mánadagur 16. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ]
Stórur
innsatsur
VB/Sumba-venjarin
Bjarni Johansen fegnaðist
eftir dystin sunnudagin
um sigurin hjá sínum liði,
og hann rósti spælarunum
fyri ein stóran innsats.
- Tað var trýst á okk
um, men tað hevur tað
verið so nógvar dystir
í ár, og hesaferð góvur
spælararnir seg meira
enn hundrað prosent,
segði hann.
- NSÍ hevur nógv spæl
og onkrar kjansir, men
málini telja, so tað var
uppiborið, at vit vunnu
dystin.
Hetta má geva spælar
unum vón um, at vit fara
at klára at verða verandi
í Formuladeildini. Við
hesum
innsatsinum
trúgvi eg upp á, at vit
fara at klára tað, seðgi
Bjarni Johansen.
Skaptu ov lítið
Miðvallarspælarin hjá
NSÍ, Jústinus R. Hansen,
helt eftir dystin, at hansara
lið hevði fingið ov lítið
burturúr.
- Vit spæla, og teir fáa
málini. Tað hendi ov lítið
hjá okkum, og hóast vir
royndu at trýsta í seinna
hálvleiki, so skaptu vit
ikki tað stóra, sigur
hann.
- VB/Sumba hevði helst
meira at spæla fyri enn
vit, og teir vóru nakað
grammari. Teir fingu
eisini mál upp á onkrar
av sínum kjansum, og tí
var tað uppiborið, at teir
vunnu dystin. Vit høvdu
fjórða pláss at stríðast fyri,
men tað er farið nú, sigur
Jústinus R. Hansen.
Óli fekk skaða
í rivjabein
NSÍ-álopsspælarin Óli
Hansen noyddist av
vøllinum tíðliga í seinna
hálvleiki við einum
skaða. Hann fekk eitt slag
í rivjabeinini, og líkt er til,
at eitt rivjabein er brákað
ella brotið. Óli spælir tí
ikki seinasta dystin hjá
NSÍ, sum verður ímóti
B68 leygardagin.
Stóri og Laudrup vunnu
Lyngby vann hóskvøldið finaluna um Sælands
meistaraheitið fyri old-boys lið. Lyngby spældi
ímóti Næstved og vann 6-2 eftir umdyst.
Ein av spælarunum á liðnum hjá Lyngby er
fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik
Larsen. Hann spælir á liði saman við millum
annað Michael Laudrup, Allan Nielsen,
Peter Nielsen, Morten Wieghorst og Bent
Christensen. Henrik Larsen skoraði tvey av
málunum hjá Lyngby, sum nú skal spæla um
DM fyri old-boys.
Balling skoraði aftur
Ulrik Balling ger sítt til, at tað skal ganga
betur hjá Vejle í superliguni. Vejle er botnlið
og hevur bert fingið eitt stig higartil í ár.
Sunnudagin spældi Vejle ímóti Viborg, sum
eisini hevur havt trupulleikar, og Viborg vann
dystin 2-1. Viborg legði seg á odda 2-0,
áðrenn Vejle svaraði aftur. Málið hjá Vejle
skoraði Ulrik Balling, sum hevur hevur spælt
fyri NSÍ. Balling hevur nú skotið fimm mál í
superliguni í ár.
NSÍ hevði bóltin
nógv, men skapti lítið.
VB/Sumba tók sín
kjans, skoraði tvey
mál í fyrra hálvleiki
og er nú rættiliga á
lívi í stríðnum um
at sleppa undan
niðurflyting
VB/S-NSÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Botnliðið VB/Sumba fang
aði NSÍ á skeiva beininum
og vann dystin í Vági sunnu
dagin.
VB/Sumba stríðist ein
harðan kamp við B68 og
ÍF um at sleppa undan
niðurflyting, og í gjár var
tað Suðuroyarliðið, sum var
omaná. Bæði B68 og ÍF
taptu sínar dystir, og so
streyk VB/Sumba fram um
tey áðrenn seinata dystin
leygardagin.
NSÍ er mest sum givið
fyri í ár. Eftir at liðið tapti
toppdystirnar fyri B36, HB
og EB/Streymi herfyri,
hevur liðið valla klárað at
manna seg veruliga upp
aftur. Seinastu átta dystirnar
hevur NSÍ bert fingið fýra
stig, og teir hava tapt seks
av hesum átta dystum.
Nú er vónin um heiðurs
merki farin, og tað verður
eisini trupult hjá liðnum
at vinna sær europeiska
luttøku næsta kappingarár.
Skoraðu tvær ferðir
Dysturin í Vági sunnudagin
myndaði seg soleiðis, at
NSÍ hevði bóltin nógv, men
teir skaptu fáar veruligar
málkjansir. VB/Sumba fekk
nakrar kjansir, og teir tóku
sínar kjansir.
Tá ið 14 minuttir vóru
spældir var tað VB-topp
skjúttin, Birgir Jørgensen,
sum enn einaferð sló til.
Hann hevur boðað frá, at
hann gevst at spæla fótbólt
eftir hetta kappingarárið,
og tí var hetta seinasti
heimdysturin hjá honum í
Vági. Tað markeraði hann
við at skora. Jón Krosslá
Poulsen spældi bóltin inn
um verjuna, Birgir var
fyrstur á bóltinum, dró upp
á tvørs og sendi í málið til
1-0.
Tá ið slakur hálvur
tími var spældur, var tað
verjuspælarin Karl Lisberg,
sum økti til 2-0. Hann fekk
bóltin nakað frammanfyri
miðjuna, eftir hornaspark,
hann dró eitt sindur og
smekkaði til úti frá. Bólturin
streyk beint í málið til 2-0.
Hetta var eisini hálvleiks
støðan, og teir á heima
liðnum vóru sera væl nøgdir
við leiðsluna, og restina av
dystinum var dentur lagdur
á at verja hesa leiðslu.
Skaptu ov lítið
NSÍ hevði bóltin nógv
meira enn VB/Sumba í
dystinum, og serliga í
seinna hálvleiki royndi NSÍ
at trýsta heimaliðið. VB/
Sumba kom eisini at standa
nógv í verjustøðu, men teir
vardu væl, og NSÍ var í
stórum løtum mest sum í
tómgongd. Liðið spældi
bóltin nógv runt, men teir
skaptu fáar kjansir.
NSÍ-venjarin royndi at
gera onkrar skiftingar og
koyra á sínar menn, men
tað var heimaliðið, sum
fekk tann størsta kjansin í
seinna hálvleiki.
Hetta var, tá ið ein væl
dømandi Petur Reinert
bríkslaði fyri brotssparki til
VB/Sumba. Birgir Jørgen
sen varð settur a skjóta,
men tann vanliga tryggi
skjúttin, smekkaði bóltin
upp um málið. Hendan
dagin hevði VB/Sumba ráð
at brenna brotsspark, tí NSÍ
fekk ongantíð hol á, og VB/
Sumba vann tí dystin 2-0.
NSÍ
VB/S
VB/Sumba hevur fingið nýtt lív í
botnstríðnum, eftir at liðið í gjár
vann heimadystin ímóti NSÍ
VB/Sumba-NSÍ 2-0 (2-0):
VB/S treiskast í botninum