Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 17 tíðindi eiðkonsert sangir. Sera fjølbroyt sang­ val og sostatt var tað nakað fyri allar aldursbólkar. Solistarnir kláraðu seg eisini sera væl. Har vóru nøkur óskrivað bløð, sum ikki hava roynt seg ofta fyrr sum solistar, men tey stóðu einki aftanfyri tey meira royndu. Beint tá ið kórið hevði sungið síðsta sangin, og áhoyrararnir klappaðu til eykanummar, fór streymurin í høllini. Teknikkararnir tustu runt fyri at fáa tað ordnað. Tað ljóðaði, at ein høvuðs­sik­ ring var farin. Kórið loftaði tó óhepnu støðuna væl, tá ið tey byrjaðu at syngja fest títt eyga á Jesus, og áhoyrararnir tóku undir. Hetta var ein vøkur løta, har ið stearinljósini í høllini veruliga komu til sín rætt í myrku høllini. Tað var eisini rættiliga súmbolskt við ljósi í myrkri. Fyrireika næsta sangskeið Súni Olsen úr Rituvík er við í sang og tónleika­ nevndini hjá Heima­missi­ ónin, sum skipar fyri sang­ skeiðnum. Hann er sera væl nøgdur við konsertina. – Vit meta, at tað vóru um 700 fólk til konsert. Vit eru stak væl nøgd við tiltakið og sera takksom um, at undirtøkan var so stór. Súni sigur, at sangnevnd­ in er longu byrjað at fyri­ reika sangskeiðið næsta ár: – Vit hava fingið kór­ leiðara til næsta ár. Talan er um Maud Kofoed úr Danmark, sum er leiðari í kórinum "Vocation". Samanumtikið ein góð konsert, og vit síggja fram til konsertina næsta ár. Ungar gentur leiktu drama til ein sang hjá barnakórinum Barnakórið í ár var eitt av teimum betru Kórið sang millum annað kenda sangin »Shackles«. Har sungu Sóley Jacobsen og Elly Mikkelsen solo