mánadagur 16. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ]
Solskjær skorar 20 mál
Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, rósar
norska álopsspælaranum Ole Gunnar Solskjær til skíggja
eftir hansara avrik higartil í ár. Solskjær, sum er komin
rættiliga fyri seg aftur eftir skaða, hevur longu gjørt fimm
mál í Premier League.
– Ole klárar seg sera væl, og um hann heldur fram á
hendan hátt – og tað fer hann at gera – so skorar hann 20
mál fyri okkum í ár, sigur Ferguson við heimasíðuna hjá
Manchester United.
Umframt fimm mál í Premier League hevru Solskjær eisini
skotið tvey mál fyri norska landsliðið seinastu dystirnar.
Brøndby eyðmýkt av
FC Midtjylland
Tað gongur einki hjá Brøndby í donsku superliguni, og eftir
tapið um vikuskiftið liggur liðið mitt á stigatalvuni, har
teir plaga at verða millum tvey tey fremstu. Sunnudagin
spældi Brøndby á útivølli ímóti FC Midtjylland, og jútska
liðið vann greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 3-1, og tað var
fult uppiborið, at tað betri skipaða og betri spælandi liðið
vann dystin. FC Midjylld togaði seg upp á fimta pláss í
superliguni, meðan Brøndby er nummar seks – sjey stig
aftanfyri oddaliðið FCK.
– Vit eru á
rættari leið
Hjálparvenjarin hjá VÍF,
Ingi Olsen, stóð á odda
fyri VÍF henda dagin,
tí Dia Midjord var burt
urstaddur. Ingi var sum
heild væl nøgdur við
úrslitið, og helt, at liðið
nú er á rættari kós.
– Eg eri sum heild væl
nøgdur við úrslitið. Vit
hava altíð havt stórar
trupulleikar her inni á
Skála, og tí eri eg fegin
um at hava fingið ein
javnleik her. Sjálvt um
Marian í StÍF-málinum
gevur okkum stórar
trupulleikar, so megna
vit at sleppa aftur til
Vestmanna við eina
stiginum. Hetta haldi
eg vera stórt fet rætta
vegin, og eg vóni at liðið
fer at blíva við at kempa
sum í dag.
– Fyrri
hálvleikur
kostar
Jakob Jónsson, venjarin
hjá StÍF, er ikki heilt
nøgdur við dystin. Hann
heldur, at StÍF skal av
gera dystin í fyrra hálv
leiki.
– Eg eri ikki heilt
nøgdur við javnleikin.
Í fyrra hálvleiki føra
vit við seks málum, og
hetta skulu vit klára at
halda. Her branna vit ov
illa, og tað megna vest
menningar at gera sær
dælt av. Í pørtum av
dystinum eru vit eisini
ov ótolnir og skjóta ov
tíðliga, tá vit eru komnir
í álop. Annars eri eg sera
væl nøgdur við verjuna
og Marian í málinum,
so nú mugu vit bara
stríðast víðari.
StÍF førdi mest sum
allan dystin á Skála,
men Kyndil megnaði
at bjarga sær eina stig
ið ímóti endanum.
Sjálvt um bæði liðini
høvdu møguleika at
avgera dystin í síðstu
sekundunum, so vóru
tey sum heild nøgd
við javnleikin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Oddadystur var í høllini á
Skála leygardagin, tá StÍF
tók ímóti VÍF. Bæði liðini
vunnu í fyrsta dystinum, og
tí kann sigast, at hetta var
ársins fyrsti oddadystur hjá
monnunum.
Tað var eitt skaðarakt
heimalið, sum møtti upp í høll
ini. Bæði Sveinur og Leivur
Justinusen vóru ikki við vegna
skaða. Sama trupulleika hevði
Bárður Danielsen. Harafturat
manglaði Artur Johansen, tí
hann fekk beinleiðis reytt kort
í fyrsta dystinum.
Vestmenningar vóru eisini
illa raktir av skaðum, sjálvt
um tað sá heldur betri út
hjá teimum. Ingi Olsen og
Agnar Joensen vóru ikki við
vegna skaða, men annars var
alt fólkið tókt.
StÍF reyk avstað
Dysturin var ikki meir enn
blástur í gongd, so sá man,
hvønn veg tað bar. Dysturin
var bert 10 minuttir gamal,
so hevði StÍF lagt seg á odda
við 5 málum, 7-2. Tað var
týðiligt, at teir vóru sera
uppsettir til henda dystin,
og harafturat fekk Marian í
málinum hjá StÍF eina sera
góða byrjan.
