Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 200 - 17. oktober 2006 vinnusíðurnar Frí arbeiðsmegi góð fyri allar partar Arbeiðsmarknaðargranskarin Julianna Traser á lærda háskúlanum í Szeged í Ungarn hevur fyri ECAS (European Citizen Action Service) gjørt eina kanning av avleiðingunum av innfluttari arbeiðsmegi úr Eysturevropu, nú átta eysturevropisk lond eru vorðin partur av ES. Áðrenn hesi átta gjørdust limir í ES vóru røddir frammi um, at arbeiðarar úr hesum londum, fóru at skapa nýggj stættarsamfeløg og sosiala dumping. Tí hava fleiri av EU londunum gjørt skipanir at forða arbeiðsmegini at ferðast frítt. Stórabretland er millum londini, sum hava latið mest upp. Her vísa tøl, at minni enn 0,4 prosent av samlaðu arbeiðsstyrkini kemur úr A8 londunum, sum nýggju limalondini verða rópt. Og mett verður, at landið hevur vunnið 500 mió. pund seinasta árið av fría arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsmegin kemur í fyrstu atløgu í størv, sum frammanundan eru trupul at manna, bæði faklærd og ófaklærd. Støðan í Írlandi er lík tí í Stórabretlandi, stendur á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, www.industry.fo Úr at gera hjá AG-Kjøt á Toftum Nú heystfjøllini vera gingin og flettingin stendur fyri, eru tað rættiliga nógv fólk, sum á ein ella annan hátt fáast við seyð og tað, ið hartil hoyrir. Mikudagin 4.oktober tók AG-Kjøt, ímóti fyrstu seyðunum í ár, og roknað verður við, at hildið verður fram til síðst í oktober, tá AG-Kjøt helst hava flett einar 1600 seyðir í heyst. Teir eru 6 – 7 mans í arbeiði hjá AG-Kjøt hesa tíðina, meðan flettingin er. Alberg sigur, at uml. 2/3 av samlaða talinum, ið flett verður, koma frá kundum við færri enn 15 seyðum. Er talan um lomb, sum skulu flettast, so vera uml. 30 seyðir flettir um tíman; men er tað ærseyður og veðrar, ið flettast skulu, so klára teir at fletta uml. 20 seyðir um tíman. Rakt varð ikki við kolvetni í nevni­verdugum nøgdum, tó vórðu spor av gassi máld í brunninum sigur Jarðfeingi um fyrstu boringina gjøgnum basalt á føroyska landgrunninum. Mett verður tó, at sannlíkindi eru fyri at finna kolvetni djúpri enn borað varð til. Landsstýrismaðurin í oljumálum fegnast tó um, at brunnurin hevur givið týðandi nýggja vitan. Brugduboringin Jan Müller jan@sosialurin.fo So komu tíðindini loksins – frá boringini á Brugduleiðini á landgrunninum. Stórar vónir vóru til henda brunn­ in, tó at tað alla tíðina hevur verið víst á, at talan var ein sokallaðan “high risk” brunn, har sannlíkindini ikki at raka við kolvetni vóru stór. Nú verður tað so staðfest av Jarðfeingi, at boringin ikki gav tað úrslit, sum øll høvdu vónað. Eing­ in olja men spor av gassi. Kortini verður brunnurin mettur at vera áhugaverdur, tí hann gevur týðandi vitan. Í tíðindaskrivinum, sum so mong hava bíðað í spenningi eftir, sigur Jarð­ feingi m.a: “Leitibrunnur 6104/21-1, ið pallurin Stena Don hevur borað fyri Statoil samtakið á loyvi nr 006, er nú liðugt boraður. Brunnurin, sum er á 478 metra havdýpi, røkkur 4.201 metrar nið­ur undir sjóvarmálan. Brunn­ urin verður nú endaliga afturlatin. Sambært loyvistreytunum skuldi brunnurin uppruna­ liga borast niður á 3.780 metrar, men Statoil sam­ takið søkti um loyvi at dýpa brunnin niður á 4.400 metrar. Vegna tekniskar trupulleikar valdi samtakið tó at steðga boringini á 4.201 metrum, áðrenn endaliga málið fyri boringini varð rokkið. Rakt varð ikki við kolvetni í nevniverdum nøgdum, tó vórðu spor av gassi máld í brunninum.” Jarðfeingi sigur víðari í skrivinum, at tað hevur gingið væl at bora gjøgnum basaltfláirnar, og hevur boriferðin verið hægri enn væntað. Mett verður at sannlíkindi eru fyri at finna kolvetni djúpri enn borað varð til. Hetta er ein týðandi boring fyri framtíðar leiting við Føroyar. Hon hevur staðfest, hvussu tjúkt basaltið er á East Faroe High rygginum og givið okkum týðandi vitan um jarðfrøðina undir basaltinum. Nú verður farið undir at kanna nógvu royndirnar og mátingarnar frá boringini nærri, soleiðis at framtíðar leiting fær mest møguligt gagn av nýggju upplýsingunum. Landsstýrismaðurin í vinnu­málum Bjarni Djur­ holm: “Eg hevði sjálvandi vónað at