Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] Stóðu fyrstu royndina Sámal Erik Hentze, hjálp­ ar­venjari hjá EB/Streymi, var fegin um sigurin hjá hansara monnum. – Dysturin hevði ovur­ honds stóran týdning hjá okkum. Vit skuldu bara vinna dystin, og so mátti spælið koma í aðru røð. So innsatsurin frá monnunum var í lagi, með­an leikliga dumpa vit. – Fuglfirðingar stríðast eisini væl, men teir fáa eisini møguleika fyri tí, og dysturin er annars eitt fínt dømi um, hví vit liggja nummar eitt og teir liggja nummar tíggju, heldur Sámal Erik Hentze. Síðsta uppgávan hjá EB/Streymi í ár, verður á heimavølli móti KÍ. Var dysturin sunnudagin týdningarmikil, so verð­ ur dysturin komandi leyg­ardag av ikki minni týdningarmikil. – Vit hava staðið fyrstu royndina í dag, og nú skulu vit so und­ir næstu og seinastu roynd­ ina, sigur Sámal Erik Hentze. Gott avrik – Hatta er munurin á toppi og botni, staðfesti Atli Petersen hjá ÍF, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. – Men eg haldi hatta var ein góður dystur. Bæði liðini høvdu sítt at spæla fyri, og faktiskt var eisini ein sigur krav til báðar partar og tað sást aftur, heldur fugl­ firðingurin. – Sjálvandi eri eg skuff­aður nú. Men vit tosaðu saman eftir dystin og vóru samdir um, at avrik okkara var gott, og at vit eisini vístu gott spæl til tíðir. Nú eru so 90 minuttir eftir at spæla av kappingini, og tað er bara at fáa mest møguligt burtur úr dystinum, sigur Atli Petersen, sum trýr upp á, at ÍF fer at vinna á HB í Gundadali leygardagin. AaB var heppið at vinna Danska superligaliðið AaB spældi í gjár á útivølli ímóti Esbjerg, og hóast tað var Esbjerg, sum spældi best og vísti meira, so vann AaB dystin. Úrslitið var 2-0. Í fyrra hálvleiki legði Mattias Lindstrøm AaB fram um 1-0, og í seinna hálvleiki økti Jeppe Curth til 2-0. 7.616 áskoðarar vóru á Esbjerg Stadion í gjár, og tey, sum stulaðu heimaliðnum, fóru vónbrotin heim aftur. Føroysku spælararnir í AaB, Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen, eru framvegis skaddir og spæla ikki við. So nær við var EB/ Streymur í gjár. Við einum ómetaliga teprum sigri gjørdi oddaliðið sína skyldu, meðan fuglfirðingar stríddust sum úlvur á skóg, men fingu teir onki burtur úr, so bæði ÍF og EB/ Streymur mugu bíða til leygardagin, til lagna teirra verður avgjørd FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ein øgilig rúgva av við­ haldsfólkum var savnað kring vøllin í Fuglafirði í gjár, og áskoðararnir fingu eisini spenning fyri allar pengarnar. Leikliga var dysturin ikki nakað at reypa av, men liðini, serliga ÍF, stríddist sum úlvur á skóg, og var talan um ein ferðmiklan og intensan dyst. Smátt við møguleikum Dysturin byrjaði væl og beinanvegin var greitt, at bæði liðini fóru at stríðast fyri síni sak. Fuglfirðingar fyri at varðveita sessin í Formuladeildini, og EB/ Streymur fyri at vinna For­ muladeildina. Tað var tó smátt við mál­ møguleikum. Síggja vit burt­ur frá málinum, sum kom tá ein hálvur tími var spældur, so átti Arnbjørn Hansen størsta kjansin hjá gestunum eftir tíggju minuttir. Bárður Olsen legði eitt frísparkinnlegg í høvdið á Arnbjørn, sum ikki var nóg neyvur og stýrdi bóltin eitt fitt petti upp um málið. Størsti kjansurin hjá fugl­ firðingum var eisini ein stútari. Hanus Eliasen, sum var ímillum mest eyðsýndu fuglfirðingarnar, legði ein góðan bólt inn úr høgra borði, men Nenad Saric var óheppin og skallaði