týsdagur 17. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Fyri sløkum 19 árum síðani slitnaði ein lands
stýrissamgonga, tí at eitt ískoyti til grein 266
b í revsilógini var borið niðan í tingið. Mikið
rumbul stóðst av hesum sum førdi við sær,
at tey samkyndu framvegis ikki eru vard í
revsilógini.
Javnan hevur kjakið verið frammi, og tað
er láturligt – men oftast grátuligt – at fylgja
orðaskiftinum. Tað er tokutala, tá tingmenn
tosa um at generalisera lógargreinina við at
koyra allar bólkar út – og ongan nevna pos-
itivt. Heilt margháttligt verður tað, tá ein
bláoygdur sambandstingmaður ætlar sær í
Fólkatingið at fremja hesa broyting.
Seinastu vikurnar hava vit frætt um harðskap
móti samkyndum, sum kundi verið steðgaður
og revsaður við nevndu lógarbroyting.
Tað er tí at fegnast um, at løgmaður hevur
meldað so greitt út í hesum máli, hvat hann
heldur, at løgtingið eigur at gera. Tað er eisini
at fegnast um, at sjey tjóðveldistingfólk leggja
málið fram aftur á ting – og eitt herðaklapp
eiga Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu
fyri at tora at viðganga, at teir nú hava skift
hugsan og atkvøða fyri uppskotinum.
Tað er einki annað enn nátúrligt, at allur Javn
aðarflokkurin atkvøður fyri einum slíkum
uppskoti. Men valla livir flokkurin upp til
vøkru hugsjónina um tollyndi við teirri ting
manning, flokkurin hevur. Sannlíkt er tó, at
menn sum Henrik Old og Sverre Midjord
fara at gera sum Páll og Hergeir.
Tað er eisini at fegnast um, at bispur eisini
er fyri, at samkynd verða vard í revsilógini.
Hetta man fáa onkrar sambandstingmenn at
hugsa seg um enn einaferð – og saman við
Poul Michelsen og kanska onkrum øðurm við
í Fólkaflokkinum, so sær út til at minnilutin
verður til meiriluta – og at tey samkyndu
hereftir verða vard í revsilógin.
Tað hevði tænt okkara samfelag - nú vit
skriva 2006.
Sosialurin
Sjálvsøgd viðurkenning
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
- Tað er einki annað enn nátúrligt, at allur Javnaðarflokkurin atkvøður
fyri einum slíkum uppskoti (um at verja samkynd í revsilógini). Men valla
livir flokkurin upp til vøkru hugsjónina um tollyndi við teirri tingmann
ing, flokkurin hevur
Oddagreinin
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Rætting til ein roknimeistara,
sum royndi sítt kynstur á løg
tingsins røðarapalli tann 4.
oktober.
Politikarar úr loysingar
flokkunum kunnu onkuntíð
brúka ótrúliga stuttlig rokni
stykki, tá teir skulu sannføra
onnur (og helst seg sjálvan
eisini) um, at blokkstuðulin
úr Danmark er óneyðugur,
fyri ikki at siga skaðiligur
fyri føroyska búskapin. Eitt
tað nýggjasta skotið á hesi
stammuni sá dagsins ljós
undir fíggjarlógarviðgerðini,
tá Páll á Reynatúgvu helt
framsøgurøðu vegna Tjóð
veldisflokkin.
Roknistykkið
Páll á Reynatúgvu segði, at
blokkstuðulin er 615 mió.
krónur um árið, sum svarar
til 12.500 krónur fyri hvønn
føroying. Henda upphædd
in, býtt yvir 365 dagar, gev
ur 35 krónur um dagin í
part. Og seta vit okkum fyri,
at fáa blokkin burtur eftir
10 árum, so kostar tað, sam
bært Pálli á Reynatúgvu,
ein tíggjundapart av hesum
(3 krónur og 50 oyru um
dagin í part).
Hetta ljóðar sum søtur
musikkur í oyrunum, og tú
fært hug at spyrja, hví vit
ikki hava gjørt hetta fyri
langari tíð síðani. 3 krónur
og 50 oyru eru ikki nógvir
pengar.