Sum hálvleikurin leið kom
VÍF tó betri við í dystin, og
fimm minuttir fyri steðgin
var munurin minkaður niður
í trý mál.
Tað var ikki minst orsakað
av eini góðari verju og einum
vælleikandi Eli Müller í
VÍF-málinum, at munurin
ikki var størri enn hesi trý
málini, og beint fyri hálvleik
megnaði VÍF eisini at fáa
eitt mál afturat, soleiðis at
munurin nú bert var tvey
mál. Hálvleiksstøðan var
12-10 til StÍF.
Málverjarnir áttu
seinna hálvleik
Høvdu málverjarnir báðir
staðið væl í fyrra hálvleiki,
so var heilt øðrvísi í seinna
hálvleiki. Serliga í byrjanini
vóru teir sannir brandar, og
tað var til tíðir sera ringt hjá
báðum liðunum at fáa bóltin
í málið.
Leikliga var dysturin
rættiliga rótutur hesa løt
una, og spælararnir gjørdu
nógvar feilir. Hetta gjørdi
eisini, at bæði liðini fingu
fleiri møguleikar at renna
skjótálop, men oftast bjarg
aðu Marian og Eli hvør í
sínum lagi.
Sjálvt um málmenninir
stóðu ein ótrúliga góðan
dyst, so komu tó nøkur mál
afturat, og hesa løtuna vóru
vestmenningar omaná. Stóran
part av hálvleikinum megnaðu
strandingarnir at halda VÍF
aftan fyri seg, men tá 10
minuttir vóru eftir bragdaði
hjá vestmenningum. Tá komu
teir upp á javnleik, og so var
dysturin púra opin.
Eftir at VÍF var komið
uppá javnleik, leikaði javnt á
restina av dystinum, og VÍF
var eitt skifti á odda. Men
hvørja ferð kom StÍF aftur,
og tá ein minuttur restaði
av dystinum stóð á jøvnum
23-23.
Hendingarríkur
minuttur
Síðsti minutturin bleiv tó
sera hendingaríkur. VÍF
hevði bóltin, og líkt var til,
at teir ætlaðu at nýta alla
tíðina í hesum álopi. Hetta
skuldi tó ikki vísa seg at
henda. Vestmenningar mistu
bóltin, og StÍF streyk avstað.
Venjarin var tó skjótur at
hála time out skiltið upp, og
við bert 40 sekundum eftir
at leika høvdu strandingar
bóltin, meðan teir fóru út at
tosa um tingini.
Nú var einki at ivast í,
at strandingar fóru at leika
tíðina út, og so royna at
skjóta mál í allar síðstu sek
undunum. Hetta var júst tað,
sum hendi. Men enn einaferð
gjørdu teir ein tekniskan feil,
og so fekk VÍF bóltin.
Nú var teirra túrur at taka
time out, og við bert níggju
sekundum eftir at spæla
høvdu teir bóltin á miðjum
vølli. Teir kláraðu at spæla seg
fram til ein opnan møguleika,
men leikarin við bóltinum
ivaðist ov nógv, og alt endaði
við, at hann gjørdi álopsfeil,
og so endaði dysturin við
javnleiki 23-23.
Strandingar iðra seg helst
mest um javnleikin, tí teir eitt
skifti førdu við seks málum.
Teir vóru tó ikki nóg neyvir
í avgerðandi løtum, og hetta
megnaðu vestmenningar at
gera sær dælt av. Teir bardu
seg upp á javnleik, og sæð
yvir allan dystin, so var hetta
eitt rættvíst úrslit.
Liðini býttu stigini á Skála
Málskjúttar StÍF:
Finnur Hansson 7, Mortan Hansen 5, Jakob Jónsson
5, Terji Poulsen 3, Rúni Niclassen 1, Andre Danielsen
1, Jørmund Joensen 1
Útvísingar StÍF: 4
Málskjúttar VÍF:
Sámal Joensen 6, Harald Bjørgvin 3, John Zachariassen
3, Áki G. Olsen 3, Regin Joensen 3, Áki Müller 2, Sjúrður
Poulsen 2, Rúni Joensen 1
Útvísingar VÍF: 4
FAKTA
StÍF førdi stórt í fyrra hálvleiki. Teir megnaðu tó ikki at halda vestmenningunum aftanfyri seg, og sum heild høvdu vestmenningar
uppiborið javnleikin, tí teir kempaðu veruliga fyri stiginum.