Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 9 tíðindi Fleiri enn 3000 fólk vitjaðu Norðuratlantsbólkin Fleiri enn 3000 fólk vitjaðu Norðuratlantsbólkurin í samband við árligu mentanar­ náttina í Keypmannahavn, sigur bólkurin í tíðindaskrivi. Á mentanarnáttini luttók Norðuratlantsbólkurin saman við skrivstovuni hjá Norður­ landaráðnum. Á skránni var millum annað spurnarkapping um norðurlondini, har høvuðsvinningurin var ein ferð fyri tvey við Atlantic Airways. Føroyska útisetakórið Mpiri sang og Grønlendski bólkurin Nanoq Jam spældu eisini. Norðuratlantsbólkurin sær luttøkuna á mentanarnáttini sum upplýsandi arbeiði millum føroyingar og grønlendingar í Danmark 4.500 fólk til gallakvøld hjá Føroya Banka Gallakvøldini hjá Føroya Banka í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið í Havn, á Skála og í Klaksvík vórðu eftir lítlari løtu fullteknað hósdagin, og nú eru bara nøkur fá pláss eftir í Trongisvági. Tilsamans vóru 740 pláss boðin út aftrat til kvøldini í Havn og 200 til hvørt av hinum støðunum. Nakrir fáir minuttir gingu, so var fullteknað í Havn, og eftir tveimum tímum var fullteknað í Klaksvík og á Skála. Nú eru einans 100 pláss eftir í Trongisvági. Tilsamans verða 4.500 fólk til tey fimm gallakvøldini frá 22. til 26 oktober. Fleiri fólk rúmast ikki í hallunum orsakað av eitt nú krøvum um trygd, og Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard fáa verið við fimm kvøld. Skráin fyri kvøldini: Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard, Kórið Salt, Brekkubrothers, filmur framleiddur til høvið, trummushow, lættur og góður biti. Gunnar Breckmann sigur, at teir ikki vita rættiliga, hvat teir skulu nýta nýkeypta bygningin hjá Brockie til. - Møguleikarnir eru tó nógvir, sigur Gunnar KEYP & SØLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Gunnar, Páll, og Óli Breck­ mann hava stovnað nýtt parta­felag. Teir hava keypt bygningin hjá Brockie, og endamálið er at hava eitt­hvørt virksemi í honum. Bygn­ ingurin hevur leingi verið nýttur sum bilaverkstaður og bilsøla. Men Gunnar Brockie, sum er stjóri í nýggja partafelagnum, er ikki heilt vísur í, hvat virksemi fer at vera í bygninginum framyvir. – Vit hava fyri sovítt ongar ætlanir um, hvat vit skulu nýta bygningin til. Tað hendi rættiliga knappligt, at møguleikin at keypa stakk seg upp. Vit fara at tosa saman skjótt um hetta. Gunnar sigur, at møgu­ leikin at keypa bygningin hjá Brockie var ov góður til at siga nei til. – Talan er um ein bygning, sum liggur mitt í Havnini. Tú hevur alskyns møguleikar við einum tílíkum bygningi. Gunnar rekur eisini møbla­ søluna Eikin saman við konuni og svágri sínum. – Ein møguleiki er at út­byggja virksemi hjá Eikini í nýggja bygninginum. Nú­verandi høøli eru rætti­ liga avmarkað. Økið rund­ an­um er friðað, og tí eru ikki stórir møguleikar fyri útbyggingum. Tí kundi hetta verið ein møguleiki, men einki er vist enn. Gunnar og Páll fara at reka nýggja partafelagið. Teir eru báðir vanir við vinnulív, og nú fara teir so í holt við nýtt virksemi í bygninginum hjá Brockie. Breckmann brøðurnir keypt bygningin hjá Brockie Brøðurnir Breckmann hava keypt bygningin hjá Brockie Mynd (Jens Kr. Vang) Tvey tey fyrstu viku­skiftini í nov­ em­ber verða novem­ ber­legurnar hjá Heimamissiónini.Vit vilja geva ung­dóm­ inum eitt pos­it­ivt upplivilsi av at vera saman um Guds orð, sigur Pól Johannesen, ung­dómsráðgevi hjá Heimamissiónini NOVEMBERLEGA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Talan er um legur fyri ung­ dóm frá 7. - 10. flokk. Fyrra legan verður 3. - 5. nov­ember fyri 7. og 8. flokk. Seinna legan 10. - 12. november verður fyri 8. - 10. flokk. Pól Johannesen er ung­ dómsráðgevi hjá Heima­ missi­ónini. Hann sigur, at undirtøkan plagar at vera sera góð til hesar legurnar. – Novemberlegurnar hava verið í nógv ár. Tað hevur al­tíð verið sera góð und­ir­ tøka fyri legunum. Fyri nøkr­ um árum síðani høvdu vit novemberlegur ann­að hvørt ár, tá ið LUS (Lands­Ung­ dómsStevna) ikki var. Men nú hava vit tað hvørt ár, tí at annars verður eitt stórt glopp millum summar- og nýggj­ árs­leg­ur­nar. Vanliga eru tað millum 300 og 400 fólk á báð­ um leg­unum tilsamans, sigur Pól. Umframt bíbliutímar og møti eru eisini nógv onnur tiltøk. – Vit hava altíð eitt evnið fyri legunum. Í ár verður evnið „Hvar er Gud?“ og „Hvat vil Gud mær?“. Um­framt góða undirvísing vilja vit eisini geva teimum ungu eitt positivt upplivilsi av at vera saman um Guds orð. Tí leggja vit stóran dent á trivna og tann sosiala partin, sigur Pól. – Tilmeldingarnar nærk­ ast 200. Enn er ikki ov seint at tekna seg. Tað ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá Heimamissiónini www. mission.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Pól Johannesen at enda. Novemberlegurnar aftur í ár Novemberlegurnar eru fyri ungdóm frá 7. - 10. flokk. Heimamissiónsungdómur skipar fyri Mynd: Trúboðin Sunnudagin 22. okto­ ber skipar Ísraels­ missiónin fyri einum evnisdegi um Ísrael í Meinig­heitshúsinum á Skála ÍSRAEL Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tiltakið byrjar klokkan 16 sunnudagin, har ið tað verður kunnað um støðuna hjá Ísrael. Eftir hetta verður bíbliutími við Ásbjørn Jacob­sen. Hann fer at tosa um evnið „Leiklutur Ísrael nú og í endatíðini“. Klokkan seks verður nátturði og klokk­ an sjey verður møti, har ið Johan Henriksen úr Klaks­vík kemur at tala um „Liva vit í seinastu tíð­ un­um?“. Við á møtinum verður eisini Ísralestoymið hjá Heimamissiónini, sum gjørdist kent í summar, tá ið tey endaðu mitt í einum stríð millum ísraelsku stjórnuna og Hamas. Tey koma at greiða frá ferðini. Sangluttøka verður eisini við lokalum av Skála. Evnisdagur um Ísrael á Skála