Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] Símun Samuelsen royndar­ venja í Danmark Vágbingurin Símun Samuelsen hevur seinata hálvtannað árið spælt fyri íslendska felagið Keflavík. Har hevur gingið stak væl hjá føroyska spælarunum, sum hevur verið valdur millum teir bestu í kappingini. Mánadagin fer Símun til Danmark at royna seg. Hann skal royndarvenja í danska superligafelagnum OB, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás. Símun segði fyrr í ár við Sosialin, at hann vónaði, at hann kundi brúka síni avrik í Íslandi til at sleppa víðari, og tað tykist í øllum førum hava lukkast so væl, at hann fær kjansin í OB. Við einum málið langt inni í yvirtíðini staðfesti Rógvi Jacobsen, at FM- spurningurin ikki verður avgjørdur fyrr enn á seinasta leikdegi. Toftamenn skulu tá enn einaferð royna at vinna seg upp um niður­ flytingar­strikuna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Søgan endurtók seg hjá B68, tá teir í næst seinasta umfarinnum spældu móti HB. Seinast liðini hittust, var um reppið, at toftamenn fingu stig við sær úr Gunda­ dali. Men í evstu løtu eydn­aðist tá HB at koma á sigurskós, tá teir í yvirtíðini skoraðu til 3-2. Hesa ferð stóð málleysur javnleikur á talvuni, tá 90 minuttir vóru lidnir. Tofta­menn høvdu fyri tað nógva stríðst og togast fyri javnleikinum, og stutt undan hevði Anderson hamrað bóltin á stólpan í einum kontra. Javnleikur tóktist tó vera endaliga úrslitið, tá HB enn einaferð fór í eina seinastu álopsroynd. Rógvi Jacobsen fekk longt innlegg til Jákup á Borg, sum stóð væl fyri. Hann tamdi, áðrenn hann sendi flatt inn í brotsteigin aftur, og so fekk altíð væl stríðandi klaksvíkingurin hjá HB seinasta orðið. Ele­ gant var tað kanska ikki, men hálvgum tacklandi eydn­aðist at sleppa fram við verjuni, og so kundi hann pota sigursmálið út móti stólparótini. FM-avgerðin útsett Tað málið tryggjaði HB, at teir fram til seinasta leikdag eru partur av spælinum um FM, so tað var skilligt, at fagnaðurin kring vøllin var stórur. Og skal rætt vera rætt, so var tað væl eisini uppiborið, at HB vann dystin. B68 var annars liðið, sum byrjaði betri, og fyrsta korterið ella so trýstu teir væl móti HB- málinum. Gestirnir tóktust als ikki vera til reiðar hesa løtuna, og var hepni við B68, so skoraðu teir bæði eitt og tvey mál hesa løtuna. Hepnið kom tó aftur, tí eftir at HB tók yvir, skaptu teir sær hópin av møguleikum. Eins og Frak­land og Litava høvdu tað, so hevði B68 stórar trupulleikar, tá spælt varð beint á Rógva Jacobsen. Og hesa ferð hevði hann eisini viðspælarar kring seg, sum hann kundi spæla. Soleiðis høvdu bæði Rókur og Jákup nakrar gyltar møguleikar at leggja HB á odda, men Tórður Thomsen í B68 tók sær av fríu monnunum, so hvørt sum teir komu. Tað bar sjálvandi við sær, at spælið hjá HB gjørdist meira krampakent, sum dysturin leið. Ivaleyst vóru teir vitandi um støðuna í Fuglafirði, og tí vistu teir, at ein sigur skuldi til. Og tá hesin ikki kom av sær sjálvum, varð alt meira fólk flutt fram. Verjan hjá toftamonnum hóðraði tó undan fram til tað allar seinasta, men tá brast ballónin so. Og so er HB altso framvegis partur av FM-stríðnum, sum verður avgjørt komandi vikuskifti. Skerdir toftamenn Tað var sjálvandi herskin biti at svølgja hjá B68, sum