Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 13 Poula Olivia Danielsen, Leirvík, ættað úr Nólsoy, fer til gravar úr Leirvíkar kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Oliviu, kunnu lata eina peningagávu til Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn. Kistan við Kaj Thomassen, Hoyvík, fer úr Landssjúkrahúskapellinum í dag kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Kaj, kunnu lata eina peningagávu til Reyða Kross. Konto í peningastovnum. Andlát og jarðarferðir Flestu føroyingar oman fyri miðal aldur munnu kennast við navnið Óluva Húsgarð. Hon var gløgg, mintist væl, hevði arbeitt mong ár í Lands­ stýrinum, tessvegna kom hon ofta í bløðini við ymiskum vegleiðingum, tá ið hon helt, at eitthvørt ikki var rætt endurgivið. Tó kendast, haldi eg, hon man vera, tá tosað verður um Føroyskt Heimavirki. Óluva og eg komu at ar­beiða saman í fjúrtan ár í Føroyskum Heimavirki, ella Heimavirkinum, sum tað varð kallað millum manna. Óluva var formaður, eg var nevnd­ar­limur og skrivari. Óluva hevði sterkar mein­ing­ar, og tær vóru ikki inn­ballaðar, tá ið hon segði frá. Vit vóru ikki altíð samdar, og um eg segði, at so var, hevði eg farið ov lætt um sannleikan. Óluva var ógift, búði einsa­møll og hevði tess­vegna ræðið yvir egnu tíð síni. Hjartabarn hennara gjørd­ist Heimavirkið. Óluva Húsgarð kom í nevnd­ina í 1967, har hon gjørd­ist næstformaður, síð­an formaður, sostatt hev­ur Óluva arbeitt í Heima­­virkinum í 39 ár. Tá skulu vit minnast til, at alt hetta arbeiði hevur verið ólønt. Óluva Húsgarð og Heima­virki hava sett varðar eftir seg, ið ikki kunnu metast nóg høgt í virði. Óluva hevur sjálvsagt ikki verið einsamøll um arbeiðið, men hon hevur avgjørt verið drívmegin við útgávunum av bókunum. Í fororðinum til bók­ina »Føroysk Bindingar­mynst­ur« 1983 verður skrivað – kenni eg orðingina rætt, vildi eg sagt, at tað er Ól­uva, ið greiðir frá –: »Í sín­um virki fyri at fremja heimavirki í Føroyum á føroyskum botni fór Før­ oyskt Heimavirki fyri ein­um 15 árum síðani undir eisini at geva bøkur út. Tað byrjaði við bók­ini hjá Hans Mariusi Debes, »Føroysk Bind­ingarmynstur«, ið Heimavirkið ognaði sær rættin til og gav út aftur í 1969, og trý ár seinri kom so »Plantuliting« eftir Katr­inu á Trøllanesi. Í 1969 setti Heimavirkið sær fyri at geva eina bók út um bund­ naturriklæðir fyri at varðveita hetta aldagamla kvinnu­plaggiið. Elsa Bær­ ent­sen úr Nýggjustovu í Kvívík, sum nøkur ár sat í nevndini fyri Føroyskt Heima­virki, gav í hesum árum av sínum góðu evnum, bæði listarliga og handaliga, til Heimavirkið. Tað er fyrst og fremst hennara tóvna ar­­beiði at gera mynstur, snið og uppskriftir, fyri at takka, at henda bók varð til.« Henda sama bók varð endurprentað 2005. Hetta eru perlur í føroyskari siðsøgu. Óluva gjørdi vart við bæði í talu og skrift, at mvg-lóggávan við síni tvítulking kom at seta tvístøðu ímillum tey ymisku heimavirkini og at máa støðið undan Heimavirkinum. Frá lóg­gávu­valdinum fekk hon ong­ ar sømdir, og rætt fekk hon. Heima­ virkið snaraði lykilin um 1. september 2006, og 3. oktober and­að­ist Óluva Húsgarð. Eg má siga, sum tað stendur í Ritukvæðnum: »Syrgilig er henda søga, gloymi hana aldri meir«. Eg drýpi høvur fyri Heimavirkinum