mánadagur 16. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ]
Todi hevur møguleika
fyri medalju
Start spældi í gjár ímót Stabæk í norsku tippuliguni, og
dysturin, sum var á útivølli, endaði við 2-2 javnleiki. Stabæk,
sum eisini liggur í toppinum, legði seg á odda stutt fyri
hálvleik, men danski álopsspælarin David Nielsen javnaði
fyri Start 8 minuttir eftir steðgin. Stabæk legði seg aftur á
odda í 59. minutti, men Start javnði tríggjar minuttir seinni.
Todi Jónsson kom inn, tá ið tað restaðu sjey minuttir, men
hann fekk einki gjørt fyri at broyta javnleikin. Start hevur
framvegis møguleikan at vinna heiðursmerki.
– Vit skulu ikki
halda, at vit koma
inn í eina heilt aðra
verð, nú vit flyta upp
í Formuladeildina,
sigur B71-veteranurin
Eli Hentze. B71 tryggj
aði sær leygardagin
gullið í 1. deild hjá
monnum
1. deild menn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin vórðu seinastu
dystirnir í einari heldur fløkt
ari kapping í 1. deild hjá
monnum spældir. Avgerðir
nar um, hvør skal flyta upp
og niður, eru langt síðani
falnar, men eftir var at gera
av, hvør skuldi vinna gull og
silvur.
B71 var tvey stig framm
anfyri AB undan seinasti
dystinum, og tí kundu
sandoyingar sjálvir gera
av, um teir skulu vinna gull
umframt uppflytingina til
Formuladeildina.
Og B71 valdi gullið. Cloyt
on Soares skoraði bæði mál
ini í dystinum ímóti LÍF
eftir tveimum minuttum í
fyrra hálvleiki, og harvið
snýtti hann áskoðararnar úr
Sandoynni fyri mál, tí tey
vóru hálvan tíma seinkað
til dystin.
AB gjørdi tað, sum liðið
kundi í sínum dysti. AB var
í Sørvági og vann dystin 6-
0.
Lítið imponerandi spæl
Næsta ár skal B71 spæla
aftur í bestu deildini, eftir
at liðið í nøkur ár hevur
spælt í næstbestu deildini.
Eli Hentze er veteranur á
liðnum hjá B71, og hann
heldur, at liðið skal ikki
verða ov imponerað av
Formuladeildini.
– Tað krevur nógv meira
av spælarunum og felagn
um, at vit flyta upp í For
muladeildina, men vit skulu
ikki halda, at vit koma inn
í eina heilt aðra verð, sigur
hann.
– Spælið í Formuladeildini
er ikki vilt imponerandi,
men ferðin er høg, og tað
er nógvur intensitetur í
dystunum. Vit hava nógvar
spælarar á liðnum, sum ikki
hava spælt nakað serligt í
fremstu deildini, og tí skulu
teir venja seg við leikferðina
og rammurnar annars, sigur
Eli Hentze.
Spælarar halda fram
So at siga allir spælararnir
hjá B71 hava gjørt avtalu
við felagið um næsta kapp
ingarár. Eisini toppskjúttin
Clayton Soares hevur skrivað
undir nýggja avtalu við B71.
Á Sandi rokna tey við, at fel
agið fer at styrkja sær um
hópin við minst tveimum
nýggjum spælarum.
Venjarin Dragan Kovacevic
hevur gjørt avtalu við Skála
fyri næsta kappingarár, og
tí skal B71 eisini finna sær
nýggjan venjara.
– Tað eru eisini stór krøv
til kringumstøðurnar hjá
felagnum, og tað er nakað,
sum skal loysast til næsta
kappingarár, sigur Eli
Hentze.
B71 trýr upp á kjansin
í Formuladeildini
1. deild menn
LÍF-B71 0-2 (0-2)
0-1: Clayton Soares, 25.
0-2: Clayton Soares, 27.
SÍ-AB 0-6 (0-3)
Allan Mørkøre 2
Tummas H. Rubeksen 2
Rúni Hvannastein
Jón Nielsen
B71-spælarar fegnast um
uppflyting og gullmerki í
Leirvík leygardagin
Myndir: Bárður Lydersen
B71-liðið, sum hevur spælt seg upp í Formuladeildina í ár
Cech undir skurð
Chelsea málverjin Petr Cech, ið varð borin av vøllinum uttan
vit, eftir at Reading-leikarin Stephen Hunt hevði rakt hann
í høvdið við knænum, hevur verið undir skurði.
Cech varð fluttur av vøllinum og beint á sjúkrahús. Hann
varð leygarkvøldið fluttur á Radcliffe Infirmary í Oxford á
serligu neurologisku deildina. Hann er nú skurðviðgjørdur
fyri skallabrot og skurðviðgerðin gekk væl. Tó er ov tíðliga
at meta um hvussu álvarslig støðan er.
Hin Chelsea málverjin Carlo Gudcini, ið somuleiðis varð
fluttur av vøllinum við skaða í høvdinum, var útskrivaður
av sjúkrahúsinum í gjárkvøldið, tó er enn einki komið fram
um, hvussu álvarsligur hansara skaði er.