Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 15 tíðindi tær grønlendsku leikandi tosað­u grønlendskt, meðan tann føroyska tosaði føroyskt - soleiðis varð tosað grønlendskt og føroyskt aftur og fram, sum um tað var tað mest náttúrliga í verðini. Tað var týðuligt, at norski leikstjórin hevði fingið væl burturúr teimum ymisku bakgrundunum hjá teimum leik­ andi. T. d. hevði málið ein týð­ andi leiklut í Polaroid. Danskt slapp eisini uppí leikin, saman við teknmáli. Nakað væl inn í leikinum kemur ein ungur maður í leikin. Hes­in er deyvur, men tann eina av teimum fýra skilir teknmál og um­setir, soleiðis at hinar kunnu hoyra hansara søgu, ein heldur syrg­i­ligu søga - men hendan um­set­ingin er á donskum. Fyri ein stóran part av fram­ førsl­uni vóru tær fýra í undir­ klæðum. Og tað kynsliga, kvenn­leiki, girnd og tørvur av ymiskum slagi vóru frammi í leikinum, saman við fleiri stuttligum løtum. Gjøgnum allan leikin var ein duldur spenningur, hvørs kelda var ein blóðreyður plettur á tí hvíta dúkinum. Ósemja um hendan plettin fekk hýrin á teimum leikandi upp og niður - niður í kolkjallaran við ógvusligum skeldaríum og aðrar tíðir upp í flúgvandi dans. Kristina ein týðandi leiklut Tað var týðuligt, at føroyski leik­arin hevði ein sentralan leik­ lut. Hon stóð fyri tí mesta av dansinum í leikinum og tað sást, at hon var tann einasti út­lærdi yrkisdansarin á pallinum. Krist­ ina var væl nøgd eftir donsku frumframførsluna. - Jú, tað gekk væl í kvøld haldi eg. Og áskoðararnir vóru eisini væl við, tað kundi tú merkja - soleiðis segði ein væl nøgd Kristina eftir framførsluna. Við hennara lið stendur ein líka so væl nøgdur Jo Strømgren. Tað má sigast, at leikstjórin hevur fingið væl burturúr teimum fimm leikarunum. Tey hava ikki havt so nógva tíð, einans fimm vikur. Fyri teimum kongaligu Men hvussu kennist tað hjá Krist­ inu at framføra fyri teimum kong­ aligu, er tað ikki nógv øðrvísi enn vanligt? - Nei, tað er ikki so øgiliga nógv øðrvísi enn vanligt, líka burtursæð frá, at vit skuldu bukka til høgru eftir framførsluna [har tey kongaligu sótu, blaðm.], skemtar Kristina. - Nei, eg veit ikki, tað, at tey taka sær tíð úr teirra stranga programmi og koma at síggja leikin, tað kennist sum eitt slag av álitisváttan. Kristina fortelur, at tey aftur sunnukvøld hava havt eina útselda framførslu. Í skrivandi løtu hava tey tvær framførslur afturat á Kongaliga Operahúsinum - leygardagin verður leikurin framførdur í Føroyum, í Norðurlandahúsinum. Operahúsinum an av Lill Lindfors), ið fylti rúmið - hetta skuldi áskoðarin fyrihalda seg til longu kvøldið eisini var eitt norðurlendskt kvøld, eftir sum at ein føroyingur og ein norðmaður jú eisini vóru uppií. - Vit eru ikki von at uppliva slíka framførslu heima hjá okkum, soleiðis segði ein glaður og væl nøgdur Jonathan Motzfeldt. Í síni røðu førdi hann fram, at hetta kvøldið var nakað grønlendskt yvir Kongaliga Operahúsinum. Hetta var avgjørt stórur dagur fyri okkum øll. Umboðið fyri NAPA, Claus Nielsen, var sera glaður og takksamur fyri at hava fingið víst tað álit, sum tað var at sleppa framat slíkum karmum sum Operahúsinum í Keypmannahavn. Og vónandi var hetta ikki síðsta grønlendska framførslan í operahúsinum. Grønlendski fíggjar­ málaráðharrin, Josef Motzfeldt Mynd: Nina A. Arge