Men steðga nú eitt sindur,
tí her er okkurt spinnandi
galið.
Gloymdi at falda
inntøkusíðuna
Vit mugu minnast til, at
líkamikið um kostnaðurin
av at strika blokkstuðulin
verður býttur yvir 10 ár
ella 100 ár, so broytir tað
ikki upphæddina, sum vit
missa. Páll á Reynatúgvu
býtir 615 mió. krónur
yvir 10 ár, men gloymir
at taka við í roknistykkið,
at blokkstuðulin í 10 ár
er ikki 615 mió. krónur
verdur, men 10 ferðir 615
mió. krónur. Og tí verður
kostnaðurin framvegis 35
krónur um dagin fyri hvønn
føroying.
Um upphæddin minkar
spakuliga yvir 10 ár, so kost
ar tað hvørjum føroyingi 3
krónur og 50 oyru um dagin
tað fyrsta árið, men longu
næsta árið verður kostnað
urin tvær ferðir 3 krónur
og 50 oyru. Aftaná 10 ár er
kostnaðurin 10 ferðir 3 krón
ur og 50 oyru og harvið er
hann komin uppaftur á 35
krónur um dagin í part.
35 krónur ljóða ikki av
nógvum. Men fyri eitt
húski við 5 fólkum eru tað
175 krónur um dagin, ella
1.225 krónur um vikuna.
Tað svarar til góðar 5.000
krónur um mánaðin og
knappar 64.000 krónur um
árið. Tað eru nógvir pengar
at gjalda– serliga tá tú einki
fært afturfyri.
Skiftistíðin
broytir einki
Ein long skiftistíð ger okk
um hvørki ríkari ella fátæk
ari, men hon kann sjálvsagt
brúkast til at yvirtala fólk
til at taka undir við loys
ingini, tí hon virkar ikki so
ógvusligt, sum tá rokningin
kemur frá degi til dags.
Soleiðis rokna vit
okkum fram til eitt
skattaparadís
Um vit lána roknistykkið
frá Pálli av Reynatúgvu
eina løtu, og ístaðin fyri at
rokna blokkstuðul, heldur
brúka tað til at rokna skatt,
og lat okkum siga, at málið
er at gera Føroyar til eitt
skattaparadís, har allur
landsskattur er burtur um
10 ár, so sær roknistykkið
soleiðis út:
Vanligi landsskatturin
verður komandi ár mettar til
at fara at verða 1.370 mió.
krónur. Tað svarar til 27.850
krónur um árið fyri hvønn
føroying, ella 76 krónur og
30 oyru um dagin. So um
vit seta okkum fyri at sleppa
undan øllum landsskatti um
10 ár, so kostar tað bara 7
krónur og 63 oyru um dag
in.
Tað vil siga, at um tú hevur
eina dagløn á 800 krónur,
so hevur tú meira enn 792
krónur eftir, tá landið hevur
fingið sítt, og aftaná 10 ár
ert tú fullkomuliga leysur av
at gjalda landsskatt – restina
av lívinum. Ljóðar tað ikki
eisini sum søtur musikkur?
Øll sum hava sæð eina
skattarokning vita, at tílík
roknistykki hava einki við
veruleikan at gera.
Enn eitt fullveldisroknistykki
við ongum skili í
Helgi
abrahamsen
NÓTABÓK
Fýra kórsatsir, sum Kári Bæk
hevur skrivað, eru komnir úr
í Danmark.
Løgini eru ”Nú rennur
sólin fríð” við tí føroyska
Kingolagnum, ”Lover nu
Herren og ”Nun loob, mein
Seel”, sum er satsur við
tveimum samansettum løg
um, ”Græsset grønnes” og
”Vårstrofe”. Teir báðir sein
astu eru við teksti hjá Willi
ami Heinesen.
Tað er tónleikafor
lagið Edition Wil
helm Hansen, sum
gevur út.
Sangirnir eru allir
á nýggju kórfløguni
Flóðir av ljósi.
Føroyskir kórsatsir útkomnir í Danmark