Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 11 tíðindi Kó­r­n­ó­t­a­k­unn ­ ing og skeið í rytmiskar i kór leiðslu Kórnótar Kórsamband Føroya hev­­ ur seinastu árini havt høvi til at gera rætt­i­liga stóra íløgu í eitt kórnótasavn, sum í sam­ar­beiði við kór­sam­band­ið verð­­­ur um­sitið av Lands­­mið­ støð­ini. Úrslitið er tí eitt sera umfatandi úr­val av kórnótatilfari, sum er tøkt fyrst og fremst hjá limakórum, men eis­ini hjá øðrum kórum, skúl­ um og stovnum ann­ars, har kórsangur er akt­u­ell­ ur, at lána av. Savnið umfatar kór­ sats­ir innan allar greinar frá renaissancu og fram til okkara dagar: 2- raddaðar barnasangir til framkomnan a cap­ p­ella kórsang (kvinn­u­ kór, manskór og bland­ að kór), klassiskt sum “rytmiskt”, og eis­ini størri tónaverk t. d. eftir Bach, Moz­art og Schubert upp­run­a­liga skrivað við ork­est­ur­ fylgispæli, men her skip­að fyri kór, soli og orgul. Í stuttum er talan um um hálvtannað hundrað kórbøkur og – bókl­ingar umframt eini 25 sett à 35 stk. av leys­ um kórsatsbløðum. Til tess í verki at gera vart við og kunna um hetta mikla nótasavn og hesar møguleikar hjá kórum við leiðarum teirra at fáa gagn og í­blástur av, skipar kór­sam­band­ ið fyri kunn­ing­ar­­verk­ skeiði fríggjadagin og leygardagin 27. og 28. oktober. Á skeiðinum fer Steen Lindholm, kendur kór­leiðari, urguleikari og statssettur ráðgevi í tónleikamálum, at gjøgn­ um­ganga klassiska part­ in í savninum. Ný­setti og fyrsti danski pro­fess­ arin í rytmiskum kór­ sangi Jim Daus Hjernøe tekur sær av rytmiska partinum, men fer har­ um­framt at leggja skeið­ luttakarunum lag á at handfara rytmiskan tónleik í kórsangi. Verkskeiðið verð­ ur hildið í sang­stovu Tórshavnar Kommu­nu­ skúla. Tað er ókeypis hjá leið­ar­um hjá limakórum kór­sambandsins - onnur gjalda 500 kr. Tilmelding í seinasta lagið mánadagin 23. ok­tober 2006 til: Hans Jørgensen, tlf 21 88 20/33 23 18, mss@ skulin.fo Ólav Hátún, tlf 21 18 88/31 18 19, olavasa@ post.olivant.fo 1. part ur Hagtøl úr leysar i luft Tá hagtøl fyri tey, ið velja at liva móti náttúruni, verða søgd, tykist einki mark vera fyri hugflognum. Tú møtir tølum frá fáum% heilt upp í 10%. Ja, uttan at blúgvast verð­ur tosað um, at í hvørjum skúla­flokki eru fleiri, og at hagfrøðisliga eru fleiri lø­g­ tings­menn í hesum bólki. Tó at væl lærd finnast millum teirra, ið nýta hesi tøl, slík, sum á hægri lærustovn­ um hava lært týdningin av at skjalprógva, so sært tú sjáldan hesi uppáhald prógv­að. Onkuntíð verður Kins­ey nevndur, hann sum í royndum og kanningum sín­um brúkti slíkar hættir, at kanningar hansara í dag hvørki høvdu verið góð­kend­ ar ella loyvdar - í besta føri hevði hann, vegna óetisku kanningarhættir sínar, endað handan rimar. Men kanningar eru gjørdar, ikki bert á okkara leiðum, men í mongum londum, og hesi tøl siga eina heilt aðra søgu. Úr rúgvuni kunnu vit nevna niðanfyrinevndu lond og tøl: Noregi: 1% Bretland: 0,6% kvinnur og 1,4% menn Frankaríki: 0,4% kvinnur og 1,4% menn USA: 0,7% Svøríki 0,5% Fyri virðið í kjakinum hevði verið bæði rætt og gott, um menn og kvinnur høvdu hesi próvføstu tøl í huga, um tey í framtíðini kenna trongd til at nýta tøl. Ymisk heiti Orðini eru mong, ið verða nýtt at lýsa hesi, ið velja at liva móti náttúruni. Summi tíverri spottandi, niðr­andi og vanvirðandi, með­an onnur greinliga lýsa fyribrigdið. Millum hesi finna vit í orðabókini orð­ið kynvill. Lesa vit í sam­heit­a­orða­ bókini, ið kom út á for­lag­ num Stiðin í 2000, stendur soleiðis undir samkyndur: sí kyn­villingur. Í donsk- føroysk orð­a­bók eftir Johannes av Skarði og Jóhan Hendrik W. Poulsen, í ískoytinum frá 1977, lesa við undir orðinum homosexuell: kynviltur, kyn­ rang­ur, og fyri “en hom­o­sex­ uell”: kynvillingur. Her er talan um eitt orð, ið greitt lýsir