týsdagur 17. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
5
tíðindi
Loysti seg
Tað er ikki bara í Føroyum, at smáar kommunur
aftra seg við at leggja saman við teimum stóru.
Tá kommunurnar í Danmark løgdu saman,
vildu tey á Fanø ikki leggja saman við Esbjerg,
tí tey væntaðu at missa alla ávirkan. Stjórnin
slakaði, og tey fingu sín vilja. Nú um dagarnar
kundi kommunan á oynni so vísa øðrum, at
tað loysti seg, tí við 22,32 prosentum hevur
Fanø tað lægsta kommunuskattaprosentið í
landinum.
Avgerðin um, hvørt
mannamunsgreinin
skal broytast, soleiðis
at samkynd verða
vard í revsilógini,
tykist liggja hjá Sverra
Midjord úr Javnaðar
flokkinum, sum ikki
vil geva eitt greitt
svar. Fýra tingmenn,
ið atkvøddu ímóti á
jólum, hava broytt
støðu
Samkynd
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Vent er í holuni. Fýra ting
menn, ið atkvøddu ímóti
lógaruppskotinum
um
at skoyta »kynsliga orien
tering« upp í í mannamuns
greinina í revsilógina, hava
broytt støðu.
Tveir tjóðveldismenn og
tveir sambandsmenn siga
seg nú vera fyri at broyta
§ 266 b í revsilógina,
soleiðis at samkynd eisini
verða vard móti happing.
Hesir eru Hergeir Nielsen,
Páll á Reynatúgvu, Johan
Dahl og Marjus Dam.
Sostatt stendur á jøvnum
í løgtinginum, 16-16, um
uppskotið, sum á jólum fall
við 20 atkvøðum ímóti,
væntandi stendur fyri aðru
viðgerð um ein góðan
mánað.
Johan og Marjus
samdir
- Eg atkvøddi ímóti upp
skotinum á jólum, tí eg
metti, at tey samkyndu
longu vórðu vard sambært
lógini. Men so er ikki, og
tí atkvøði eg fyri einum
líknandi uppskoti, um ikki
samgongan kemur við eini
aðrari loysn, sigur Johan
Dahl, sum tó ivast í, at
samgongan finnur eina
semju.
Grundgevingarnar
hjá
Marjus Dam at atkvøða fyri
eru á leið tær somu sum hjá
partamanninum.
- Mín grundhugsan er,
at fólk ikki skulu verða
forfylgd. Eg helt, at tey sam
kyndu vórðu vard í revsi
lógina, men hendingarnar,
sum vit hava hoyrt um í
fjølmiðlunum,
eru
so
grovar, at okkurt má gerast.
Er uppskotið um at broyta
revsilógina einasta loysnin,
so taki eg undir við tí, sigur
Marjus Dam, sum tó leggur
dent á, at hann er ímóti
skrásettum parlagi.
Avgerðin liggur hjá
Sverra Midjord
Tær fýra atkvøðurnar frá
ávikavist Tjóðveldis- og
Sambandsflokkinum røkka
tó ikki til at samtykkja
lógaruppskotið, tí meiriluti
má vera fyri.
Men okkurt bendir á, at
meiriluti kann vera fyri upp
skotinum. Sverre Midjord,
sum
seinast
atkvøddi
ímóti, er nevniliga ikki so
avgjørdur, sum hann var á
jólum.
- Eg vil gjarna hava
betri grundgevingar frá
løgregluni um, hvussu tað
kann bera til, at summi fólk
kunnu verða happað. Tað
átti ikki at borið til. So eg
bíði eftir løgregluni, sigur
Sverre Midjord.
Hvørt hesi úttalilsi skulu
tulkast sum eitt »fyri«
ella »ímóti« at broyta lóg
ina, er ilt at siga, men
við Dimmalætting fyrr í
mánaðinum segði Sverre
Midjord, at hann fór at
umhugsa sína støðu, um
løgreglan onki kann gera
fyri at forða, at samkynd
verða happað. Hann legði
tó afturat, at hann ikki
ætlaði at gera nakra serlóg
fyri samkynd, og at hann
persónliga metti, at tey eru
vard, sum er. Niðurstøðan
er sostatt eitt ógreitt svar
frá Sverra Midjord.
