Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 19 vinnusíðurnar SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 »Fólk keypa ikki klæði men upplivingar« Sarah Musgrove, strategiskur ráðgevi innan marknaðarføring Á Faroexpo 2006 verða tríggir fyrilestrar hildnir í ráðstevnusalinum hjá Kelduni í Skálafirði, og hesir verða allir hildnir sama seinnapart á altjóða vinnustevnuni, sum verður í Runavíkar kommunu í døgun­ um, 24.-26. oktober Faroexpo 06 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin, 24. oktober, sum er fyrsti dagurin við Faroexpo á hesum sinni, verða tríggir fyrilestrar hildnir í Kelduni í Skála­ firði. Fyrilestrarnir verða frá klokkan 13.30 til 16.30, og fyrilestrarhaldarar verða Niels Stórá, Bjarni Olsen og Marjon Boelskov. Niels Stórá Fyrilesturin hjá Niels Stórá fer at snúgva seg um vinnuvirksemi í Baltisku londunum. Niels er leiðari fyri virk­ seminum hjá Jákupi á Dul í Baltisku londunum, og hann er ivaleyst tann føroyingurin, sum hevur størstu royndirnar við vinnu­ virksemi í hesum londum. Í dag fevnir virksemið hjá Jákupi á Dul um einar 20 handlar og virkir í Baltisku londunum, og samlaða talið av handlum kring um heimin er nú farið um teir 100. Niels Stórá fer í fyrilestri sínum at seta spurningin, hvat skal til fyri, at slíkt virksemi kann eydnast, hvørjir eru vansarnir – og tosa vit sama mál? Í fyrilestrinum fer hann at greiða frá, hvørjar strategiir hava verið nýttar í sambandi við tann sera skjóta vøkstur, sum virksemið hjá Jákupi á Dul hevur havt í Baltisku londunum. Bjarni Olsen Stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, fer at tosa um globalisering og váða­ spjaðing. Saman við forstjóranum, Marneri Jacobsen, hevur Bjarni staðið á odda fyri nútímansgerðini av Føroya Sparikassa. Sæð í ljósinum av, at før­ oyski búskapurin er rætti­ liga eintáttaður, kann tað vera skilagott at vera virkin á fleiri marknaðum. Í dag er Føroya Sparikassi soleiðis virkin innan fleiri øki í Danmark og Íslandi. Bjarni Olsen fer at greiða frá, hvussu Føroya Sparikassi hevur spjatt sín váða og hevur roynt at fingið sum mest burtur úr globaliseringin. Hetta er soleiðis eitt aktuelt og viðkomandi evni fyri flestu nútímans virkir. Stjórnin í Føroya Spari­ kassa hevur nevniliga lagt dent á at brúka nútíðartøkni og leiðslustíl við øllum teimum amboðum, sum eru frammi í tíðini, samstundis sum hon hevur roynt at hildið fast í grundfestinum hjá stovninum. Marjon Boelskov Hon er serkøn í ES-verk­ ætlanum og veit, at arbeiði við menningarverkætlanum mangan kann vera kostn­ aðarmikið og ov krevjandi fyri einstakar fyritøkur og stovnar at handfara. Hon veit at siga, at so­ nevndu rammuskráirnar hjá ES júst eru til tær stóru og krevjandi verk­ætl­anir­nar. Føroysk virkir og stovnar hava eisini so smátt fingið nærri atgongd til stuðul gjøgnum rammuskráirnar, og roknast kann við, at Før­ oyar eisini innan stutta tíð kunnu verða við til at hava leiðsluna av verkætlanum, sum eru fíggjaðar gjøgnum eina rammuskrá. Marjon Boelskov, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað sum ráð­gevi innan evropeiskt tøkni­ligt sam­ starv og verkætlanar­ menn­ing, fer at greiða frá, hvussu føroyingar við sam­starvi eisini kunnu fáa atgongd til ES-verkætlanir og harvið hópin av verk­ ætlanarkrónum, sum í síðsta enda kunnu væntast at føra til økta nýskapan í Føroyum. Borgarstjórin Hans Jacob Lamhauge, borg­arstjóri í Runavíkar kommunu, fegnast um til­ tøk­ini, sum verða í komm­ ununi við altjóða vinnu­ stevnuni, Faroexpo og fjølbroyttu mentanarvikuni, sum byrjar longu komandi sunnukvøld. Tað verður Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum setir mentanarvikuna, og tað verður Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­mál­ um, sum setir Faroexpo. - Vit fegnast um, at Faroexpo, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós í fjørheyst, nú er vorðin uppaftur størri enn í fjør. Eg haldi, at undirtøkan við tilsamans 45 framsýnarum – ella 18 fleiri enn í fjør - er ófør. Tað er eisini sera áhugavert, at einar 20 útlendskar fyri­ tøkur hava valt at koma higar at sýna fram sínar vørur og tænastur, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu. Tilmelding Tú kanst tekna teg til fyrilestrarnar á Faroexpo 06 við at fara inn á heimasíðuna www.faroexpo.fo ella við at ringja til Virkisráðgevingina í Saltangará, tlf. 449591. Kostnaðurin er kr. 380 (mvg-frítt), íroknað er kaffi og køkur. Virkisráðgevingin sigur, at freistin at tilmelda seg til áhugaverdu fyrilestrarnar er 23. oktober – ella dagin fyri, at teir verða hildnir. Áhugaverdir fyrilestrar á Faroexpo Í komandi viku verður Runavíkar kommuna vertur fyri fjølbroyttari mentanarviku og forvitnisligari vinnustevnu – við fyrilestrum og framsýningum