Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Eg føli, at eg havi eitt ella tvey góð ár eftir í mær. Todi Jónsson, yrkisspælari í Noregi Todi ivast í fótbóltinum - Eg føli, at eg havi eitt ella tvey góð ár eftir í mær, men eg vil ikki halda fram at spæla fyri einhvønn prís, sigur Todi Jónsson, sum í næstum gevst at spæla fyri norska felagið Start Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fríggjamorgunin boðaði Start frá, at Todi Jónsson gevst at spæla í felagnum við kappingarenda í ár. Orsøkin er, at Todi ikki vil halda fram við at ferðast langvegis frá familjuni í Danmark at spæla fótbólt. – Tað ber ikki til at halda fram á hendan hátt. Familjan býr í Keyp­ mannahavn, og tað verð­ ur ov strævið í longdini at skula vera so nógv heimanífrá, sigur Todi Jónsson. – Tí ætli eg mær at flyta heimaftur til Keyp­ mannahavn at búgva, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við fótbóltinum. Onkur feløg á Sælandi í Danmark hava longu boðað frá, at tey eru áhug­að í fáa Toda til fe­lag­ið, men enn er einki ítøki­ligt í hesum. – Todi Jónsson er ein fantastiska góður spæl­ ari. Um tað er fíggjarliga gjørligt, so eru vit sjálv­ andi áhugaðir í at hyggja at øllum, sum kunnu styrkja um liðið hjá okk­ um. Um Todi Jónsson kann tað, og um vit eru áhugaðir, vil eg ikki gera viðmerkingar til, sigur venjarin hjá Lyngby, Kasper Hjulmand, við bold.dk Todi Jónsson hevur ikki gjørt av, hvussu tað verður við hansara fót­ bólts­framtíð. – Eg havi ikki gjørt av, um eg haldi fram at spæla fótbólt, eftir at eg eri givin í Start. Eg føli, at eg havi eitt ella tvey góð ár eftir í mær, men eg vil ikki halda fram at spæla fyri einhvønn prís. Spurningur er, hvat eg havi hug til, og hvørjir møguleikar verða, sigur Todi Jónsson. Sigríður S. Clement­ sen og Magni Mohr avgjørdu longu í summar, at teir steðgaðu eftir hetta kappingarárið. Men tað hitaði nógv, tá teir leygardagin kundu staðfesta, at teir saman hava vunnið tað, sum er at vinna í føroyska fótbóltsheiminum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FM-heitið í fjør. Atlantic Cup í vár og Løgmanssteyp­ ið leygardagin. Legg hartil, at B36 í fjør spældi seg víðari í UEFA-Cup og í summar vunnu seg víðari úr fyrsta undanumfarinum í Champions League kapp­ ingini. Einki er at siga til, at tey í B36 hava verið framúr væl nøgd um avrikið, sum Sigfríður S. Clementsen og Magni Mohr hava lagt eftir sær í felagnum. Og eingin ivi man vera um, at felagið væl kundi hugsað sær, at teir báðir eisini í komandi ári stóðu við stýrisvølin hjá Formula-liðnum. Avgerðin tikin í Istanbul Men tað verður so av ong­ um. Longu eftir útidystin móti Fenerbache tóku teir báðir avgerð um, at teir vildu hava ein steðg frá fótbóltinum, og tann avgerðin varð eis­ini frá­boð­ að leiðsluni fe­lag­num, sum soleiðis hevði góða tíð at greiða venj­araspurningin. - Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at verið venjari hesi bæði árini. Ikki minst, tí tað hevur koyrt somikið væl millum Magna og meg. Men sjálvur haldi eg, at tað nú er tíð at taka ein steðg. Tí tað hevur eisini verið óluksáliga hart og slítandi at sita í sessinum, sigur Sigfríður, sum tó sjálvandi fegnaðist um sigurin. - Nú kann eg í øllum førum steðga við góðari sam­vitsku, segði hann flenn­andi. Bara rósur til felagan Og Magni er sum so ikki ósamdur við Sigfríði. - Tað hevur verið ein góð tíð her í B36. Fyrsta árið var eg fysisikur venjari burtur­ av, men tey bæði seinni árini hevur tað verið saman við Sigfríði, og tað hevur riggað ótrúliga væl. Tað hevur so eisini givið okkum møguleikan at samskipa fótbóltsvenjingina og fys­ isku venjingina, og tað er ein gongd, sum hevur verið sjónlig kring alt Europa. Har hava tey kanska einar fimm-seks venjarar til ein­ støku liðini, men hóast vit bara hava verið tveir, so hevur borið til at arbeitt miðvíst í bólkum. - Men tað er klárt, at eg eisini havi tørv á nýggj­ um avbjóðingum. Vónin er sjálvandi, at eg kann fáa starv hjá onkrum euro­ peiskum felag, men í fyrsta umfari haldi eg fram við verandi arbeiðinum hjá mær, har eg havi tikið lut á ymsum skeiðum. Og eg havi so játtað, at geva B36 ein hjálpandi hond, so leingi eg verði í Føroyum. - Og so kann eg ikki lata vera við at rósa Sig­fríði. Hann hevur verið fantast­ iskur at arbeiða saman við, og taktiskt haldi eg, at hann er langt framman fyri aðrar venjarar í Føroyum. Og eg haldi, at tað er upplagt, at FSF ger eina ella aðra stuðulsskipan, soleiðis at venjarar við somikið góðum evnum fáa møguleika at menna seg enn meira við eitt nú skeiðsvitjanum uttan­ lands. Kurt skal venja B36 Tað verður Kurt Mørkøre, sum skal loysa Sigfríð Clementsen og Magna Mohr av í B36. Hesum kundi Kristjan á Neystabø boða spælarunum frá, tá sigurin í steypakappingini var vísur leygardagin. Kurt royndi seg í 2002 sum venjari hjá KÍ, sum tað árið gjørdist nummar trý í landskappingini. Síðani hevur hann búleikast í Noreg, har hann hevur tikið hægstu venjaraútbúgvingina, men nú verður tað so aftur í Føroyum, at hann skal royna seg. Kurt byrjar í sessinum hjá B36 um hálvan januar. Enn er ikki greitt, hvør verður hjálparvenjari, men tað hevur ljóðað, at B36 hevur verið í samband við Allan Mørkøre um hetta. Allan var í fjør toppskjútti hjá FM-vinnarunum úr B36, og sum skilst er ætlanin eisini, at hann eisini skal geva eina hond á vøllinum, um hann kemur til árstalsfelagið. Tað verður ikki váttað, men tað hevur ljóðað, at B36 eisini var í samráðingum við fyrrverandi venjaran hjá felagnum, Tomislav Sivic. Men í seinasta enda fall valið so á Kurt Mørkøre. -mørk Hava vunnið alt saman Fagnaðurin á B36-venjarunum var øgiligur, tá Løgmanssteypið var heima. Báðir høvdu teir valt at steðga eftir hetta kappingarárið, men júst Løgmanssteypið var tað, sum teimum vantaði í steypaskápinum Mynd: Álvur