mánadagur 16. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 199 - 16. oktober 2006 ]
- Fingu
Stjørnuna
at ótolnast
Venjarin hjá StÍF, Jústi
nes Justinussen, var
sum heild væl nøgdur
við sítt lið. Hann helt, at
StÍF stóð væl í verjuni,
og at Stjørnan hevði
stórar trupulleikar við
at lata verjuna upp.
– Vit verja ótrúliga
væl. Stjørnan hevur
stórar trupulleikar við
at sleppa ígjøgnum
okkara verju, og hetta
eri eg sera fegin um.
Vit spældu klókt í
álopinum, og fingu
teirra verju at ótolnast.
Tíverri
høvdu
vit
trupulleikar at steðga
Alinu, og hon megnaði
eisini at vinna dystin
fyri Stjørnuna at enda,
staðfestir Jústines.
– Spæla
altíð illa
á Skála
Una Olsen hjá Stjørnuni
var nøgd við stigini á
Skála leygardagin. Hon
var tó ikki nøgd við
spælið, og heldur, at
Stjørnan hevur tað ikki
ov gott inni á Skála.
– Vit hava tað ikki
gott inni á Skála. Vit
spæla altíð illa her,
og tað mugu vit gera
nakað við framyvir.
Tað tykist, sum um vit
ikki eru motiveraðar,
og tað dugi eg ikki heilt
at skilja. StÍF spælir
tó klókt og dregur
leikferðina niður. Hetta
fær okkum at ótolnast,
og tá gera vit feilir.
Tíbetur vinna vit dystin
at enda, men spælið má
betrast til næsta dystin,
sigur Una Olsen.
UEFA stúrir fyri landsliðum
Belgiska felagði Charleroi koyrir í løtuni eitt sakarmál ímóti
FIFA. Orsøkin er, at ein spælari hjá teimum varð skaddur í
landsdysti fyri Marokko, og Charleroi heldur seg hava krav til
endurgjald fyri tíðina, ið spælarin ikki fekk spælt fyri felagið
orsaka av hesum. Ein UEFA-talsmaður stúrir fyri framtíðini
hjá landsliðunum, um Charleroi fær viðhald í sínum máli.
- Tað verða bert tey stóru londini, sum fara at hava ráð til at
hava landslið, sigur William Gillard við BBC.
Kvinnuliðið hjá StÍF
mundi enn einaferð
snýtt meistararnar
úr Stjørnuni. VB
megnaði eisini at basa
Kyndli í Havn, og
sostatt vunnu báðir
favorittarnir í teirra
fyrsta dysti.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðsta vikuskiftið fór Sun
set kappingin í gongd,
men tá var bara tann eini
dysturin á skránni. Hetta
vikuskiftið vóru tveir dystir
á skránni, og millum annað
meistaraliðið úr Stjørnuni
spældi á Skála, meðan VB
vitjaði í Høllini á Hálsi hjá
Kyndli.
StÍF mundi snýtt
Stjørnuna
Tann fyrri dysturin, sum var
á skránni hjá kvinnunum,
var leygardagin í høllini
á Skála. Her tóku stranda
kvinnur ímóti meistarunum
úr Stjørnuni.
Stjørnan hevur mangan
havt tað trupult á Skála, og
henda søgu endurtók seg
leygardagin. Í fyrra hálv
leiki leikaði javnt á. StÍF
fekk eina betri byrjan, men
Stjørnan svaraði skjótt aftur.
Eftir hetta skiftust liðini um
at vera á odda. Tá farið var
til hálvleiks, var støðan 10-
11 til Stjørnuna.
Í øðrum hálvleiki var
gongdin nakað øðrvísi enn í
fyrra. Eftir eitt javnt korter,
tók StÍF yvir. Frá støðuni
14-14 øktu tær uppá 5
minuttir uppí 18-15, og so
lúrdi sensatiónin veruliga
á Skála.
Tá hetta hendi, valdi
Henrik Gerster at taka time
out, og tað er ein spurningur,
um ikki júst henda avgerð
vendi dystinum. Eftir hetta
stóð Stjørnan á øllum, og
ikki minst Alina Olaru
tók ábyrgd. Av síðstu seks
málunum skeyt hon tey
fýra, meðan StÍF hevði ilt
við at raka málið hesa løt
una.
At enda var sigurin hjá
Stjørnuni ikki í vanda,
tí tá tær vóru komnar á
odda við tveimum málum
var týðiligt, at StÍF ikki
hevði orku at svara aftur.
