týsdagur 17. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 200 - 17. oktober 2006
tíðindi
Eivør í Flensburg
Leygardagin 4. november verður ráðstevna í norðurtýska
býnum Flensburg um "Norðurlond og Evropa". Har
fara umboð úr Norðurlandaráðnum, Danmark, Noregi,
Álandi, Íslandi og norðurtýska landslutinum Slesvík at
siga sína hugsan um evnið. Fyrireikararnir hava gjørt av,
at ráðstevnan skal enda við einari konsert um kvøldið,
og hon verður við Eivør Pálsdóttir. Konsertin verður í
Flensborghus í Flensburg klokkan 20.
Smyril siglir hóast bunkring
Fá komandi fríggjadegi fer Smyril at sigla av Tvøroyri kl. 06 fríggjadagar. Hetta er í
sambandi við, at bunkringin, sum hevur verið týsdag, er flutt til fríggjadag. Við broyttu
ferðaætlanini verður ikki neyðugt at taka túrar burturímillum.
Higartil hevur verið bunkrað týsdag fjórðu hvørja viku. Bunkringin tekur somikið drúgva
tíð, at annar túrurin á Suðuroyarleiðini varð tikin burtur hesar týsdagar.
Fyri at sleppa undan at taka túrar burturímillum, fer Smyril frameftir at bunkra aðru
ella triðju hvørja viku. Bunkrað verður sostatt nakað oftari enn áður, og tungoljunøgdir
nar verða tilsvarandi minni hvørja ferð. Hetta er møguligt, nú mannagongdirnar verða
broyttar, og betri útgerð er tøk.
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy er eisini broytt, soleiðis at samband er til
Smyril fríggjamorgun.
Føroya
Skúlabókagrunnur
er vorðin partnari
hjá Google Book
Search. Tað merkir,
at Grunnurin kann
gera føroyskar bøkur
atkomuligar hjá
øllum, ið hava teldu
og netsamband
FØROYSKT Á
GOOGLE
- Eins og tá vit prenta,
verður tó einki givið út og
lagt fyri almenningin, innan
rættindini eru í lagi og full
semja er um ætlanina. Men
nú er møguleikin her og
restin er upp til okkum, sig
ur Helena Dam á Neystabø,
leiðari á Føroya Skúlabóka
grunni.
Leingi hevur verið fílst
á, at føroyskir næmingar
finna ikki heimligt tilfar
tá teir leita á Google og
netinum yvirhøvur. - Mítt
meginstavnhald er, at allur
føroyskur skúlaungdómur
skal kunna finna sín egna
heim og høvuðsheimildir
viðvíkjandi umheiminum
á góðum føroyskum máli
á alnetinum, segði Árni
Dahl, tá Jógvan á Lakjuni
landstýrismaður hevði valt
hann at stjórna nýskipaðu
Skúlabókanevndina.
Bert tær nýggjastu av teim
800 skúlabókum, Skúla
bókagrunnurin hevur givið
út, eru talgildur. Nú bjóðar
Google sær, í samstarvi við
Skúlabókagrunnin, at lætta
um hetta arbeiði.
Nýggjast talgilding hjá
Google er gjørd á lærda
háskúlanum í Madrid, Com
plutense, har størsta lærda
bókasavnið er til skjals,
higartil bara á staðnum.
– Tað er okkum ein heiður
at hava fingið samstarv við
lærda háskúlan Comlutense
í Madrid. Vit hava hjálpt
fólki at skipa og finna upp
lýsingar í átta ár, men í
Spania hava tey við góðum
royndum útbúgvið fólk úr
øllum heiminum í fleiri øld
ir. Nú gleða vit okkum at
læra úr teirra bókum, sigur
Jens Redmer, ið er stjóri
fyri Google Book Search.
Sigmund Poulsen advo
katur og formaður í Fjølriti
upplýsir, at ongin munur
er á upphavsrætti til verk á
digitalum media og øðrum
media.
Føroyinga søga
var fyrst
Fyrstu teldutøku bókina
legði Skúlabókagrunnurin
á netið í januar 1996. Tað
var Føroyinga Søga, sum
Bjarni Niclasen týddi og
Sven Havsteen-Mikkelsen
teknaði.
Seinasta árið hevur Skúla
bókagrunnurin lagt fleiri
bøkur út á henda hátt, eitt nú
í samstarvi við grunninum
Føroyskt Kirkjumál, ið var
ar av Sálmabókini. Eisini
eru
gjørdar
teldutøkar
útgávur úr egnum bókum
við tekstum hjá Williami
Heinesen, Heðini Brú og
Martini Joensen.
Stórfingna bókin hjá
norðurlendska prísvinnaran
um Boga Hansen um ”Hav
ið”, sum Grunnurin gav út
í 2000, er eisini teldutøk á
heimasíðu grunsins.
Einki mannaverk
stendur longur
enn bókin
Orðatakið sigur, at einki
mannaverk stendur longur
enn bókin. Seinastu árini
hava røddir verið frammi,
ið vilja verða við, at nýggja
tøknin ger hetta orðatakið
til skammar og beinir fyri
prentaðu bókini.
- Hetta er ikki so, sigur
Jens Redmer. Tey, ið finnast
at okkara virksemi, ræðast
at Google Book Search
fer at koma í staðin fyri
prentaða orðið, soleiðis
sum vit hava kent tað í seks
øldir. Eg havi arbeitt við
bókaútgavu meginpartin av
mín lívi. Mín ætlan er greið.
Hon er at stuðla upp undir,
at fleiri fólk varnast fleiri
bøkur, sigur Jens Redmer.
- Eingin miðil hevur
nakrantíð tikið lívið av
einum øðrum miðli, leggur
Gay Kewney afturat. Hann
skipaði fyri kjaki um e-
Books í Frankfurt, har
heimsins stórsta bókamessa
varð hildin í farnu viku.
Niels Petersen og Birgir
Kruse luttóku á fundinum,
sum
týska
Springer
fyritøkan, ið eigur heimsins
stórst savn av vísindaligum
greinum, skipaði fyri.
Sostatt liggur bólturin nú
hjá Skúlabókagrunninum,
hvørt allar tær 800 føroysku
skúlabøkurnar nú verða
talgildar og atkomuligar í
heilum líki, ella í brotum,
ájavnt við lærdar spanskar
bøkur hjá Google Book
Search.
Føroyskar bøkur á Google
Teir seta Føroyar á kortið: Árni Dahl formaður og Niels Petersen ritsjóri við inngongdina til høll 6 á heimsins stórstu bókamessu,
Frankfurter Buch Messe, ið fevnir um 170.000 fermetrar av bókum
Mynd: Birgir Kruse
Birgir Kruse ritsjóri saman við Kristoffer Evensen, ið samskipar
partner tiltøk hjá Google. Hann er úr Oslo og hevur síðani
desember starvst á skrivstovuni hjá Google í Dublin
Mynd: Google/Føroya Skúlabókagrunnur
Jens Redmer, stjóri í Google Book Search: - Eg vil hava fleiri fólk
at varnast fleiri bøkur
Mynd: Birgir Kruse