týsdagur 17. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 200 - 17. oktober 2006
tíðindi
Skulu velja heim
Tey gomlu í Danmark skulu fáa betri møguleikar at velja,
um tey vilja fara á eitt alment ella eitt privat ellisheim. Tað
er kommunan hjá tí einstaka, sum ger av, um eitt fólk kann
fara á privat ellisheim, men av tí at kommunurnar reka
tey almennu ellisheimini, aftra tær seg við at gera tað. Nú
ætlar almannamálaráðharrin at broyta lógina, so tey gomlu
fáa rætt til at velja, um tey vilja fara á eitt alment ella á eitt
privat ellisheim.
Sjúkir í skúla
Tey seinastu árini hava norskir lærarar fingið meiri at gera
enn fyrr, og tað hevur gjørt, at teir javnan liggja sjúkir
við hús. Men sambært skúlastjórafelagnum í Hordalandi
eru lærararnir ov sjáldan við hús vegna sjúku. Orsøkin
er sambært felagnum, at lærararnir kenna seg noyddar at
fara í skúla, sjálvt um teir eru sjúkir, tí skúlaverkið hevur
alt ov fáar vikarar. Eisini halda lærararnir, at teir svíkja
næmingarnar, fara teir ikki í skúla.
Operan ”Í Óðamans
garði” gevur nú
endurljóð í útlendsk
ari pressu. M.a. hava
báðir teir donsku
miðlarnir Danmarks
Radio og Politiken
gjørt rætt iliga fitt
burtur úr operuni
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Við yvirskriftini ”Melodra
ma uden staffage” gevur
Politiken ”Í Óðamansgarði”
4 av 6 hjørtum í mánadags
útgávuni. Í ummælinum
verður malið eitt sindur um
øll lombini í Havn og gras
grønar líðir, men tá ummæl
arin aftur setur kikaran á
framførsluna, er hann sum
heild sera jaligur. Serliga
fáa sjónleikararnir rós.
Hans Tórgarð fyri sítt spæl
sum ”sensitiv og diskret
som den følsomme dreng”,
og Gunnvá Zachariasen fær
m. a. skotsmálið ”barsk
og
nøjagtig”.
Ummæl
arin
vónar,
at
operan
leggur leiðina fram við
operahúsinum í Keypman
nahavn.
Sunleif og Verdi
Í sendingini Operanyt á P2
í danska útvarpinum leygar
dagin varð bróðurparturin
av tíðini brúktur til føroysku
operuna hjá Sunleif Rasmus
sen. Av øðrum tónaskøldum
í sendingini kunnu nevnast
Verdi, og tað sigur kanska
ikki so lítið.
Eisini her var eitt sindur
av tí ”etniska” tikið fram,
sum ikki hevði nakað bein
leiðis við tónleik at gera.
M. a. ótu tey turran fisk
í
útvarpsstovuni.
Men
annars var drúgv reportaga
úr Føroyum, har tey m. a.
prátaðu við Sunleif Rasmus
sen, Dánial Hoydal, Andrass
Olsen, Zacharias Heinesen
umframt útlendskar opera
ummælarar, ið vóru komnir
til Føroya í sambandi við
frumframførsluna.
Operan hoyrist aftur í útlendskum fjølmiðlum
Tunnilin ímillum
Hvalba og Tvøroyri
er so vánaligur, at er
ein stórur trupulleiki
fyri kappingarførið
hjá flakavirkinum í
Hvalba
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tunnlin ímillum Hvalba og
Tvøroyri er so vánaligur,
at hann er ein stórur tru
pulleiki fyri flakavirkið í
Hvalba.
Tað vóru fólk aftanfyri
Delta Seafod á Tvøroyri,
sum fyri einum ári síðani
lótu flakavirkið í Hvalba
uppaftur, eftir at tað hevði
staðið stongt eina tíð.
Men vánaligi tunnilin
ímillum Hvalba og Tvøroyri
førir við sær, at flakavirkið
í Hvalba hevur munandi
verri treytir at virka undir
enn hini flakavirkini í land
inum.
Tunnilin er so lágur, at
nógvir lastbilar og treylarar
fáa ikki koyrt ígjøgnum
hann.
Tí er neyðugt at hava ser
bygdar lastbilar til at flyta
fisk til og frá virkinum.
Hetta eru bilar, sum eru
lækkaðir fyri at passa ígjøg
num tunnilin.
- Tað merkir, at hvørja
ferð, fiskur skal flytast til
virkið í Hvalba og hvørja
ferð virkið í Hvalba skal
avskipa virkaðan fisk, er tí
neyðugt at umskipa fiskin
frá einum lastbili í annan,
sigur Ólavur Bjarkhamar,
stjóri í TG-Seafood sum
hevur flakavirkið í Hvalba.