Á jólum sat Mamy Dahl
Sørensen í løgtinginum fyri
Vilhelm Johannesen. Hon
atkvøddi fyri, og tað sigur
Vilhelm Johannesen seg
eisini fara at gera. Hinvegin
er lítið sannlíkt, at Gerhard
Lognberg ella Henrik Old
broyta støðu.
Men tað er ein sannroynd,
at Javnaðarflokkurin hevur
gjørt eina yvirlýsing, har
flokkurin sigur seg vera
fyri, at samkynd verða
vard við lóg. Formaðurin í
flokkinum, Jóannes Eides
gaard, løgmaður, er eisini
heitur forsprákari fyri at
broyta lógina.
Alternativ
samgonguloysn
Hugsandi er tó, at sam
gongan finnur eina millum
loysn á málinum. Fleiri
samgongulimir, sum Sosial
urin hevur prátað við,
hava givið til kennar, at
teir ynskja, at samgongan
finnur eina felags loysn á
málinum.
Tann loysnin tykist ikki
vera heilt í tráð við uppskot
ið, sum tingmanningin hjá
Tjóðveldisflokkinum hevur
lagt fram. Ein loysn, ið bæði
tinglimir hjá Fólkaflokkin
um og Sambandsflokkinum
hava nevnt, er fullkomiliga
at strika minnilutabólkarnar
í
mannamunsgreinini,
soleiðis at greinin verður
generell og fevnir um øll.
Tekur ein góðan
mánað
Lógaruppskotið er longu
sent Løgtingsskrivstovuni.
Finnur Helmsdal og Annita
á Fríðriksmørk, sum løgdu
tað fyri løgtinginum seinast,
hava hesaferð fingið hini
tjóðveldisumboðini afturat
sær undantikið Karsteni
Hansen.
Tað plagar at ganga ein vika
hjá Løgtingsumsitingini at
kanna uppskotið, áðrenn
tað formelt verður lagt fram
til fyrstu viðgerð. Síðani
verður málið beint í nevnd,
í hesum førum helst í
rættarnevndina, sum kemur
við tilmæli umleið ein mán
að seinni. Og so verður
Avgerðin liggur hjá Sverra Midjord
Kvinnutrot
Fleiri kommunur í Norðurnoregi rópa varskó,
tí har eru alt ov fáar kvinnur í barnførum aldri.
Í Troms eru 1.529 færri kvinnur enn menn
í aldrinum 20-44 ár, og ein uppgerð fyri alt
Norðurnoreg vísir, at har vanta umleið 3.800
kvinnur í barnførum aldri. Í fleiri kommunum
eru 20 prosent fleiri menn enn kvinnur í
meðalaldri. Ein lítil uggi er tað kanska, at fyri
20 árum síðani var kvinnutrotið í Norðurnoregi
tvær ferðir so stórt sum nú.
Soleiðis varð atkvøtt
seinast
20 tingmenn atkvøddu ímóti, og 12 atkvøddu fyri, tá
uppskotið um at broyta § 266 b í revsilógini við at skoyta
»kynsliga orientering« upp í mannamunsgreinina, 13.
desember í fjør fall. Soleiðis varð atkvøðubýtið:
Nei:
Alfred Olsen
Anfinn Kallsberg
Bill Justinussen
Edmund Joensen
Gerhard Lognberg
Heðin Zachariasen
Henrik Old
Hergeir Nielsen
Jenis av Rana
Jógvan við Keldu
Johan Dahl
Jørgen Niclasen
Kári P. Højgaard
Karsten Hansen
Kjartan Joensen
Marjus Dam
Olav Enomoto
Óli Breckmann
Páll á Reynatúgvu
Sverre Midjord
Ja:
Andrias Petersen
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Heidi Petersen
Høgni Hoydal
John Johannesen
Kaj Leo Johannesen
Kristian Magnussen
Lisbeth L. Petersen
Mamy Dahl Sørensen
Poul Michelsen
Tórbjørn Jacobsen
Blank: Eingin
Fyri ella ímóti? Tað er
spurningurin, nú tað
tykist sum Sverre Midjord
verður tungan á vágskálini
í avgerðini, um hvørt
samkynd skulu verða
vard í revsilógini ella ikki.
Javnaðartingmaðurin gevur
einki greitt svar. Johan Dahl
hinvegin er millum teir fýra,
ið hava broytt støðu. Hann
sigur seg nú atkvøða fyri
uppskotinum