Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ] Neistin fekk sín fyrsta sigur, tá teir vunnu stórsigur í Kollafirði ímóti KÍF. Eisini meistaraliðið úr Kyndli fekk sín fyrsti sigur, tá teir bastu hoyvíkingum á Hálsi. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Umframt dystin á Skála millum StÍF og VÍF, so vóru eisini tveir aðrir dystir á skránni í Atlantic Airways deildini í vikuskiftinum. Í Kollafirði tók KÍF ímóti Neistanum, meðan H71 vitj­ aði hjá Kyndli á Hálsi. 17 dýrir minuttir hjá KÍF Leygardagin vitjaði Neistin hjá KÍF í Kollafirði. Hesi bæði liðini høvdu tapt teirra fyrsta dyst, og tí var týdningarmikið hjá báðum at vinna dystin henda dag­ in. Liðini vóru eisini jøvn fyrstu løtuna, og tað sást, at bæði vildu hava stigini. KÍF legði heldur bragdligari fyri og førdi fyrstu løtuna. So kom Neistin tó betur við í dystin, og eitt skifti førdu teir 7-4. Hetta var tó bert ta eina ferðina, og tá 10 minuttir restaðu í fyrra hálvleiki vóru bert tvey mál á muni, og tað var Neistin, sum førdi. So stóð fullkomiliga fast hjá kollfirðingum. Frá støðuni 11-9 økti Neistin um leiðsluna, og tá farið var til hálvleiks, var støðan heili 17-9. Hesa føringina útbygdi neistaliðið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, soleiðis at støðan eftir seks minuttum var heili 20-9 til Neistan. Hesa løtuna hevði KÍF ikki skora í heili 17 minuttir. Hetta vildu kollfirðingar tó ikki hava sitandi á sær, og næstu løtuna minkaðu teir um munin niður í seks mál. Her brendu teir eitt brotskast, og vóru sera óhepnir ikki at minka enn meir um munin. Tað bleiv tó við hesi seks málini, og spekuliga byrjaðu neista­ menn aftur at økja um leiðsl­ una. Teir øktu við nøkrum málum síðstu løtuna, og enda­liga úrslitið gjørdist 30-20 til Neistan. Nú er Neistin so komi á stigatalvuna, og tað við lít. Ein 10 mála sigur talar fyri seg, og teir vóru eisini væl betri enn KÍF henda dagin. Vit fara at síggja nógv meir til Neistan hetta kappingarárið, og um teir halda fast um hesa gongdina, so kunnu teir lættliga enda millum trý tey ovast. Hjá kollfirðingum sær hinvegin ikki so gott út. Um teir skulu gera sær vónir um at enda í medaljunum, so mugu teir taka annað skinn um bak. Meistararnir fingu fyrsta sigurin Ein annar dystur var eisini á skránni í Atlantic Airways deildini sunnudagin. Her tók Kyndil ímóti H71, sum í fyrsta umfarinum hevði tikið øll á bóli, tó teir vunnu tryggan sigur á KÍF. Aftur henda dagin vístu ungu hoyvíkingarnir gott spæl, og teir góðu meistar­ unum harða mótstøðu. Í fyrra hálvleiki førdi H71 næstan allan vegin, og tá 20 minuttir vóru farnir var støðan 11-9 til H71. So komu meistararnir betur við í dystin, og síðstu løtuna av fyrra hálvleiki fingu teir bart seg fram um H71, soleiðis at hálvleiksstøðan var 16-14 til Kyndil. Í seinna hálvleiki fekk H71 aftur eina betri byrjan, og teir løgdu seg eisini tíð­­liga á odda. So valdi Kyndil at senda Dia á Lava í málið, og ungi málverjin tók veruliga broddin av H71. Ferð aftaná ferð bjarg­ aði hann skotroyndum frá H71, og hetta gjørdi, at Kyndil spekuliga økti um leiðsluna. Tá knapt korter var farið av seinna hálvleiki, var støðan 24-19 til Kyndil, og hesa leiðslu megnaðu teir at varðveita restina av dystinum. Sjálvt um hoyvíkingar royndu at kempa seg inn aftur í dystin, so vóru kynd­ arnir ov sterkir, og endaliga úrslitið gjørdist 36-31 til Kyndil. Sigurin var sum heild uppi­borin, og kyndla­menn­ inir eru nú komnir upp á stigatalvuna. Tað var serliga ein