bóltin bæði upp um og framvið málinum. Tað var eftir hetta álop­ ið frá fuglfirðingum, at EB/Streymur skoraði. Teir gjørdu skjótt av og tóku málspark og áðrenn fuglfirðingar vistu av, hevði Hans Pauli Samuelsen bólt­ in uppi í vinstra borði. Víkamaðurin krúllaði eina­ ferð og setti ein fuglfirðing av, legði sína bóltin væl inn fyri, har Sorin Anghel leyp upp og beindi bóltin í netið við høvdinum. Leiðslan helt sær til hálv­ leiks. EB/Streymur hevði verið undir trýsti frá fugl­ firðingum, sum fyri so vítt vóru rættiliga ópress­aðir ein stóran part av fyrra hálv­ leiki. Stokkut gleði Fuglfirðingar sluppu ikki trýstinum, tá teir komu út til seinna hálvleik. Bein­an­ vegin gjørdist Atli Petersen leysur við René Tórgarð, men málverjin kom gott út og vardi fyri. René Tórgarð megnaði tó ikki at verja fyri, tá ÍF løtu seinni fekk hornaspark. Bólt­urin varð sendur inn í brotsteigin, og har steig Símun Eliasen upp og skall­ aði bóltin í netið. Nógva stríði gav nú av at býta, og fuglfirðingar høvdu javnað. Gleðin var tó ógvuliga stokkut, tí EB/Streymur hevði ikki meiri enn givið bóltin upp aftur, áðrenn teir aftur høvdu lagt seg á odda. Hans Pauli Samuelsen sendi hornaspark inn fyri til Arnbjørn Hansen, sum setti krúllin á bóltin og legði lið sítt á odda. Tá EB/Streymur skoraði á øðrum sinni, vóru framvegis smáir 40 minuttir eftir at spæla. Tí var onki avgjørt og ÍF spældi sanniliga fyri sínum møguleikum. Atli Petersen var nærvið eftir framúr gott uppspæl frá Hanus Eliasen, men skot­ið fór upp um. Alexander Jovevic var rættiliga stinnur á mið­ vøll­inum allan dystin, og hann hevði eisini naskastu royndina í seinna hálvleiki. Við frálíkum skoti úti frá noyddi hann René Tórgarð at gera eina framúr góða bjarging, men so komu fugl­ firðingar ikki nærri. EB/Streymur hevði ongan upplagdan møguleika, men sundalagsmenn kendu seg rættiliga snýttar ta einu ferð­ ina, tá Sorin Anghel bleiv rendur um koll, meðan floytan hjá Eiler Rasmussen tagdi. Bíðaðu eftir Svangasgarði Dysturin endaði 2-1 til EB/Streym, men ikki hevði tað verið óuppiborið, um ÍF fekk eitt stig burtur úr dystinum. Tá Eiler Rasmussen bríksl­ aði fyri seinastu ferð, restaði enn eitt korter av dystinum á Svangasgarði. Hátalararnir kring vøllin vórðu tendraðir. Útvarpið og røddin á Súna Merkisstein ljómaði oman yvir spentu fjøldina, og tað fór eitt suð í gjøgnum mannamúgvuna, tá B68 rakti stólpan. Spenn­ingurin var øgiligur, og tað var ikki til at halda út, tá yvirtíðin byrjaði. Tí var tað eitt øgiligt vónbrot fyri EB/Streym, tá Rógvi Jacobsen skoraði, meðan fuglfirðingar drógu andan lættari, nú tað ikki eydnaðist B68 at fáa stig. ÍF – EB/Streymur 1-2 (0-1): Tveir minuttir frá FM EB/Streymur gjørdi sína skyldu í Fuglafirði, men einki er avgjørt undan seinasta umfarinum í Formuladeildini Mynd: Sofus D. Johannesen Holst var hetjan hjá Lyngby Christian Lamhauge Holst vendi einum hóttandi 1-0 tapi til ein 2-1 sigur við at skora tvey mál fyri Lyngby í dystinum ímóti Fremad Amager í gjár. Lyngby spældi á útivølli ímóti felagnum hjá Andrew av Fløtum, men Andrew var ikki við, tí hann er skaddur. Fremad Amager, sum hevur tapt nógvar dystir seinastu tíðina, kom á odda 1-0, men við tveimum málum seinastu 20 minuttir syrgdi Christian Lamhauge Holst fyri, at Lyngby vann dystin 2-1. Hann hevur nú skotið seks mál í hesum kapingarárinum, og Lyngby vann seg við sigrinum fram á 2. pláss í 1. deild. EB/Streymur ÍF