týsdagur 17. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
21
vinnusíðurnar
Nógv er sagt og skrivað seinasta
hálva árið um, at amerikanski
búskapurin var á veg fyri bakka. Tey,
ið hava havt hetta sjónarmið, hava
serliga lagt dent á húsamarknaðin,
sum er kólnaður hesa tíðina. Ein
partur av privatu nýtsluni hevur
verið fíggjaður av øktum frívirðum.
Tó eru húsaprísirnir ikki farnir at
lækka enn. Onnur tekin eru um, at
búskapurin bert er á veg eitt sindur
niður í ferð. Vøksturin í íløgum
liggur um 10% árliga. Hetta bendir
á, at virkini eru bjartskygd. Sølan
økist eisini, og virkini vinna væl av
peningi. Týdningarmikið er eisini,
at virðisbrævamarknaðirnir tykjast
órørdir av prátinum um USA. Flest
allir partabrævamarknaðir liggja t.d.
hægri nú, enn áðrenn lækkingina í
mai. Hetta er væl at merkja eisini
galdandi fyri amerikanska markn
aðin.
Lánsbrævarentur hækkaðar
Farnu vikuna eru lánsbrævarentur
nar hildnar á at hækka. 10-ára
rentan er nú 3,89%. Góð útlit fyri
amerikanska
arbeiðsmarknaðin
fingu renturnar at gera eitt lop.
Góðir roknskapir úr USA
Tíðarskeiðið við roknskaparkunn
gerðum fyri 3. ársfj. er nú av
álvara byrjað í USA. Hetta var m.a.
farni fríggjadagur merktur av, tá
væntanir um góðar roknskapir vendi
marknaðinum frá minus til pluss.
Roknskapirnir hava eisini verið
góðir higartil. Nú 10% av virkjunum
í USA hava kunngjørt, hava 93% av
hesum virkjunum víst á inntøkur,
ið eru ájavnt ella betur enn væntað.
Herumframt hava inntøkurnar verið
um 16% hægri enn fyri ári síðani.
Um bjarta gongdin heldur áfram,
fer hetta at ávirka marknaðirnar um
okkara leiðir jaligt.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður væntandi
hendingarík á virðisbrævamarknað
unum. Sjóneykan verður enn einaferð
sett á USA. Stórur dentur verður
fyri tíðina lagdur á tjóðbankan, og
tí er áhugi fyri prísvøkstrinum, sum
verður kunngjørdur mikudagin.
Roknskaparkunngerðirnar
fara
væntandi eisini at seta sín dám á
vikuna.
Marknaðarrák
Marknaðirnir vænta, USA hórar undan
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Brugduboringin
Jan Müller
jan@sosialurin
Hóast úrslitið av Brugdu
boringini ikki hóvar lands
stýrismanninum í olju
málum, Bjarni Djurholm,
er hann kortini fegin um,
at henda boringin eisini
hevur givið okkum nøkur
positiv úrslit. Her hugsar
hann serstakliga um tað
sannroynd, at tað ikki
longur er ein trupulleiki at
skula bora gjøgnum basalt.
Hetta eru góð tíðindi fyri
tey feløg, sum skulu bora á
basaltinum komandi árini.
–Vit hava gjørt nakrar
tekniskar ”landvinningar”,
sum hava stóran týdning.
Um so var at basaltknúturin
ikki var loystur heldur við
hesi boringini, so høvdu vit
vissuliga orsøk til at vera
vónsvikin.
Bjarni Djurholm heldur
vit mugu hava tol, tí tað at
finna olja er eisini at meta
sum eitt eydnuspæl. Um tú
finnur hana við fimtu ella
fimtandi boring, tað veit
tú ikki. –Men at teknisk
framstig verða gjørd held
ur lív í leitingini, og at
tað er staðfest kolvetni á
landgrunninum er við til
at halda vónini á lívi. Nú
seta vit so okkara álit til
BP, sum fer at bora í næsta
ár. Hetta var so ikki tað
besta men heldur ikki tað
ringasta.
