týsdagur 17. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 200 - 17. oktober 2006
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
– Skulu vit biðja Iran og Sýrialand um hjálp, mugu vit
broyta hugsan
(amerikanskur ráðgevi)
Ein nevnd hjá amer
ikonsku Kongressini
heldur, at USA eigur
at taka seg úr Irak, og
at iranskir og sýriskir
hermenn skulu loysa
teir amerikonsku
hermenninar av
Frágreiðingin hjá nevndini
er ikki almannakunngjørd
enn, men nakrir av nevndar
limunum hava avdúkað ein
part av innihaldinum fyri
bløðunum Los Angeles
Times og The New York
Sun. Millum annað verður
ein av nevndarlimunum
endurgivin fyri at siga, at
verandi politikkurin í Irak
virkar ikki eftir ætlan, og
at tað er neyðugt at ganga
aðra leið.
Kongressin setti nevndina
fyri sjey mánaðum síðani,
og George W. Bush, forseti,
tók undir við avgerðini.
Hann vónaði, at niðurstøðan
fór at stuðla krígsførsluni í
Irak, men tann veksandi mót
støðan í Irak hevur fingið
nevndina at koma við upp
skoti um, at USA eigur at
leggja á annan bógv.
– Nevndin heldur, at tað
finnast aðrir vegir, sigur fyrr
verandi uttanríkisráðharrin
James Baker, sum er for
maður í nevndini.
Sambært The New York
Sun mælir nevndin stjórnini
til eina stigvísa afturtøku úr
Irak. Hermenninir skulu tó
ikki flytast til USA, men teir
skulu hava støð ymsastaðni
nærhendis Irak, so tað skal
bera til at senda teir aftur til
Irak eftir stuttari tíð, gerst
tað neyðugt.
Iran og Sýrialand
Kongressnevndin er samd
við Bush-stjórnini um, at
USA eigur framhaldandi at
styrkja stjórnina í Bagdad og
at fáa uppreistrarmenninar
upp í tað politiska lívið. Har
umframt kemur nevndin við
uppskoti um at draga Iran og
Sýrialand upp í arbeiðið at
steðga bardøgunum í Irak.
– Sjálvur havi eg altíð
hildið, at tað er rætt at tosa
við sínar fíggindar, sigur
James Baker. Hann vísir á,
at hvørki iranar ella sýria
lendingar hava áhuga í
óstøðugum viðurskiftum í
Irak, og tí er tað ikki óhugs
andi, at tey eru sinnað at
virka fyri at fáa enda á
ófriðinum har.
Fyrrverandi amerikanski
sendimaðurin í Afganistan
James Dobbin hevur ver
ið ráðgevi hjá kongress
nevndini, og hann tekur
undir við hugskotinum at
geva Iran og Sýrialandi ein
virknan lut í Irak. Men ein
tílík áheitan úr Washington
fer at seta krøv, sigur hann.
– So noyðast vit at sleppa
tosinum um demokrati og
heldur leggja dent á støðug
viðurskifti. Vit noyðast eisini
at gevast við at tosa um stjórn
arskifti, tí vit kunnu ikki tosa
um at styrkja Irak og virka
fyri broytingum í Iran og
Sýrialandi samstundis, sigur
James Dobbin.
Blóðugt vikuskifti
Seinasta vikuskiftið var eitt
tað mest blóðuga í Irak síðani
innrásina við fleiri álopum og
bumbuspreingingum. Minst
91 fólk lógu eftirá. Í Bagdad
byrjaði harðskapurin, tá 17
shiamuslimskir menn vórðu
funnir myrdir fríggjadagin.
Stutt aftaná sóust shiamus
limsk álopslið í svørtum
klæðum ymsastaðni í Bag
dad. Tey avbyrgdu fleiri veg
ir rundan um tann sunnimus
limska býarpartin. Sambært
myndugleikunum vórðu
fleiri
sunnumuslimskir
menn og unglingar tiknir
og skotnir, og líkini lógu og
sløgdust í gøtunum.
Samanbrestir vóru eisini
millum kurdar og sunnimus
limar har norðuri í landinum,
og minst 13 fólk lótu lív.
Løgreglan veit ikki,
hví tann 22 ára gamli
Shawn Bentler myrdi
foreldur síni og
tríggjar yngri systrar
Ákæruvaldið í amerikanska
statinum Iowa hevur ákært
Shawn Bentler fyri at
hava skotið foreldrini og
systrarnar. Líkini av foreldr
unum, sum vóru 53 og 47
ára gomul, og systrunum,
sum vóru 17, 15 og 14,
vórðu funnin í heimi teirra
nærhendis býnum Bona
parte, skrivar AP.
Sambært einum blaði í Iowa
ringdi tann yngsta systirin til
løgregluna leygarmorgunin
og greiddi frá, at bróðurin
var komin til hús, og at
hann ætlaði sær at gera
okkurt. Á bandupptøkuni,
sum løgreglan hevur av tele
fonsamrøðuni, hoyrist eitt
skot. Síðani verður telefonin
avbrotin. Á løgreglustøðini
sæst, at mamman ringdi
eisini til løgregluna, men at
eingin svaraði henni.
Løgreglan veit ikki, hví
tann 22 ára gamli maðurin
myrdi foreldrini og systr
arnar. Bentler-húskið var
rættiliga múgvandi og átti
fleiri fyritøkur, skrivar AP.
Myrdi foreldrini og systrarnar
Iran og
Sýrialand
skulu
hjálpa USA
úr Irak
Stutt sagt
Fleiri lond kunnu
Altjóða
kjarnorku
stovnurin IAEA ávarar
nú um, at fleiri lond fara
at fáa sær kjarnorkuvápn
í komandi árum, verða
stig ikki tikin til at forða
londunum í at fáa ta
neyðugu tøknina. IAEA
sigur, at millum 20 og
30 lond hava orku til at
fáa sær kjarnorkuvápn,
og teirra millum eru
Brasil, Suðurkorea, Japan,
Saudiarabia og Egypta
land. Einastu lond, sum
hava slept sínum ætlanum
á økinum, eru Libya og
Suðuafrika.
Olmert fekk krakk
Vil ikki hava Chavez
Amerikanska stjórnin
stríðist av øllum alvi ímóti,
at Venesuela skal fáa sæti
í trygdarráðnum hjá ST, tí
hon vil ikki, at venesuelski
forsetin, Hugo Chavez,
skal fáa ein talarastól í
trygdarráðnum. Eitt latín
amerikanskt land skal
veljast í ráðið, og dysturin
stendur millum Venesuela
og Guatemala. USA og tey
miðamerikonsku londini
styðja Guatemala, meðan
tey suðuramerikonsku
styðja Venesuela. Avgerðin
kann fella í dag.
Ísraelski forsætisráð
harrin, Ehud Olmert, fekk
sum vátan vøtt frammaná,
tá hann í gjár beyð libanska
starvsbróðuri sínum til
borðs at samráðast um
eina friðaravtalu millum
londini. Fuad Saniora
svaraði stutt, at tað kemur
ikki upp á tal. Tvørturímóti
skal hann hava sagt,
at Libanon verður tað
seinasta arabiska landið,
sum ger friðaravtalu við
Ísrael. Í summar bumbaði
Ísrael Libanon í sor, men
Olmert sigur, at nú er tíð
at tosa um frið.
Hetta er gerandismynd í Bagdad og aðrastaðni í Irak