Kostar 400.000
krónur eyka
Hann sigur, at hetta hetta
førir nógv eyka arbeiði við
sær, sum onnur virki í land
inum ikki hava
- Tað stendst so nógv
eyka arbeiði av hesum
umskipingum, at tað kostar
flakavirkinum í Hvalba ein
ar 400.000 krónur um árið í
eyka útreiðslum, sum onnur
virki í landinum ikki hava.
At
hava
eina
eyka
útreiðslu upp á 400.000
krónur, er ein heilt stórur
trupulleiki hjá einum fiska
virki, tí í hesi vinnuni er
avlopið ógvuliga lítið fram
manundan.
Stjórin á Delta Seafood
sigur, hvørja ferð, tey keypa
fisk aðrastaðni, má fiskurin
umskipast í serbygdan last
bil, áðrenn hann sleppur
ígjøgnum Hvalbiartunnilin
til flakavirkið.
Og hvørja ferð virkið
skal avskipa fiskin aftur,
má hann aftur fyrst upp í
ein serbygdan lastbil og síð
ani aftur umskipast í treylar
ar til Norrønu.
Tað sama er, tá ið fiskur
verður avreiddur í Hvalba
og skal flytast á Delta ella
á onnur virki í Føroyum at
verða virkaður
- Eitt er, at alt hetta eyka
arbeiði førir nógvar útreiðs
lur við sær, sum onnur virki
ikki hava. Men eitt heilt ann
að er, at køliketan verður
brotin, tá ið fiskurin verður
umskipaður og tað er stak
óheppið fyri dygdina. Hetta
førir eisini til seinkingar
og júst tíðin hevur stóran
týdning, tá ið arbeitt verður
við feskum fløkum.
Av tí, at bilarnir eru lækk
aðir, taka teir eisini minni
enn aðrir bilar og tað førir
eisini til eyka útreiðslur.
Ólavur Bjarkhamar sigur,
at teir eru eisini avskornir
frá at bjóða koyringina við
fiski til og frá virkinum, út,
tí tað krevur, at flutnings
fyritøkan hevur ein serbygd
an bil og tað hava tær ikki.
Ikki ómøguligt-
men tungt og dýrt
Hann sigur, at tað er rætti
liga nógv samstarv ímillum
flakavirkið í Hvalba og virk
ið hjá Delta á Tvøroyri.
Tað førir við sær, at at tað
eru rættiliga stórar nøgdir
av fiski, sum verða fluttar
ímillum Tvøroyri og Hval
ba.
Líka torført er tað, tá ið
frystur fiskur skal avskip
ast.
- Frystiframleiðslan verð
ur útflutt við Eimskip í bing
jum sum fara beinleiðis til
viðskiftafólkini í Evropa.
Men bingjurnar sleppa
heldur ikki til Hvalbiar
og tí er neyðugt at flyta
frystiplattarnar leysar upp
til Delta á Tvøroyri, har
teir verða fyltir í bingjur til
avskipingar.
Ólavur Bjarkhamar sigur,
at hóast hetta førir stórar
eyka útreiðslur og nógvar
trupulleikar við sær, er tað
ikki so, at tað ómøguligt at
arbeiða í Hvalba.
- Tað er tað ikki, men tað
er munandi tyngri og dýrari
at hava virkið í Hvalba enn
tað er aðrastaðni við tí ván
aliga og ótíðarhóskandi tun
linum, sum nú er ímillum
Hvalba og Tvøroyri.
Tí heldur hann, at tað
hevur rættiliga stóran týdn
ing, at tunnilin verður dag
førdur, so at vinnan í Hval
ba fær betri umstøður at
arbeiða undir.
Og, hvønn týdning, tað
hevur, nýtist ongum at ivast
í.
Flakavirkið í Hvalba tekur
ímóti einum 4000 tonsum
av fiski í ár. Og tá ið tann
vánaligi tunnilin kostar
virkinum 400.000 krónur
um árið í eykaútreiðslum,
er skjótt at rokna út, at tað
kostar virkinum 10 oyru í
eyka útreiðslum fyri hvørt
kilo, at tunnilin er so ótíð
arhóskandi, at vanligir bilar
ikki passa ígjøgnum hann.
Noyðast at betala 400.000 um árið
fyri at hava arbeiði í Hvalba
- Tað er ikki heilt ómøguligt, men tað er sera dýrt og sera torført at hava flakavirki í Hvalba,
tí tunnilin upp á Tvøroyri er so ótíðarhóskandi, at nógvir lastbilar og treylarar ikki sleppa
ígjøgnum hann, sigur Ólavur Bjarkhamar, stjóri í TG Seafood í Hvalba