Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 200 - 17. oktober 2006 tíðindi Fullsett høll til sangsk Høllin á Eiði var fullsett til eina væl­ eydnaða konsert við kórunum frá sangskeiðnum hjá Heimamissiónini, sum var í Nesvík í síðstu viku. Umleið 700 áhoyrarar vóru á Eiði leygarkvøldið SANGSKEIÐ Orð og myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Mestsum allir stólarnir vóru upptiknir og benkur­nir í høllini vóru fullsettir til ár­ ligu konsertina vóru kór­ unum frá sangskeið­num. Heimamissiónin hevur skip­að fyri sangskeið síð­ ani 1978, og tað hevur altíð verið góð undirtøka fyri konsertini, sum sang­skeið­ ið altíð endar við. Í ár var konsertin í høllini á Eiði. Kórleiðari í ár var Ás­ bjørn Berthelsen av Strond­ um. Tá ið Sosialurin var á vitjan í Nesvík í síðstu viku, lat hann væl at venj­ ingunum. Ásbjørn hevur vant uttan nótar við kóri­ num, og tað hevði gingið sera at læra sangirnar. Fólk vóru spent til konsertina, og fleiri lovaðu eina góða konsert. Gott barnakór Fyrst á pallinum leygar­ kvøldið var barnakórið. Barnakór eru altíð sera sjarmerandi, og hetta kórið var einki undantak. Børn­ ini ikki einans sóu út sum einglar – tey sungu eisini sum einglar. Barnakórið í ár var eitt av teimum betru. Kórleiðarin, Mariann D. Poulsen og tónleikararnir vóru av Strondum. Ungu tónleikararnir dugdu væl, og kórleiðarin er komin væl frá sangvalinum. Eisini var drama til ein sang. Hetta riggaði sera væl. Børnini gjørdu tekin til summar sangir. Solistarnir kláraðu seg eisini sera væl. Eftir góðu framførsluna hjá barnakórinum, kom stóra kórið á pallin. Tey byrjaðu við einum gomlum gospel sangi “When the Spirit of the Lord”. Í hesum sanginum sang kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, solo. Hetta riggaði sera væl. Ásbjørn syngur væl, og hann megnaði væl at leiða kórið, meðan hann sang. Fjølbroyttir sangir Áhoyrarin fekk at hoyra lívligar sangir og róligar Kórið syngur av hjarta, meðan Símin Chr. Olsen syngur solo. Ásbjørn Bethelsen dirigerar Gott hundrað fólk vóru í kórinum. 700 áhoyrarar komu til konsertina leygarkvøldið Tónleikararnir gjørdu sína uppgávu til vildar hetta kvøldið. Teir eru allir úr bólkinum Proclaim