týsdagur 17. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
7
tíðindi
Grønland fær næmingaheim fyri verkfrøðilesandi
Eitt næmingaheim fyri verkfrøðislesandi skal nú byggjast í Sisimiut. Hetta er greitt, eftir
at tveir danskir grunnar (Villums Kann Rasmussen Fonden og A.vP. Møller og Hustru
Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal) hava játtað at læta 40 mió. kr til
byggingina.
Tørvurin á einum næmingaheimi er íkomin, eftir at verkfrøðiútbúgvingar nú í nøkur ár
hava verið í Sisimiut. Útbúgvingin er eitt samstarv millum kjarnuna fyri arktiska tøkni
við DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og tekniska skúlan í Sisimiut. Talan er um
eina útbúgving, sum er skraddaraseymað til tørvin hjá teimum lesandi í Grønlandi.
Higartil hevur tilgongdin av lesandi verið darvað av, at trupult var at finna hóskandi
íbúðir. Men nýggja næmingaheimið við 42 íbúðum, loysir trupulleikan, tá tað ætlandi
stendur liðugt í august 2008.
Kópabreyð
Leygardagin kom eitt nýtt slag av rugbreyði í handlarnar
í Tromsø. Hetta er eitt slag av fullkornsbreyði, men tað
serliga við tí er, at bakarin hevur brúkt eina blanding av
olivenolju og kópalýsi til breyðið. Tað eru tveir professarar,
sum hava gjørt ta serligu blandingina, sum teir eisini hava
fingið sær patent uppá. Teir eru á einum máli um, at breyð
við kópalýsi er sera gott fyri fólk við hjartasjúkum og kann
tálma hjartasjúkum.
– Okkara royndir siga okkum, at tølini eru ikki so
høg sum niðri, men vit merkja nakað til trupulleikan,
sigur stjórin í FT-samskifti, Richard Mortensen, sum
tað fyrsta, tá vit leggja tølini úr donsku kanningini
fram fyri hann.
Tá vit so spyrja nærri til tølini hjá Føroya Tele, í
mun telefonir sum hava verið í ólagi, vísir Richard
Mortensen á seinasta árið hjá Føroya Tele, har talið
av garantiumvælingum er góð átta prosent, í mun til
talið av seldum fartelefonum.
– Tá skal so eisini sigast, at ein stórur partur, faktiskt
tríggir fjórðingar, av garantiumvælingunum umfata
software-uppdateringar, sigur hann.
– Tað sýnist sum um, at ritbúnaðurin á fartelefonunum
ofta bert er gjørdur til tær mest vanligu funktiónirnar.
Tá so brúkarin fer at nýta aðrar og meiri krevjandi
funktiónir á telefonini, so er ofta at neyðugt er við
dagføringum av ritbúnaðinum, greiðir stjórin í FT-
samskifti frá.
Tá tølini hjá Føroya Tele av garantiumvælingum bert
eru átta prosent eiga vit at hava í huga, at donsku
tølini umfata eitt tíðarskeið upp á tvey ár, meðan
tølini frá Føroya Tele bara breiða seg yvir eitt ár.
At dagføra ritbúnaðin á fartelefonini tekur ofta ikki
meiri enn fimm minuttir og er tað eisini umfata av
garantinum, so tað kostar onki so longi garantiið
varar.
Richard Mortensen harmast tó um, at trupulleikar
ofta eru við fartelefonunum.
– Tað er keðiligt haldi eg, men fartelefonin er í dag
vorðin ein mótavøra, og tað gera framleiðararnir
sær dælt av, vísir Richard Mortensen á, og sipar til
ritbúnaðin, sum ikki altíð stendur mát við sjálva
fartelefonina.
-rwd
Tíggjunda hvør telefon
í ólagi hjá Føroya Tele
Nokia, Motorola og
Sony Ericson senda
so nógvar fartelefonir
á marknaðin, at
tað gongur út yvir
góðskuna, sum kemur
í aðru røð
FARTELEFONIR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
kup! eitur brúkararáðið hjá
Ekstra Blaðnum. kup! ger
kanningar av góðsku og prís
um á vørum og tænastum,
sum eru á marknaðinum í
løtuni.
Í seinastu kanning síni
hevur kup! spurt lesarar um
royndir teirra við ikki færri
enn 2512 fartelefonum. Nið
urstøðan er greið. 768 av
fartelefonunum hava verið
í ólagi, innan fyri tey bæði
fyrstu árini, klagurætturin
er galdandi. Hetta merkir
tað sama sum, at næstan
triðja hvør fartelefon ikki
riggar sum hon skal, áðrenn
hon er tvey ára gomul.
