Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] Claus og teir spældu javnt Tað var als ikki uppiborið, at Yeovil fekk eitt stig burtur úr dystinum móti Blackpool í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool, har Claus Bech Jørgensen, er ein av spælarunum, spældi á heimavølli og var greitt tað betra liðið í dystinum. Teir løgdu seg eisini á odda 1-0, tá ið ein slakur tími varð spældur, og málskjútti var Scott Vernon. Fýra minuttir fyri tíð javnaði Yeovil til endaliga úrslitið 1-1. Blackpool hevur 15 stig og liggur í løtuni sum nummar 20 av 24 liðum í síni deild. TB-málmaður til Skála TB-málmaðurin Predrag Markovic skal næsta kappingarár spæla fyri Formualiðið Skála. Tað skrivar Sudurras.com. Sambært heimasíðuni hava samráðingar verið millum TB og málmannin, men málmaðurin hevur gjørt av at fara til annað felag. Formaðurin hjá Skála, Hans Jákup Andreasen, váttar fyri suðuroyarportalinum, at Predrag Markovic skal verja málið hjá teimum næsta ár. Í ár hevur Vlada Filipovic verið málmaður hjá Skála. Ov aftarlaga Vónbrotið lýsti av klaksvíkingunum, tá steypið varð handað í Gundadali leygardagin. Og sjálvt tapið mundi í sjálvum sær vera minsti parturin av vónbrotinum. Heldur var tað tann sannroynd, at KÍ ongan tíð veruliga spældi sín kjans, og tað ásannaði Heðin á Lakjuni eisini eftir dystin. – Vit koma at liggja for langt afturi á vøll­ in­um. Eg veit ikki, um tað eru nervar, sum tyngja okkum, men tað hevur so við sær, at vit stórt sæð ikki koma fram til nakrar kontra- møguleikar. Í øllum førum, um sæð verður burtur frá fyrstu 15 min­ uttunum. – Og tí taka teir full­ komuliga yvir. Okkara leiklutur verður í stóran mun bara at renna eftir bóltinum, og alt ov ofta varð hesin bara lossaður burtur, tá vit vunnu hann, og so kann ikki sigast stórvegis til, at B36 vann steypið. Longu týsdagin hava tit aftur dyst á skránni. Hvussu verður at seta seg upp til hendan? – Vit noyðast at seta okkum upp. Nú er tað í fyrsta lagi bronsan og í øðrum lagi Toto-cup, sum vit mugu stríðast fyri. Men tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er ser­ liga lætt at seta seg upp til tann dystin. -mørk ingar Hóast KÍ royndi at dúva upp á kontra, so var Paul Clapson í longum løtum alt ov einsamallur, til at hetta veruliga kundi lata seg gera Mynd: Álvur at spæla. Í aðru atløgu eydn­aðist Bergi Midjord at stúta bóltin inn um KÍ- verj­una, og so sýndi Sylla enn einaferð, at hann telist millum kvikastu spælararnar í landinum. Hann streyk inn um verjuna, tamdi við bring­uni og smekkaði bóltin í kassan til 2-1 til árstals­ felagið. Uppiborið Málið avgjørdi dystin, og tað var eisini tað, sum B36 hevði uppiborið. Sigurin ber við sær, at árstalsfelagið eisini komandi ár skal spæla í Europa, har tað hesa ferð verður í UEFA-Cup, at teir skulu royna seg. Tað agnið átti helst at viðført, at klaksvíkingarnir vóru meira tendraðir til upp­gávuna, men onkurs­vegna tóktist, sum kom lið­ið ongan tíð heilt upp í snún­ingar leygardagin. Tí fáa heldur ikki teir gjørt stór­ vegis viðmerkingar til, at tað nú verður Toto-Cup, sum teir skulu medda eftir. Tað stigið kann tryggjast longu týsdagin, tá teir spæla á heimavølli móti GÍ. Men stóri spurningurin er helst, hvørt teir longu tá hava reist seg eftir vónbrotið leyg­ardagin. B36 hevur tá heimadyst móti Skála, men hann er nú langt ífrá so týdn­ ingarmikil, sum hann annars vildi verið. Og tí er lítil ivi um, at leygarkvøldið varð nýtt til at feira sigurin, sum hóast alt bjargaði kapp­ing­ar­árinum fyri teirra viðkomandi. B36 er næst steypinum Átta ferðir hevur verið spælt um verandi útgávuna av Løgmanssteypinum, og í løtuni liggur B36 best fyri at vinna steyp­ ið til ognar. Hetta ger tað liðið, sum í ein­um tíggjuára-skeiði vinnur steypið oft­ast. Higartil eru allar súlurnar og eitt løg­manssteyp endað í HB-húsinum, men ta siðvenjuna tykist B36 vera ávegis at broyta. Um so er, at tað stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri lið, tá tíggju ár eru liðin, verður spælt víðari, til eitt lið hevur vunnið steypið oftast, so enn kunnu onnur enn B36 taka sær av steypinum, men eftir 2006 sær talvan soleiðis út: 3 sigrar: B36 (2001, 2003, 2006) 2 sigrar: GÍ (2000, 2005) 1 sigur: KÍ (1999), NSÍ (2002), HB 2004) B36-KÍ 2-1 (1-0) 1-0 Fróði Benjaminsen (br.), 45. 1-1 Atli Danielsen (br.), 48. 2-1 Amed Davy Sylla, 84. Dómari: Dagfinn Olsen. B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Jóhan V. Gunnarsson – Hanus Thorleifsson, Niels Joensen, Fróði Benjaminsen, Alex dos Santos – Bergur Midjord (Bárður H, Joensen, 86.) - Amed Davy Sylla Gult kort: Bergur Midjord, Fróði Benjaminsen KÍ: Meinhardt Joensen – Marek Wierzbicki (Erling Fles, 89.), Jan Andreasen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør Símin Joensen, Sinisa Jovanovic (Høgni Madsen, 66.), Kristoffur Jakobsen – Christian Lundberg - Paul Clapson. Gult kort: Marek Wierzbicki. FAKTA UM FINALUNA Fýrverkið lýsti kring vøllin, og rómurin á heimaáskoðarunum var øgiligur. Við sigrinum tryggjaði B36 sær enn einaferð nakað av skreytið til syðra endan av gundadali Mynd: Álvur Tá Klæmint Matras tók ímóti steypinum, var hetta triða ferðin, at verandi útgávan av Løgmanssteypinum kom í B36-húsið at standa Mynd: Álvur