Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 16. oktober 2006 19 tíðindi rættiliga nógv ymisk brot. Fyri meg, virkaðu hesi samansettu brotini als ikki sum eitt sam- anhangandi lag. Men tað kann vera, at tað er ein partur av spælireglunum innan hetta slag av tónleiki. Lagið skifti ofta frá at koyra 10 Km/h og so leyp tað uppá 353 Km/h. Hóast ljóðið var rættiliga klárt og gott, tóktist ljóðmyndin ógreið. Hetta tí, at sjálvt um ein bólkur leggur seg eftir at spæla óruddiligt og ófantaligt, so skal hetta eisini gerast ordiligt. Og tað haldi eg ikki, at Synarchy megnaði hetta kvøld. Nakað heilt annað er, at sangarin, Leon B. Hansson, hevur eina ófatiliga orkumikla rødd. Hann telist óivað millum teir bestu “growlarnar” í Før- oyum. Marius Stórfavorittarnir, Marius, áttu síðan tørn. Teir vóru sera sannførandi í tí innleiðandi umfarinum, og tí vóru teir eitt gott boð uppá ein møguligan vinnara. Og framførslan leyg- arkvøldið var so sanniliga eis- ini sannførandi. Tá ið teir spældu, gjørdist munurin millum tey betru og tey minnið góðu sera greiður. Marius vóru beinleiðis klassar omanfyri bólkarnir sum høvdu framført frammanundan. Teir fáa tónleikin upp at svinga, og kompositiónirnar eru nógv meir gjøgnumførdar. Bólkurin prógvaði sostatt, at tað var av røttum, at hann varð skírdur favorittur. Marius spælir meiri við tann dynamiska partinum av tón- leikinum, enn bólkarnir fram- manundan gjørdi tað. Tað tykist sum teir hava nógv fleiri gear. Og hóast eg taldi 6 streingir á gittarinum, høvdu teir fleiri streingir at spæla uppá. Løgini “Now is here” og “Watching the stars asleep” fingu veruligt lív í fjøldina, og oddamaðurin Hans Marius, dugdi væl at gagnnýta hetta samband við áhoyrarin. Tað er eyðsæð at bólkurin er mann- aður við dugnaligum tónleik- arum. Heðin Ziska er genialur gittarleikari. Hann fyllur nógv út í ljóðmyndini, og dugur sera væl at litað tónleikin. Boys in a Band Ongin ivi er um, at Føroyar hava fingið ein nýggjan væl- umtóktan bólk. Boys in a Band debuterðau fríggjakvøldið, og longu leygarkvøldið vóru teir puplikumsfavorittar. Bólkurin spælir eitt slag av veitslu- poppið sum vit kenna umvegis Frans Ferdinand, Artic Monk- ies og tílíkar bólkar. Boys in a Band eru meiri enn tónleikur. Teir hava eina greiða og til- rættislagda útsjónd, og teir leggja seg eftir at gera eitt veruligt show. Tónleikurin er títtur og skemtingarsamur, og tú má bara lata fótin vippa afturvið. Boys in a Band vóru avgjørt tað størsta jaliga yvir- raskilsi á GBOB 2006. Hóast kompositiónirnar ikki stóðu so sterkar, svingaði tón- leikurin væl. Tónleikarnir eru dugnaligir hvør sær, men eg haldi tó, at sangarin, Pætur Zachariassen, onkuntíð gjørdi ov nógv burt- urúr at flippa út, soleiðis at sangframførslan datt í aðru røð. Boys in a Band fara óivað at verða sera virknir í komandi festivalum, og er hetta gleði- ligt. Tó haldi eg, at teir skulu hava í huga, at tað sum teir spæla, ikki er serliga orginalt og nýskapandi – men feitt er tað! Deja Vu Saman við Marius vóru tey mong ið skírdu Deja Vu sum favoritt at vinna føroyska partin av GBOB. Við sínum “skeiva” popp/rokk tónleiki framførdu teir eina minniliga konsert. Teir løgdu út við lag- num “Wake you up”. Hetta lagið er longu blivið eitt undir- grundshit millum fjepparar, hóast tað ikki er útgivið enn. Teirra samanspæl er ógvu- liga kontrolerað. Teir eru sera nærlagdur við smálutirnar í tónleikinum, og tískil fært tú sum áhoyrari eina sera greiða og týðiliga ljóðmynd frá pallinum. At teir eisini leggja seg eftir, at útseta løgini rættiliga alternativt, er eisini bara at gleðast um. Serliga haldi eg at botnurin í bólkinum er áhugaverdur. Botnurin er sera virkin (kanska ov virkin?), soleiðis at løgini allatíð eru áhugaverd. Onkur hevur onk- untíð sagt, at botnurin stress- ar løgini ov nógv. Men eg meti at bólkurin meistrar hetta væl. Ein onnur styrkja við bólki num eru teir báðir vokalarnir. Líggj- as og Flóvin klinga ófati liga væl saman, og lyfta støðið á tónleikinum. Á GBOB var tað Líggjas ið sang tað mesta, og hesum slapp hann eisini heilt væl frá. Á pallinum eru limirnir sterk- ar persónligheitir at síggja til. Teir liva seg inn í tónleikin, og hetta hjálpir tær sum áhoyrara at ferðast við tónleikinum. Samanumtikið stóð Deja Vu fyri eini frálíkari framførslu. Seinna lagið hjá Deja Vu varð lagið “Reckless”. Hetta lag varð ognað Rasmus Ras- mussen, og vórðu áhoyrararnir glaðir fyri hesa heilsan. Nú fóru dómararnir at telja saman atkvøður, soleiðis at ein vinnari kundi skírast. Og úrslitið gjørdist, 1. Deja Vu, 2. Boys in a Band og 3. Marius. Ein gjørdist bilsin tá ið Boys in a Band vórðu kunngjørdir at lenda á 2. plássið. Tey mundu verða fá sum høvdu roknað við, at Boys in a Band skuldi enda omanfyri Marius, men hin vegin, so er tað bara stuttligt, at ein so nýggjur bólkur kann megna tað. Tað tóktist tó ikki at verða nøkur ónøgd um, at Deja Vu fór avstað við sigrinum. Frá Sosialinum ynskja vit Deja Vu hjartaliga tillukku, og ynskja teimum góða eydnu í London.