum frá­ verandi í rútmiska óruddinum, og er hetta spell. Ikki tí, bólkurin spælir heilt væl. Tey síggja sera gott út á pallinum, og serliga er tað gittarleikarin, Bartal August­ inussen, sum ger bólkin áhuga­ verdan at hyggja eftir. Hann hevur eina feita útstráling, og dugur væl at liva seg inn í framførsluna. Tónleikurin ljóð­ ar sum ein samanrenning mill­ um Clickhaze og Jeff Buck­ley, haldi eg. Guðrið Hansen (einasti kvinnu­ligi luttakara í GBOB kappingini í ár) er ein sera dugnalig songkvinna, og vit hoyrdu í Singer/Songwriter kappingini í fjør, at hon eisini er ein dugnaligur lagsmiður. Men bólkurin má vera meiri eyðmjúkur fyri løgunum, fyri at lyfta tónleikin á eitt enn hægri støði, meti eg. Avoke Síðan kom Avoke á pallin. Hesir spæla myrkan, klassiskan rokktónleik. Sangarin hevur eina feita rokkrødd. Hansara sangháttur minnir um tí sum vit kenna úr Depeche Mode og Danzig. Myrkt og sníkjandi. Eisini er hann framligur – hetta sást kanska best tá ið hann endaði framførsluna við at leggja seg oman á áhoyrarnar til ein umgang av “crowd­ surfing”. Tað er týðiligt st síggja, at fyri teir snýr tað seg um attitydu. Sólbrillur og svartar t-troyggjur eru ein partur av teirra framførslu; alt gott um tað. Men bólkurin saknar at finna eitt persónligt og egið útrykk. Haldi at tónleikurin var sera tilvildarliga samansettur. Har vóru harmoniskir gittar­ figurar, doyvandi og bleyt keyboardljóð og tú sat alla tíð við eini kenslu av, at tú hevur hoyrt tílíkt 1000 ferðir fyrr. Bólkurin spælir væl, og hevur avgjørt dygdir. Men hann má arbeiða miðvíst við at finna eitt egið ljóð, um hann skal stinga seg úr mongdini. Synarchy Synarchy stóð fyri tí harðastu framførsluni leygarkvøldið. Teir spæla superharðan metal tónleik, og hetta dámdu áhoyr­ arunum væl. Teir geva seg allir sum ein 100% á pallinum, og tað er ein fragd at síggja ein tílíkan bólk framføra sín tónleik. Teir “headbang´aðu” óført, og slíkt hoyrir hesum tónleiki til! Teir spældu bara eitt lag. Hetta lagið var bygt upp kring