mánadagur 16. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2006
31
lýsingar
VinnumálaráÐiÐ
Tú hevur áræði og hug til at vera
við til at skapa framtíð Føroya
Nú eitt av okkara starvsfólkum er farið í annað starv, sóknast Menningardeildin
í Vinnumálaráðnum eftir einum nýggjum starvsfelaga at byrja 1. desember
2006 ella skjótast til ber eftir hetta. Talan er um eitt fulltrúastarv, har ið tú
umframt vanligu arbeiðsuppgávurnar kemur at luttaka í og fáa ábyrgd av størri
verkætlanum. Av verkætlanum, sum arbeitt verður við á deildini í løtuni, kunnu
t.d. nevnast:
• at einskilja fyritøkur landsins
• at betra um møguleikarnar at ferðast loftvegis. Dagføra floghavnina og skapa
gróðrarbotn undir økta kapping á Føroyaleiðini
• at styrkja vinnuframaátøk og íverkasetan, herundir at leggja Menningarstovuna
og Ferðaráð Føroya saman í ein dynamiskan vinnuframastovn
• at dagføra vinnulóggávuna soleiðis, at hon fylgir altjóða standardum
• leggja framtíðarætlanir fyri økið
Vinnumálaráðið er umsitingin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Menningardeildin er ein dynamisk deild, hvørs umsiting fevnir breitt um
fleiri áhugaverd øki, og har fjøltáttaðar og vaksandi uppgávur standa fyri
framman. Deildin fæst við almenna vinnumenning, herundir vinnuframamál,
ársroknskaparmál, partafelagsmál, grannskoðanarmál, fjarskiftismál, KT-vinnu,
postmál, kappingarmál, vega- , og havnamál, og ferðslu-, og flogferðslumál.
Vit hugsa okkum, at tú:
• hevur útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. sum búskapar- ella løgfrøðingur.
• ert dynamisk/ur og kreativ/ur
• hevur góð samstarvsevni
• hevur góð evni at hava fleiri bóltar í luftini ísenn
• megnar at arbeiða undir stórum arbeiðstrýsti
• hevur hollan kunnleika til danskt og enskt, umframt føroyskt
• dugir at nýta vanlig KT-forrit
Meiri fæst at vita um starvið um tú vendir tær til Arna Poulsen, aðalstjóra á tlf. 35
60 70 ella Niels Winther, deildarstjóra á tlf. 35 60 76
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu saman við prógvum, CV og
møguligum viðmælum sendast til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
Umsóknin skal verða Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30.
oktober 2006.