rakt varð við kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum, men eg fegnist um, at brunnurin hóast alt hevur verið væleydnaður í aðrar mátar, og at nýggj, týðandi vitan er fingin til vega til gagns fyri framtíðar leiting. Hetta er fimti brunnurin á føroyskum øki og tann fyrsti brunnurin, sum borar gjøgnum basaltið, og tí mugu vit hyggja eftir úrslitinum í einum størri høpi. Fyrstu fyrireikingarnar til triðja útbjóðingarumfar eru farnar í gongd og heldur hetta arbeiðið nú áfram. Eg vænti, at triðja umfar verður á heysti 2007 sum ætlað” sigur landsstýrismaðurin í oljumálum. Oljuframtíð/ analysa Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er greitt, at tíðindini frá Jarðfeingi um Brugdu­ boringina eru ikki av teim­ um bestu, nú vónir hava verið til at finna um ikki annað so tekin til olju. Heer var so einki við undantaki av gasssporum skilst. Taka vit samanum lutvíst stuttu oljusøgu okkara, so vórðu fýra brunnar boraðir í landssynningshorninum av landgrunninum fyri nøkrum árum síðani. Onkur teirra var turrur meðan aðrir vístu seg at goyma olju, tó ikki í rakstrarverdugum nøgdum. Nú varð so sett út í kortið heilt av nýggjum, og leitingin flutt longur norður og longur inn á landgrunnin. Her visti man, at basaltið kundi vera ein trupulleiki. Tað hevur tó víst seg, at tað er basaltið ikki, tá talan er um at bora. Nú er álitið Williambrunn­ urin, sum eisini skal borast inni á basaltinum. Tá eru tað BP, Shell og Anadarko, sum sleppa at royna seg. Tað ljóðar millum oljufólk, at hesin brunnurin jarðfrøðiliga sæð er øðrvísi og kanska eisini meira áhugaverdur enn Brugdan. Eitt sera stórt kanningasrarbeiði er gjørt, bæði hjá BP og Shell og ikki minst frá Anadar­ko síðu, sum hevur staðið fyri leitiloyvinum, har William­ brunnurin skal borast í næsta ár. Felagið hevur gjørt sera nógv burtur úr nettupp at kanna økið, har Williambrunnurin skal borast, og nú felagið er farið í samstarv við so stór og viðurkend oljufeløg sum BP og Shell, verður hildið, at heimaarbeiðið undan boringini er so optimalt tað kann blíva, hvat tað tó helst eisini hevur verið undan Brugduboringini. Spurningurin er so bara, um William er betri stað á landgrunninum at gera eitt fund enn Brugdan. Hvussu og ikki, so kann sigast, at Statoilsamtakið við síni boring hevur verið við til at slóða fyri teimum, sum eftir koma. Herfyri segði BP stjóri við Sosialin, at teir hava sett sannlíkið til at gera eitt lønandi fund fyri eitt út av tíggju. Hóast hetta ljóðar rættiliga svart­skygt, so er grundarlagið fyri metingini tann, at talan er um nýtt og ókannað øki. Hann segði eisini, at uttan mun til, hvat úrslitið verður av Brugduboringini, so fara teir at halda seg til sínar boriætlanir. Hann metti eisini fyrimunir vera við Williamøkinum fram um Brugduleiðina. Vit vita so eisini, at ENI fer at bora í 2007, og møgu­ leiki er fyri, at Chevron borar í 2008. Tað er greitt, at Brugduboringin er ikki just besta marknaðarføringin av eini komandi 3. útbjóðing. Og fyri 2. útbjóðing, har feløg fingu tillutað nýggj leitiøki í fjør, kemur hon so eisini eitt sindur illa við. Tí feløgini fara helst at umhugsa seg sera væl, áðrenn tey bjóða seg fram at bora. Hesi loyvini vórðu latin uttan at feløgini skuldu binda seg til at bora fyrstu árini. Hinvegin eiga vit eisini at siga, nú basaltknúturin er lutvíst loystur, tað er lættari at bora gjøgnum basaltið enn mett, at tað telur avgjørt tann rætta vegin. Vit skulu so heldur ikki gloyma, at stóra oljufelagið Chevron júst er farið undir at bora avmarkingarbrunnar beint hinumegin markið, og har verður mett, at ein stór oljukelda ella fleiri eru inni í basaltfláunum. Tað fáa vit meira at vita um komandi hálva árið. Ein staðfesting av, at her veruliga er talan um eitt stórt oljufund, kann so aftur fáa nýtt lív í leitiloyvi okkara megin markið. Her verður hugsað um leiktiloyvi, , sum Chevron fekk tillutað í 2. útbjóðing. Tað kann visa seg at vera samanhangur millum eitt stórt fund á bretskari síðu og so útlitini fyri at gera oljufund okkara megin markið. Eingin olja men spor av gassi Glottar hóast bakkast Landsstýrismaðurin vitjaði, tá borað varð á Brugduleiðini