Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] Frem fekk javnt 1. deildarliðið Frem fekk í gjár javnleik í dystinum á útivølli ímóti Næstved. Einasti føroyski spælarin í hópinum hjá Frem var Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður. Hann sæt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem kom á odda eftir eitt korter við brotssparki, sum Wassim El Banna setti í málið. Næstved javnaði, og tað gjørdu teir eisini, eftir at Henrik Madsen hevði lagt Frem fram um 2-1. 1877 áskoðarar vóru til dystin, sum endaði við javnleiki 2-2. 49 kort í sjey dystum Dómararnir tveittu veruliga við gulum og reyðum kortum í italsku Seriu A um vikuskiftið. Í sjey dystum vóru 49 gul ella reyð kort givin, meðan liðini bara skoraðu 18 mál. Í dystinum millum Reggina og Roma vóru 11 gul kort havd á lofti, og í dystinum millum Livorno og Ascoli veitraði dómarin 10 ferðir við ostaflísuni. Felagið, sum slapp lættast, burtur úr kortveitsluni um vikuskiftið, var Inter, sum bert fekk eitt gult kort í sínum dysti ímóti Catania. Sparkaði av heilum hjarta Stóra hetjan hjá B36 leyg­a­ r­dagin var sjálvandi Sylla, sum við einum vunn­um brotssparki og avgerandi málinum meira enn nakar var mað­urin, sum vissaði sigurin. Smílið var eisini breitt í skiftirúminum, og sjálv­­ur viðgekk hann, at hetta kanska var tann størsta dysturin hjá B36 á árinum. – Vit hava eisini havt aðrar stórar uppgávur, men hendan dystin høvdu vit møguleika at vinna nakað, og tí vigaði hann eyka nógv. Eisini í mun til Europa-Cup uppgávurnar og hálvfinaluna móti EBS/treymi, sum ivaleyst er besti dysturin, sum vit hava spælt í ár. – Og eisini hjá mær persónliga hevði finalan stóran týdning. Í fjør var eg jú við til at tapa hesa saman við ÍF, og tað vildi eg ikki uppliva eina ferð afturat. Klaksvíkingar tóktust ónøgdir, tá tú fekk brots­ spark. Var talan um brots­spark? – Ja. Eg havi drigið fram við allari verjuni, og skal júst til at skjóta, tá eg verið skumpaður í ryggin. Í slíkari støðu kundi eg ikki funnið upp á at dottið av mær sjálvum og fiska eftir brots­sparki, so har var eingin ivi. Og næsta málið? – Eg visti, at handan bóltin fekk verjan ongan tíð fatur á. So eg rann alt tað, sum eg var mentur, og sparkaði eg bara av heilum hjarta! Sylla varð stóra hetjan hjá B36, tá hann syrgdi fyri málunum, sum góvu uppiborna finalu-sigurin á KÍ. Klaksvíkingar høvdu ikki sín besta dag, og tað var í veruleikanum bert fyrsta korterið, at teir bitu frá sær Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað líktist endanum á heims­ ins longstu steypa­kapping, tá B36 og KÍ fóru á vøllin leygardagin. Hálvan triða mánað eftir, at finalan upp­­ runaliga skuldi verið av­­ greidd, kundi løgmaður sess­ ast at hyggja at, hvørjum parti hann skuldi handa steypið. Kontramaskinan startaði ikki Og talan gjørdist um eina hampuliga undirhaldandi finalu, har serstakliga havn­ ar­liðið kundi vera væl nøgt um sítt íkast til dystin. Fyrstu løtuna var tað ann­ ars KÍ, sum stóð seg best. Teir royndu heilt greitt at endurtaka uppskriftina, sum fyrr í ár gav ein knúsandi 5-1 sigur á B36 í Gundadali, og við kvikum kontra álopum royndu teir at taka luftina úr B36-trýstinum. Tað var eisini um at geva úrslit, men hvørki Christiain Lundberg ella Hjalgrím Elttør vóru nóg neyvir við seinastu send­ ingini, tá teir høvdu møgu­ leikan, og spakuliga settist B36 alt meira á dystin. At hetta læt seg gera, komst serstakliga av tveim­ um orsøkum. Í fyrsta lagi megnaðu teir at trýsta KÍ-miðvøllin langt aftur á vøllin, og tí var frástøðan nið­ an á mót­støðuhálvuna aloft­ast ov langt, tá KÍ skuldi royna at fara í mótálop. Aloft­ast gjørdist talan um langar og høgar bóltar, sum gjørdu ar­­ beiðsumstøðurmar hjá áleyp­ arunum truplari enn gott var. Og í øðrum lagi tóktist, sum var KÍ-liðið stillað dek­an ov varliga til dystin. Ser­stakliga var Christian Lunberg drigin langt aftur á vøllin, og tí var Paul Clap­ son sera einsamallur, tá bólt­ar vórðu sendir niðan. Og umgyrdur av Klæmint Matras og Herbert í Lon Jac­ ob­sen var ikki tað heilt stóra, sum kropssterki bretin fekk gjørt við truplu bóltarnar. Tvey brotsspørk Tað tók tó sína tíð, áðrenn B36 fekk hol á. Væl arbeið­ andi og reikandi Santos á miðvøllinum var atvoldin til fleiri gjøgnumbrotsroyndir móti KÍ-málinum, men tann heilt stóri møguleikin kom tó ikki, fyrr enn klokkan var farin um fyrstu trý kort­ erini. Tá eydnaðist brasiliu­ manninum at vinan bóltin av Heðin á Lakjuni, og tá hann sendi ein djúpan bólt til Sylla, varð Atli Danielsen dømdur fyri at hava hondina í rygginum á kvika B36- framherjanum. Brotssparkið sendi Fróði Benjaminse flatt í netið, og so var hýrurin í toppi hjá B36, tá farið varð til hálv­ leiks. Tað var hann tó ikki serliga leingi. Klaksvíkingarnir høvdu alla orsøk at hanga við høvdinum, tá teir fóru inn, men eftir bara tveimum minuttum var javnvág aftur í. Hesa ferð varð Bergur Mid­jord dømdur fyri at taka hondina til hjálpar eftir KÍ-horna, og so slapp Atli Danielsen at royna seg úr 11 metrum. Ein uppgáva, sum hann loysti ósvikaliga trygt. Spurningur um tíð Men málið gav nú ongan tíð klaksvíkingunum tað sjálvsálit og dirvi í spælið, sum tað kanska átti at gjørt. B36 setti støðugt enn meira ferð á, og álopini mest sum skolaðu oman yvir illa sperdu KÍ-verjuna. Ein útskifting av illa upplagda Sinisa Jovanovic við væl stríðandi Høgna Madsen munaði ikki tað stóra, og sum dysturin leið, so tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn B36 skoraði. Ikki tí at møguleikarnir vóru so nógvir, men trýstið gav nógvar spentar støður við sær, og tí var væntandi, at ein bóltur fyrr ella seinni endaði hjá einnum væl B36’ara í góðari skotstøðu. Og tað hendi so eisini, tá seks minuttir vóru eftir B36-KÍ 2-1 (1-0): ForSylla’ir klaksvík