fyribrigdið, með­an íslendska samkynd tvørt­ urímóti gruggar og bein­leið­ is villleiðir. Hvat sigur Bíblian? Vit kenna øll byrjanina, skriv­að stendur, at: í upphavi skapti Gud Himmal og jørð... Víðari lesa vit fyri hvønn skapanardagin, at: Gud sá, at tað var gott. Tá Hann sjeynda dagin skapti menniskjuna, lesa vit: sum mann og kvinnu/kall og konu skapti Hann tey, og tá lesa vit enntá, at: Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt, og tað var sera gott. Og uppgávan var greið: nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina! Heilt frá byrjan skap­an­ ar­verks­ins hevur stríðið leik­að í, ikki primert mill­ um menniskju, men mill­ um Skaparan og mót­støð­u­ mannin, hann, sum sambært Jesusi er komin fyri at stjala, drepa og forkoma. Hann byrj­ aði fyri 2000 árum síðani við spurninginum: hev­ur nú Gud sagt, og synd er at siga, at taktikkur hansara er broyttur stórvegis. Og hví skuldi hann tað, væl hevur eydnast. Heimurin, sum skuldi vera eitt friðarstað, er gjøgnumsúrgaður av óndu ætl­anum hansara- misnýtslu, kríggi, hatri, hungri, vón­ loysi, sviki, vantrúgv og deyða, og vit kundu hildið á. Alt hetta, tí honum eydn­ ast at fáa menniskjuna at lurta eftir sær, heldur enn eft­ir Skaparanum og orði Hans­ara. At lokka menniskja at seta spurnartekin við, hvat Gud metir um homosexuellan lívs­ stíl - tað er bert ein av mongu lygnum hansara. End­a­málið er jú at sáa iva um Gud og orð hansara og at oyðileggja skapanarverk Guds, sum kundi ver­ið so trygt, friðsælt og gott. Um­ framt dagsaktuellu heims­ støð­una er vert at lesa, hvussu ómetaligi ónd­skap­ ur hansara, saman við eft­ir­ gevan menniskjans, oyddi bý­ir­nar Sodoma og Gomorra, ein­ans vegna homosexuellu trá­an­inar, mong teirra góvu seg yvir til. ( sí 1. mós.bók. kap. 19). Eru tey sjúk? Av og á eru greinir í bløð­u­ num, sum vilja vera við, at “homosexuel” eru sjúk og tí møguliga kunnu lekjast. Sjálvandi kunnu hesi lekjast, um hann, ið er førur fyri at lekja hvørt sár, hvørja sjúku og hvønn veikleika sleppur framat. Men læknavísindin kann ikki lekja hesi av teirri einføldu orsøk, at tað at liva sum homosexuellur er ikki ein sjúka, men eitt til­vitað val, eins og onnur val, menniskjað tekur í lívi sínum. Men, spyr tú meg kanska- tú kennir heilt vist onkran, sum frá barni av týðuliga hev­ ur skilt seg út, verið kventr­ a­sligur- líkst einum hom­o­ sex­u­ellum. Jú, so vist. Men at døma hesi at vera, ella at fara at gerast, homosexuel, bert tí tey hava øðrvísi út­sjónd enn onnur, er størsti ó­rætt­ur, ið gerast kann móti menniskjum. Mong munnu í barnaárum av órøttum hava liðið ósigiligt av at vera við­ farin sum homosexuell, og hava kanska at enda góð­tik­ið lygnina, meðan tann dømandi hevur fingið fordómar sínar staðfestar. Liva tey eitt lætt lív? Hagtøl, ið siga frá lívs­ dygd teirra, ið liva sum homo­sex­ u­ell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Hon­ um, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært nátt­ úr­uni, er bæði misnýtslan av rús­drekka, rúsandi evnum og sjálv­morðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi ser­merk­ir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera ørðvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva. Dentur skal verða lagdur á, at hesi tøl eru frá umhvørvum, har fult út verður góðtikið at liva móti náttúruni. Um liv­i­umstøðurnar í hesum um­hvørv­um verður sagt, at tær eru merktar av ein­semi, skilnaði, vónloysi, kyn­ ismu, sjálvgóðsku, slatri, sexfocuseran, baktali, lok­ a­brøgdum, isolatión, eyð­ mýkj­an v.m. Metir Bíblian hesa syndina vera verri enn aðrar? Nei, als ikki! Bíblian ger púra greitt, at vit øll hava synd­að og tørva ta rættvísi, sum bert Gud kann geva, gjøgn­um tað verk, Jesus gjørdi á Gol­ ga­ta. Eins týðuligt boðar Gud í orði sínum, at eingin grad­munur er á syndum. Vit hava øll syndað, vit synda øll dagliga, hvør syndin er, er ikki avgerandi- avgerandi er bert, at vit venda okkum til Hann, sum kann fyrigeva allar syndir okkara. Men óreingiligt er, at Bíbl­ian tosar beinleiðis og á­var­andi móti at liva sum hom­o­sex­uellur, og orðini vit lesa um hesa synd eru ikki mjúk. Tóat tað ljóðar døm­andi og ógvusligt, so er tað ein veruleiki, at orð Guds lýsir enntá andstygd hansara yvirfyri tí, at maður livir við manni og kvinna livir við kvinnu, eins og tvey av sama kyni gera. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til, um vit tosa um Gud og trúarviðurskifti í sambandi við homosexualitet. Vit kunnu heldur ikki velja at gloyma Sodoma og Gom­orra - lagnan - ella dómurin- hjá hesum býum kom eina og áleina av homosexuella liv­ i­háttinum, ið har ráddi. Tað kann eingin tosa seg burt­ur úr. Og eins lítið og menn­ iskjan er broytt, er Skapari tess!!! At kalla seg kristnan, men samstundis vísa frá sær, og stríðast móti greiða boðskapi Bíbl­i­unnar um at halda seg frá homosexuellum livihátti, er ein andsøgn, ið als ikki ber til. Hvussu kunnu vit siga okkum tæna og elska Gud, men samstundis leggja líka í tey ynskir, hann hevur fyri lívsførslu okkara? Øll synd særir Faðirin, sum leingist eftir at síggja barn sítt liva tað lív, hvør ein­ asti ein er ætlaður at liva. Eitt lív saman við Honum, í tí ætlan, Hann legði til reið­ar, áðrenn heimurin varð grund­ aður, og áðrenn ein einasti av lividøgum mínum hevði sæð dagsins ljós. Homosexualitetur - viðmerk ing í tr imum pørt um løgtingsmaður Jenis av rana Eg trúgvi, at Harrin hevur víst mær nakað, sum eg eri vill­igur at fara inn í, tí eg veit, at Harrin er við mær. Eg kom at hugsa um, at nógv menniskju eru kroyst og tyngd av teirra kynsligu driftum. Serliga nú so nógv hevur verið skrivað um hom­o­seks­ualitet. Tað hevur verið víst á av trúgvandi, at tað er synd at dyrka homoseksualitet. Eg ivist onga løtu í, at tað eru mong, sum stríðast við henda spurning. Nú skal eg siga frá mær sjálvum, fyri at onkur má finna vegin til frælsi - til fríheit frá hesi plágu, sum holdið og djevulin leiða ok­k­um útí. Tað mesta av mínum lívi, havi eg verið plágaður av holdsins lystum. Eg havi ikki havt kontrol, stýr, á mínum fantasium um tað kynsliga, og har hevur ein partur verið merktur av hom­o­seks­ualiteti. Eitt er at hava hug á kvinn­um. Tað er púra í ord­ an. Men – ein má kunna stýra sær. Og ikki volka sær í fyrilitaleysari kynsligari gyklumyndum. Tað var nak­að, sum eg skammaðist yv­ir og gav mær ringa sam­ vitsku. Men – tað sum var verri. Eg varð leiddur av mínum synduga hold­ið og djevulinum inn á tað homoseksuella fan­ta­si­ mynstr­ið. Eg visti, at tað var skeivt, men – eg lat meg reka við, við hesum lystum, sum eg illa kundi stýra. Einaferð gjørdi eg meg inn á ein fullan ungdóm. Eg var sjálvur fullur. Eg biðji hann fyrigeva mær í Jesu navni. Eg hevði ongan at tosa við. Psykiatararnir kundu ella vildu ikki hjálpa mær. Men, men, tað var ein, sum kundi og vildi hjálpa mær. Og tað var Jesus. Hann sá mína neyð og hoyrdi míni neyðarróp á Hann. Í langmóð síni hevði Hann tol við mær. Eg var komin til trúgv á Jesus fyri mongum árum síðani. Og ein dagin setti Hann meg í fullkomi frælsi. Eg eri losytur frá allari synd við Hansara náði. Tað kann ein og hvør, sum vendir seg til Hansara í sannari irðan, uppliva. Eg stóð púra aleina við mínum trupulleikum. Harr­ in eina hevur hjálpt mær. Hann eigur alla æru og tøkk í Jesu dýra navni. Kæri vinur, søk, ákalla Jesus og tú skalt verða settur í fríheit. Skrivað stendur: Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Róm. 10.13. Fyri alt tað, les allan kap. 10. Gud er góður. Hann er ikki komin at døma heimin, men at frelsa, bjarga. Enn er náði at finna hjá Jesusi Syndajáttan Jákup Vang