vælleikandi Dia á Lava, sum gjørdi munin henda dagin, men eisini Ragnar Stakksund á høgri vongi vísti stórspæl við sínum átta málum. Hann megnaði næstan hvørja ferð at snýta Levi í H71-málium, og tað er gott tekin fyri vongin, sum síðsta árið hevur havt afturvendandi skaða í øksl­ ina. Hoyvíkingar kunnu eisini vera nøgdir við sín innsats. Sjálvt um teir taptu, so vístu ungu leikararnir gott spæl, og teir vóru serliga sterkir í skjótálopunum. – Uppiborin sigur Ein av leikarunum hjá Kyndli, Hjalti M. Jacobsen, heldur, at sigurin var fult uppi­ borin. Hann ásannar tó, at H71 gjørdi tað ringt fyri Kyndil. - Vit fáa eina ringa byrjan uppá dystin, men kempa okkum fram­við hoyvíkingum áðrenn hálvleik. Dia á Lava kom inn í málið í seinna hálvleiki, og hann gjørdi tað ótrúliga gott. Tá vit eru farnir fýra ella fimm mál framvið hoyvíkingum, so hava vit fult tamar­ hald á dystinum, og tí var sigurin hjá okkum uppiborin í dag. – Verjan svíkur Niels Viggo Niclasen, sum er ein av royndu leikarunum á H71- liðnum, heldur, at verj­ an sveik ímóti Kyndli sunnukvøldið. - Vit lata 36 mál ígjøgnum, so tað er verj­an, sum kiksar í dag. Vit klára illa at halda Janus Einar á strikuni hjá Kyndli, og hann dugir eisini væl at skapa pláss til hinar leikararnar. Hetta er helst tað, sum vinnur dystin fyri teir. Til tíðir brenna vit eisini opnar møguleikar, og tað ger Kyndil sær dælt av. Vit hava eitt gott skjótálop henda dagin, og hetta skulu vit taka við frá hesum dystinum, har­ afturat skulu vit bøta um verjupartin. Beckham bíðar við samráðingum Enski fótbóltsspælarin David Beckham steðgar nú á í sáttmálasamráðingunum við Real Madrid. Sáttmálin millum partarnar gongur út næsta summar, og samráðingarnar eru byrjaðar. Men Beckham er ikki fastur maður á liðnum hjá Real Madrid, og tí vil hann bíða við samráðingunum. Tað hevur verið nevnt, at Beckham kundi hugsa sær at farið til USA at spæla fótbólt, men eisini italsku feløgini Inter og Milan eru áhugað í honum. Havnarliðini á stigatalvuna Heini mátti lúta fyri FCK Helsingør spældi í gjár ímóti FCK í bestu hondbóltsdeildini í Danmark. FCK er oddalið í deildini, og teir vunnu eisini dystin ímóti Helsingør við fleiri málum – úrslitið gjørdist 38-31. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin, hóast tað bert var eitt mál á muni millum liðini í hálvleikssteðginum. Føroyski hondbóltsspælarin Heini Hanusarson spældi við hjá Helsingør, og hann gjørdi trý av málunum hjá sínum liði. Málskjúttar KÍF: Damir Oros 6, Jóan Pauli Olsen 4, Karl Johan Djurhuus 3, Daniel Rapa 3, Rógvi Weihe 2, Mirko Milinkovic 1, Súni Davidsen 1 Útvísingar KÍF: 4 Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 12, Áki Mørk 4, Yougosla Dumic 4, Helgi Mikkelsen 4, Dann Thorleifsson 2, Roar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesten 2 Útvísingar Neistin: 6 Málskjúttar Kyndil: Ragnar Stakksund 8, Rókur Akralíð 8, Hjalti M. Jacobsen 6, Hans Áki Dal Christiansen 4, Hanus H. Johansen 4, Janus Einar Sørensen 3, Kenn Zachariasen 2, Brian V. Poulsen 1 Útvísingar Kyndil: 4 Málskjúttar H71: Niels Viggo Niclasen 10, Esbern Patursson 8, Dánjal Tórgarð 5, Poul K. Dam 3, Gunnar Bláberg 2, Christian Eli Zachariasen 1, Magnus D. Olesen 1, Tróndur Vatnhamar 1 Útvísingar H71: 3 KÍF mátti enn einaferð taka eitt stórtap á sínar herðar. 17 dýrir minuttir avgjørdu dystin, tá Neistin fekk 9 mál, og KÍF einki! Neistin er nú veruliga komið í gongd, og teir høvdu væl og virðiliga uppiborið sigurin í Kollafirði.