týsdagur 17. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 200 - 17. oktober 2006
tíðindi
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Eftir framførsluna var móttøka við tónleiki, røðum og onkrum leskiligum afturvið.
Grønlendskir politikarar og umboð fyri NAPA umrøddu hesa frumframførsluna, sum eina
stórhending í grønlendskari mentanarsøgu og sum ein stóran dag fyri Grønland. Stjórin í
Operahúsinum, Michael Christensen, umrøddi framførsluna sum ein fyrsta mentanarstevna
millum grønlendskt og danskt í Keypmannahavn.
- Við hesum leikinum hava tey leikandi og onnur ført stóra Grønland til lítla Danmark.
Nukaaka Motzfeldt er fyrsti grønlendski yrkisleikarin. Hetta er innan sjónleik. Pápi
hennara Josef Motzfeldt, sum eisini er grønlendskur fíggjarmálaráðharri segði nøkur orð,
m.a. gav hann okkum sína útgávu av, hvat mentan er fyri nakað í mun til tað politiska.
Í politikki hittir ein ofta eina arrogansu, sum ein persónliga ikki kann brúka til so nógv.
Harímóti snýr hugtakið mentan seg um at varðveita forvitnið fyri okkara umhvørvi og
hetta hevur stóran týdning fyri okkum øll. Hendan útgávan av mentan hjá Josef Motzfeldt
hóskaði seg væl til eina listarliga uppliving sum Polaroid gav. At enda minti hann á, at
LEIKLIST
Myndir: Nina A. Arge
Orð: Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Polaroid skrivaði ein nýggjan
kapittul í danskari - og ikki at
gloyma grønlendskari - leik
listasøgu, tá ið grønlendski
leikurin varð frumframførdur
í Kongaliga Operahúsinum.
Hetta var nevniliga fyrsta grøn
lendska framførslan nakrantíð
á einum av pallunum hjá tí
danska Kongaliga Leikhúsinum.
Hetta var m. a. markerað við
eini kongaligari hjáveru við
frumframførsluna á tí minna
pallinum í stásiliga Opera
húsinum á Hólmanum, í hjarta
num á høvuðsstaðnum í danska
Kongaríkinum.
Í tí snøgga bóklinginum,
sum m. a. sigur frá íkomuni
av leikinum Polaroid, What´s
really going Around the North
pole, sigur stjórin í NAPA,
grønlendska norðurlandahús
inum í Grønlandi, at leikur
in er ein roynd at skapa eitt
nútímans grønlandskt/føroyskt
dansi- og leikúttryk við støði
í grønlendskum fortreytum.
Afturat hesum hava fyrireik
ararnir í hyggju at skunda undir
eina heilt nýggja listagrein sum
ikki finst í Grønlandi - við dansi,
leiki, ljósi, ljóði, palllist og leik
búnum.
Norski viðurkendi leikstjórin
Jo Strømgren er listarligi leiðarin
á Polaroid og hevur NAPA
útvalt hann. Í bóklinginum sigur
Strømgren, at í leikinum verður
arktiski livihátturin kannaður
nærri. Spurningar um hvussu
fólk fylgja við í tí, sum fyriferst í
samfelagnum, og um hvussu fólk
deila og samanbera frásagnir,
hava verið íblástrarkeldur. Men,
hvat hendir so umkring Norður
pólin ella hvat snýr seg umkring
Norðurpólin?
Føroyskt, grønlendskt,
danskt og teknmál í
Kongaliga Operahúsinum
Eftir at hava reist seg og víst
kongshjúninum virðing, settust
allir teir 180 áskoðararnir seg
væl til rættis. Og leikurin kundi
fara í gongd - men, á ein hátt var
tað trupult at siga júst nær leik
urin byrjaði.
Tvey bein stungu seg útundan
tí hvíta løriftinum, sum fevndi
um alla pallmyndina. Fýra kass
ar og eitt radio stóðu á hvíta
dúkinum. Alt hvítt, og gav tað
áskoðaranum eina kenslu av,
at vit vóru á grønlendskum ísi.
Hesar leggir - og svenskan,
nostalgiskan radiomusikk
einastaðni úr 60-70unum
(sungnan av Lill Lindfors), ið
fylti rúmið - skuldi áskoðarin
fyrihalda seg til longu framm
anundan, at leikurin á hvítu
grundini (soleiðis av álvara) var
byrjaður.
Hetta við beinunum var bara
byrjanin til eina framførslu har
absurditetur var ein afturvend
andi lutur, og áskoðarin var ferð
eftir ferð tikin av bóli. Tað sum
er vanligt og væntað var vent á
høvdið. T.d. var samskiftið mill
um tær fýra ungu kvinnurnar
heldur merkverdugt. Tríggjar
Fyri teimum kongaligu í Kongaliga
Hesar leggir - og svenskan, nostalgiskan radiomusikk einastaðni úr 60-70unum (sungna
frammanundan, at leikurin (soleiðis av álvara) var byrjaður
Kristina Ougaard Sørensen var
føroyski parturin av leikinum og
einasti yrkisdansarin
Mynd: Nina A. Arge
Grønlendski leikurin “Polaroid, What´s really going on Around
the Northpole?” við føroyska yrkisdansaranum Kristinu
Ougaard Sørensen hevði leygarkvøldið danska frumframførslu
í Kongaliga Operahúsinum í Keypmannahavn. Saman við
grønlendskum politikarum og ummælarum frá størri donskum
bløðum, vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur vóru
millum áskoðararnar
- Ein stórur dagur fyri Grønland