og Óluvu Húsgarð. Nicolina Jensen Beder Minningarorð um Óluvu Húsgarð Dagurin í morgin 18. oktober. Lucas. Evangelistur og ápostlasøguskrivari. Halgisøgan sigur, at hann eisini var listamálari og málaði eina mynd av Mariu Moy. Eisini verður sagt, at hann doyði friðarliga 84 ára gamal. Navnið er grikst og merkir maður úr Suðuritaliu. Í døgunum frá 16. oktober til 29. oktober ger politiið grein 13 kanningar um alt landið. Ferðslutrygd og politiið heitir á øll í ferðsluni um at vera ansin og hugsa um trygdina. Í hesum sambandi heitir Ráðið Fyri Ferðslutrygd og politiið á ferðandi til gongu ella á súkklu um at nýta endurskin og øll koyrandi um at tryggja, at ljósini eru í lagi og verða brúkt. Fyri at minna øll um ferðslutrygdina hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd lýsingaherferð um hesi viðurskifti í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 22. oktober. Somuleiðis ger politiið grein 13 kanningar um alt landið í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 29. oktober. Grein 13 kanningar Í døgunum frá 16. til 29. oktober ger politiið grein 13 kanningar um alt landið Mynd: Jens Kristian Vang Tá eg fekk boðini um, at Rúni var deyður, var tað sum tíðin stóð still eina løtu. Eg havi kent Rúna, síðani hann var smádrongur. Eg kendi Rúna sum ein stillan og smædnan drong, men altíð við einum smíli, tá tú møtti honum, ella vart saman við honum. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við Rúna í LÍF í fleiri ár. Eg visti frá fyrsta degi av, at LÍF var Rúnasa hjarta­ barn. Rúni legði alt sítt lív í LÍF og tað hava vit honum nógv at takka fyri. Stillur og friðarligur gekk hann og loysti tær uppgávur ið vóru, uttan at klaga um nakað, altíð klárur við einari hjálpandi hond. Eg minnist aftur á nógvar góðar og ríkar løtur, saman við Rúna uppi í LÍF-húsinum. Tá dystur var, kom hann ofta inn í húsið, at vita um vit høvdu tendra kaffimaskinuna, ikki tí at hann ikki stólaði uppá okkum, hann vildi bara hava alt uppá pláss. Honum dámdi væl at sita ímillum okkum í køkinum. Persónliga havi eg nógv at takka Rúna fyri, ta umsorgan hann hevur havt fyri mínum dreingjum, alla ta tíð teir hava spælt fótbólt, avheintað teir á veg til venjing, koyrt teir til dyst, tá teir vóru yngri. Eg veit, at Rúni eisini hevur verið nógv fyri teir, eisini sum vaksnir dreingir. Saknurin verður stórur í LÍF, nú Rúni ikki er ímillum okkum. Tað verður sagt, at maður kemur í mans stað, men eg trúgvi ikki at LÍF fær ein slíkan merkismann sum Rúna, sum við lív og sál hevur givið Leirvíks bygd so nógv. Næst seinast eg var heima og vitjaði, var seinastu ferð eg sá Rúna. Ein dag­in bankar á dyrnar á Skipanesi, inn kemur Rúni, smílandi sum altíð. Hann vildi bara vita, hvussu eg hevði tað. Glaður fyri at síggja meg aftur. Vit tosaðu um gamlar dagar í LÍF- húsinum, hann steðgaði ikki leingi, tí tað var okkurt hann skuldi. Tá eg spurdi hvat hann skuldi, svaraði hann »Eg skal í LÍF-húsið«. Mínir tankar leita til tykkara, Anna, Petur Jacob og systkini. Saknurin verður stórur hjá tykkum, at hava mist ein góðan son og beiggja. Jesus styrki tykkum, í stóru sorg tykkara. LÍF og leirvíkingar hava mist ein góðan vin. Til minnis um vin mín Rúna Heinesen. Jóhanna Hansen Til minnis um Rúna Heinesen