Endaliga úrslitið á Skála
gjørdist 22-19 til Stjørnuna,
men sum heild má sigast,
at stjørnukvinnurnar skulu
vera glaðar at sleppa yvir
um
klaksvíksfjørð
við
báðum stigunum. Hinvegin
kunnu strandakvinnur ergra
seg, tí tær vóru líka við at
skapa eina stóra sensatión.
At enda kiksaði, men tær
stríddust sera væl allan dyst
in.
VB basti Kyndli
Seinni
dysturin
hetta
vikuskiftið var í høllini á
Hálsi, har Kyndil tók ímóti
VB. Undan dystinum var
ilt at meta um, hvussu
hesin dystur fór at enda.
Kyndil hevur fingið onkran
royndan leikara afturat
hópinum, og tí var onkur,
sum væntaði ein góðan og
spennandi dyst í Havn.
Í fyrra hálvleiki var eisini
líkt til, at dysturin fór at
gerast spennandi. Verjurnar
og málverjarnir stóðu sera
væl, og tí komu ikki nógv
mál henda hálvleikin. Tá
liðini fóru til hálvleiks var
støðan 7-6 til VB.
Í seinna hálvleiki kom
meir gongd á álopsspælið
hjá báðum liðunum, men
tey fylgdust tó fyrstu løtuna.
Tá knappir 10 minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki
var støðan 11-11. Men so
fór VB í gongd, og ikki
minst Daiva Tuomaite og
Gurið Mortensen tóku full
komiliga yvir eina løtu. Frá
11-11 økti VB um leiðsluna
upp í 15-11, og eftir hetta
hevði Kyndil ringt við at
koma aftur í dystin.
Sum dysturin leið sást, at
tær ikki kláraðu at hála VB
leiðsluna inn aftur. Leiðsl
an helt sær allan dystin, og
tá teir 30 minuttirnir vóru
farnir an seinna hálvleiki,
vóru enn fýra mál á muni
millum
liðini.
Úrslitið
gjørdist 24-20 til VB, og
sostatt hava tær fingið eina
góða byrjan uppá kapp
ingina.
Daiva Tuomaite spældi
ein sera góðan dyst fyri
VB, og hon fekk ikki færri
enn 12 mál. Hon sær sostatt
út til at halda somu kós,
sum síðsta kappingarár.
Hjá Kyndli kom ósigurin
sjálvsagt ikki so væl við,
men liðið hjá teimum sær tó
spennandi út, og tær kunnu
saktans leypa hvøkk á fleiri
av hinum liðunum í ár.
Sámal liðugur fyri í ár
Miðvallarspælarin Sámal Joensen, sum hevur
verið millum bestu spælararnar í kappingini í ár,
spældir ikki í seinastu tveimum dystunum hjá
GÍ. Sámal fekk ein skaða í knæið undir venjing,
og hann má binda frið í fleiri vikur. Tí kann
hann ikki spæla við, tá ið GÍ týskvøldið spælir
ímóti KÍ í Klaksvík ella í seinasta dystinum
leygardagin, sum verður á heimavølli ímóti
B36.
Málskjúttar StÍF:
Rebekka Justinusen 7, Ninna K. Johansen 5, Poula D. Olsen
2, Ata Gregersen 2, Bára B. Danielsen 2, Jóhanna í Króki 1
Útvísingar StÍF: 3
Málskjúttar Stjørnan:
Alina Olaru 8, Durita Christophersen 6, Anna Kristina
Samson 2, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 2, Simona
Petersen 1, Maria við Neyst 1
Útvísingar Stjørnan: 0
Málskjúttar Kyndil:
Lina Andriulyte 6, Jacklin Durhuus 5, Jórunn Ludvig 4,
Ronja M. Mikkelsen 2, Barbara Egilstrøð 1, Anja Heinadóttir
1, Brynhild Klein 1
Útvísingar Kyndil: 2
Málskúttar VB:
Daiva Tuomaite 12, Gurið Mortensen 4, Jóna Thorsteinsson
3, Una Egilsdóttir 2, Theresa Joensen 2, Margreth
Augustinussen 1
Útvísingar VB: 2
Sensatiónin lúrdi
StÍF var líka við at snýta meistararnar úr Stjørnuni. Tær førdu seint í seinna hálvleiki við triumum málum, men á sjálvari
málstrikuni kiksaðu tær. At enda vann Stjørnan við trimum málum, og tað var sum heild uppiborið.