Fyritøkur skríggja eftirarbeiðsfólki
Bjarni Djurholm landsstýrismaður sigur við blaðið Vinnuvitan, at týdningarmesta málið
fyri, at vit kunnu halda fast við ein sunnan búskap, er, at tørvurin á arbeiðsmegi verður
nøktaður. Eisini Vinnuhúsið ávarar um gongdina og sigur, at vinnan steðgar upp, um einki
hendir. Og innlendismálaráðið sigur, at ein loysn er á veg, har útlendingar nærum frá degi
til dags sleppa til Føroya.
Sambært landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarna Djurholm, er hetta
týdningarmesta málið, um vit skulu forða eini inflasjón.
- Vit mugu fáa eina smidliga loysn, so vit kunnu fáa dugnaliga fremmanda arbeiðsmegi
til Føroya í styttri og longri tíðarskeið. Trotið á arbeiðsfólki er so stórt nú, at tað forðar fyri
vøkstri í fyritøkunum og samfelagnum, sigur Bjarni Djurholm, við Vinnuvitan.
Met-hall hjá USA
Høgir oljuprísir og vaksandi innflutingur – serstakliga úr
Kina – hava sent amerikonsku handilsjavnvágina móti
einum metstórum halli.
Bara í august mánaði var halli $ 69,9 mia, og samanlagt
verður roknað við, at talan verður um størsta hallið
nakrantíð. Hetta veldst tó um, hvussu oljuprísirnir skikka
sær tað, sum eftir er av árinum. Fyrstu átta mánaðirnar
hevur amerikanska hallið verið $ 784 mia, og er hetta
9,4% meira, enn hallið var í fjør.
Búskaparfrøðingar bera ótta fyri, at hetta er greitt tekin
um, at heimsins størsti búskapur ikki hevur tað serliga væl
í løtuni.
Ikki best men
heldur ikki ringast
Vika 42
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Um somu tíð sum Statoil
er givið við at bora á før
oyska landgrunninum fer
felagið saman við øðrum
stórum oljufeløgum und
ir at bora ikki færri enn
tríggjar brunnar á bretsk
um øki, skamt frá føroyska
markinum. Talan er um
sonevnda Rosebank olju
fundið, ið Chevron sum
fyristøðufelag saman við
Statoil, Dong og OMV,
gjørdu í fjør fáar fjórðingar
frá føroyska markinum.
Júst í hesi løtu verður bori
pallurin Transocen Rather
ankraður upp á økinum, og
ein av komandi døgunum
verður borurin settur í. Ring
veðurlíkindini hava seinkað
boringini nakað.
Tað snýr seg um at bora
tríggjar avmarkingar og
metingarbrunnar í sambandi
við eitt fund, sum varð
gjørt fyri tíð síðani. Millum
oljufólk verður mett, at talan
er um eitt sera stórt fund og
skulu komandi brunnarnir
siga okkum, hvussu stórt
tað er. Tað áhugaverda er,
at oljukeldan liggur inni í
sjálvum basaltinum. Tað
fingu vit at vita á olju
ráðstevnuni í Føroyum her
fyri.
Á skrivstovuni hjá Chev
ron í Aberdeen fáa vit at
vita, at tey nú rigga til at seta
borin í á Rosebankleiðini.
Roknað verður við, at tey
koma at bora fram til í vár.
Úrslitið skal so staðfesta,
um oljukeldan er so mikið
stór sum metingarnar vísa,
og er tað so, verður farið
undir at byggja hesa kelduna
út. Kemur tað hartil verða
leiðirnar í grannalagnum
eitt nú loyvið hjá Chevron,
Statoil, Dong og OMV
okkara megin markið aftur
sera áhugaverdar.
Chevron undir
spennandi boring
hinumegin markið
Transocean Rather,
sum nú fer at bora
skamt frá føroyska
markinum