eisini vóru rættiliga skerdir í dystinum. Longu undan dystarbyrjan var greitt, at Julian S. Johnsson ikki var førur fyri at spæla. Hasrtil mistu teir Arnbjørn Danielsen beint fyri steðg­ in, eins og Ralph Van Dooren noyddist skaddur av vøllinum seinasta kor­ terið. Uttan tríggjar av pro­ filunum gjørdist takið enn tyngri, og tað kostaði so eisini eina ferð um niður­ flytingarstrikuna. Ein javnleikur hevði nevn­liga hildið B68 ájavnt VB/Sumba á stigatalvuni, og við munandi betri mál­ muni høvdu toftamenn tí enn verið oman fyri strik­ una. Nú skal í minsta lagi eitt stig til, tá teir á seinasta leikdegi vitja hjá grannunum úr NSÍ. B68-HB 0-1 (0-0): HB gevst ikki Hanus heldur fram í B36 Hanus Thorleifsson fer eisini at spæla í svart/hvíta búnanum hjá B36 næsta kappingarár. Hanus hevur í ár verið ein sera týðandi partur av liðnum hjá B36, og hevur hann eisini vunnið sær pláss í landsliðshópinum. Sum skilst, so vóru fleiri feløg áhugað í at fáa arbeiðssama miðvallaran í hópin, men at enda valdi skála-maðurin at leingja sáttmálan, sum hann hevur havt við B36. Dúva upp á klaks­ víkingar Tað var kanska ikki gam­alt, men í hesum døgum er eingin loyna, at tey í HB hava stórt álít á og stórar vónir til klaksvíkingar. Í fyrsta lagi, so var tað ein klaksvíkingur – enn tá sonur borgarstjóran í Klaksvík – sum sendi bóltin í toftamálið, so­leiðis at HB enn er við í stríðnum um FM. Hartil, so skal KÍ vinna á EB/Streymi á seinasta leikdegi, um tað skal verða møguligt hjá HB at taka FM- heitið úr favninum hjá EB/Streymi. Sjálvir spæla havnarmenninir tá í Havn móti ÍF, men lítið er ivast í, at nógv lurtitól kring vøllin tá fylgja við í, hvussu gongst klaks­ víkingunum. Trúgva upp á møgu­ leikan Toftamenn hava als ikki givið skarvin yv­ir, hóast teir í evstu løtu máttu niður um niður­ flytingarstrikuna. - Vit hava avgjørt møgu­leikan at fáa nak­að við okkum úr Runa­vík á seinasta leik­ degi. Tá hava vit alt at stríðast fyri, og tað rokni eg við ger munin, segði venjarin hjá B68, Bill McLoud Jacobsen, tá hann tosaði við Út­varpið eftir dystin á Svangaskarði. Serliga var tað kropsstyrkin hjá Rógva Jacobsen, sum gav B68-verjuni trupulleikar mynd: Álvur Haraldsen Tað gekk akkurát Rógvi Jacobsen var dag­ sins maður í HB-leguni eftir dystin á Toftum, og sjálvur fegnaðist hann eisini um málið, sum hann í evstu løtu hevði tryggjað liðnum. – Tað gekk akkurát. Tað týdningarmesta hjá okkum var, at FM- avgerðin varð út­sett í eina viku, og tað megnaðu vit so akku­ rát. Vistu tit av, hvussu leikur fór í Fuglafirði? – Vit vistu, at tað var 2-1 upp á eitt tíðs­ punkt, men meira vistu vit ikki. Hinvegin, so merktir tað væl, at støð­ an var óbroytt, og tí máttu vit satsa meira og meira. Vit kundu jú eisini havt avgjørt dystin nógv fyrr, men vit skora ikki upp á møguleikarnar, og so verður tað av álvara vandamikið. Ikki minst tí teir eisini hava nakrar góðar kontra. Men trúðu tit alla tíðina uppá, at sigurs­ málið skuldi koma? – Tú noyðist al­tíð at trúgva upp á møgu­ leikan, men har sá alt­ so einki serligt út hjá okkum. Vit royndu at flyta nógv fólk fram, og tað eydnaðist so at enda hjá okkum. Tað merkti, at vit røktu okk­ ara setning um at útseta FM-avgerðina, og meira enn tað sama fáa vit ikki gjørt í løtuni, helt Rógvi. -mørk HB B68