týsdagur 17. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Bárður Nielsen og Terji Solberg Johansen:
Sveinaroynd við
IT Skolen í Vejle
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 13. oktober
2006 stóðu fýra næm
ingar á IT Skolen í Vejle
sveinaroynd innan »komm
unikation- og sikrings
teknik«, sum fakið eitur á
donskum . Av hesum vóru
tveir føroyingar: Bárður
Nielsen úr Skopun og Terji
Solberg Johansen úr Havn,
sum báðir eru í læru hjá
P/F El & Tele á Argjum.
»Kommunikation- og
sikringsteknik« er elektrik
araútbúgving við einum
yvirbygningi, har dentur
er lagur á at læra um tele-
data- og trygdar- loysnir.
Bárður og Terji verða
útlærdir í mars 2007.
Aftara rað f.v.: Niels-Peder Møller, Vejle, lærari, Dennis
Halling Andersen, Næstved (Hansen & Nielsen), Bárður
Nielsen, Skopun, (El & Tele).
Fremra rað f.v.: Kjeld Kielsgaard, Skive (Steen K. Pedersen
A/S), Terji Solberg Johansen, Tórshavn (El & Tele)
Mánadagin 16.
oktober skipaði
Fróðskaparfelag
Føroya fyri eini
almennari ment
anarløtu í Lista
skálanum, í sam
bandi við at tvær
sømdargávur
vórðu handaðar úr
Grunni Kristjans á
Brekkumørk
Mentanarløta
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mentanarløtan byrjaði við at
Lis E. Mortensen, formaður
í Fróðskaparfelagnum, beyð
vælkomin og segði nøkur
orð. Eftir at tey fýra frá
kórinum Tarira høvdu sung
ið, helt Carl Jóhan Jensen,
rithøvundur, ein áhugaverdan
fyrilestur um Chr. Matras
sum ummælara.
Síðan segði Malan Marners
dóttir, dr.phil. og professari
á Fróðskaparsetrinum nøkur
orð og handaði Elin Súsonnu
Jacobsen og Marjun Arge
Simonsen sømdargávurnar
og grundgav fyri, hví tær
fingu hesar gávurnar.
Elin Súsanna Jacobsen
er søgufrøðingur og Ph.D. í
søgu og arbeiðir sum lektari
á Søgu- samfelagsdeildini
á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon fekk sømdargávnuna
fyri sítt slóðbrótandi virki
fyri føroyskum vísindamáli,
og fyri at hon hevur víst, at
tað ber til at skriva unga vís
indamál okkara við løttum
penni. Eisini fekk hon
sømdargávuna fyri sínar
væleydnaðu týðingar við
livandi ansni fyri málinum.
Marjun Arge Simonsen er
cand.phil. í norðurlendskum,
serstakliga føroyskum máli
og bókmentum. Hon hevur
egið virki „Orðafragd“, har
hon m.a. rættlesur, týður
og evnar til frøðiorðalistar.
Eisini skipar hon fyri
skeiðum í føroyskum fyri
útlendingar og hevur skeið
í rættskriving. Marjun fekk
sømdargávuna fyri slóð
brótandi arbeiði sítt fyri
náttúruvíndaligum máli.
Báðar fingu tær 20.000 kr.
í part frá grunninum.
Grunnur Kristjan
á Brekkumørk
Grunnur Kristjan á Brekku
mørk varð stovnaður av Chr.
Matras, professara, dr. phil.,
og Føroya Fróðskaparfelag.
Stovnsfæið
stavar
frá
OSSIAN-heiðurslønini,
sum Die Stiftung F.V.S.
zu Hamburg, veitti Christi
ani Matras og Fróðskap
arfelagnum í 1981. Enda
mál grunsins er at styðja
einstaklingsvirki føroyskum
máli at frama. Hetta verður
gjørt við sømdarpeningi,
ið verður tikin av rentu
inntøkunum.
Tey sum áður hava fingið
sømdargávu úr grunninum
eru: Jóhannes av Skarði,
Hans Thomsen, Hanus Debes
Joensen, Hanus Kamban,
Jonhard Mikkelsen, Axel
Tórgarð, Jóhan Hendrik W.
Poulsen, Jeffrei Henriksen
og Ingrid Sondum.
Nevnd Fróðskaparfelags
ger av, hvussu ofta sømdar
peningur verður veittur, og
hvussu nógv hvørja ferð.
Tað ber ikki til at søkja um
sømdarpening. Til at finna
gávuevni hevur Føroya
Fróðskaparfelag manna
eina kjørnevnd við Erlandi
Viberg Joensen, ph.d. og
leiðara á Tórshavnar Býar
savn, Onnu Mariu Fosaa,
ph.d. og deildarleiðara á
Náttúrugripasavninum og
Maluni
Marnersdóttur,
dr.phil. og professara á
Fróðskaparsetrinum.
Føroya Fróðskaparfelag:
Elin Súsanna og Marjun fingu sømdargávur
Malan Marnersdóttir og Marjun Arge Simonsen, cand.phil. í norðurlendskum, serstakliga
føroyskum máli og bókmentum
Elin Súsonna Jacobsen, søgufrøðingur og Ph.D. í søgu, og Malan Marnersdóttir, dr.phil. og
professari á Fróðskaparsetrinum
Carl Jóhan Jensen,
rithøvundur, heldur fyrilestur
um Chr. Matras
Fýra fólk úr kórinum Tarira
sungu undir móttøkuni