Oftast galið við
Motorola
Kanningin vísti eisini, at í
prosentum er tað oftast gal
ið við Motorola. 41 prosent
av 74 telefonum hjá teim
um eru í ólagi. Hjá Sony
Ericson hava 35 prosent
verið í ólagi, men Nokia
hevur trupulleikar við 27
prosentum av sínum fartele
fonum.
Ikki bilsin
Anette Højrup er løgfrøðing
ur í danska brúkararáðnum,
og hjá henni koma tølini
ikki dátt við.
– Hetta staðfestir bara
tann illgrunan, sum vit
leingi hava havt. Tey fram
leiða so nógvar fartelefonir,
at tað gongur út yvir góðsk
una. Ítøkiliga eru tað eisini
fartelefonir, sum brúkara
ráðið fær flestar klagur um,
sigur hon.
Annette Højrup heldur,
at handlarnir eiga at vera
skjótari at býta um fartele
fonir, sum ikki rigga.
– Framleiðararnir hava
sannført handlarnir um
heldur at senda telefonirnar
til umvælingar, í staðin fyri
at býta tær um við eina
nýggja telefon. Hetta er
bíligari hjá teimum. Um
handlarnir góvust við tí,
vóru framleiðararnir eisini
noyddir at gera meira burt
ur úr góðskuni, greiðir hon
frá.
Ikki borið til
við buksum
John G. Pedersen eigur fleiri
heimasíður um fartelefonir.
Millum annað mobildebat.
dk, og hann er skelkaður av
úrslitunum í kanningini.
– Hetta hevði als ikki
gingið um talan var um
einar buksur, sigur John G.
Pedersen, sum leingi hev
ur havt ein varuga av, at
okkurt hevur verið galið
hjá framleiðarunum, og at
góðsku metingin ikki hevur
verið nóg góð.
– Eg hoyri frá keldum
í vinnuni, at telefonirnar
ongantíð verða kannaðar av
mannahondum, við einum
sim-korti í. Og tá sigur tað
seg sjálvt, at tað stendur illa
til, sigur hann.
Torben Andersen er pro
fessari í telefonsamskifti við
lærda háskúlan í Aalborg,
og tølini koma ikki óvart
á hann.
– Um eg bara varð spurd
ur, so vildi eg skotið uppá,
at millum ein triðingur og
helvtin av øllum fartelefon
um høvdu brek. Trupulleik
in er tann, at framleiðar
arnir senda telefonirnar á
marknaðin, áðrenn ritbún
aðurin (t.e. software, blðm.)
er liðugur og góðskumettur.
Kappingin er so mikið hørð,
at tey óttast fyri, at kapping
arneytin kemur áðrenn tey
á marknaðin, sigur hann.
620.000 brek
Sambært vinnufelagnum
fyri
brúkaraelektronik
(BFE), vórðu tvær milliónir
fartelefonir seldar í Dan
mark í fjør. Kanningin hjá
kup! sigur, at 31 prosent
av øllum fartelefonunum
høvdu brek og tað svarar
til, at bara í Danmark vórðu
ikki færri enn 620.000 far
telefonir við breki sendar
í handlarnar í 2005, sum
kundar síðani keyptu og
fingu trupulleikar av.
Triðja hvør fartelefon í ólagi
Í Danmark er galið við 31 prosent av fartelefonunum, men í Føroyum sær trupulleikin ikki út til
at vera eins stórur
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er ein trupulleiki
Keypir tú eina telefon frá Kall og tú fært trupulleikar
við henni innan fyri teir fyrstu átta dagarnar, so
fært tú eina nýggja telefon. Við Nokia-telefonum er
hetta galdandi í tvær vikur, men fært tú trupulleikar
við telefonini eftir hetta, so verður hon tikin inn til
umvælingar í meðan tú fært eina lánitelefon. Tað
sigur Rógvi Róin, sølustjóri hjá Kall.
Kall kundi ikki útflýggja okkum tølini yvir
telefonir, tey hava fingið og sum hava verið í ólagi,
áðrenn evstamark okkara var, men Rógvi Róin
ásannar, at tað er ein trupulleiki, at fartelefonirnar
so ofta eru í ólagi.
– Tað er veruliga ein trupulleiki, tí tað skapar
misnøgd hjá kundunum. Telefonir eru jú so dýrar, og
eg haldi tað er ov vánaligt av veitarunum, at teir ikki
kunnu koma við eini betri vøru, sigur sølustjórin á
Kall, Rógvi Róin.
-rwd