týsdagur 17. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 200 - 17. oktober 2006
vinnusíðurnar
Útflutningsmet í Kina
Hóast tað enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, so hevur útflutningurin
úr Kina longu sett met. Sammett við september mánað í fjør, vaks
útflutningurin við 31%. Stóru útflutningtølini betra sjálvandi eisini um
handilsjavnan, sum fyrstu níggju mánaðirnar hevur verið positivur við
654 mia kr. Ein gongd, sum hevur fingið fleiri útlendskar politikkarar at
finnast at kinverjum, tí teir meta hesar halda kursinum á sínum gjaldoyra
á alt ov lágum støði.
Sjálvnøgdir stjórar
Ein amerikonsk kanning vísir, at flestu stjórarnir eru av teirri fatan,
at tað gongst væl hjá teimum í starvi sínum. Hinvegin vísir sama
kanning, at starvsfólkini undir stjórunum langt í frá hava somu fatan.
92% av stjórunum hildu seg annars gera eitt “fantastiska gott” ella
“sera gott” arbeiði. “Fantastiskt” var tó ikki tað, sum starvsfólkini
nýttu, men 67% søgdu hóast alt, at stjórin gjørdi eitt gott arbeiði. 23%
hildu, at arbeiði var á eini leið, meðan seinastu 10% hildu, at stjórin
gjørdi eitt vánaligt arbeiði.
Peningarrensl og
íløgur hava stóran
týdning í okkara
samfelagsskipanum.
Vit síggja javnan,
at lond og økir í
londum stríðast fyri
at vekja áhugan hjá
váðafúsum kapitali,
fyri at fáa íløgur og
dynamikk í vinnuna.
Føroyar hava í nógvar
mátar ligið avbyrgdar
frá heimsmeldrinum,
men so er ikki longur.
Vit alnetissambandi
ber eins væl til at
sita í Føroyum sum
í Berlin og arbeiða
við virðisbrøvum.
Kunningartøknin
gevur okkum ikki
bert møguleikan
mekanisk at handla,
men eisini nógv
betri møguleikar fyri
innliti og vitan
Virðisbrøv
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Í Føroyum hevur ikki verið
siðvenja at gera íløgur í
t.d. partarbrøv í størri mun.
Vit hava ikki havt egnan
virðisbrævamarknað
og
sum lítið land hava vit ikki
havt nógv virkir, ið hava
havt eina hóskandi stødd til
t.d. virðisbrævamarknaðin
í Keypmannahavn. Vit hava
nú fingið okkara egna
virðisbrævamarknað, VMF.
Vit hava fingið tilknýti
til íslendska virðisbræva
marknaðin og nú í farnu viku
fór fyrsta føroyska felagið
á virðisbrævamarknaðin í
Keypmannahavn. Nevnliga
Atlantic Petroleum.
Váðafýsni
Tað at fáa virkir á virðis
brøv kann verða gott í ein
um samfelagi, tí tað gevur
virkjum atgongd til váða
fúsan kapital og vanliga
borgaranum
møguleika
at seta pening í virksemi
fyri at vinna pening við
uppsparingini. Á hesum øki
hava Føroyar verið aftarlaga
og eru tað enn. Vit hoyra tó
javnan, at føroyingurin er
farin at seta meiri pening
í virðisbrøv, men Føroyar
er ikki eitt samfelag har
borgarin
brúka
orku
uppá virðisbrøv. Vit hava
verið ov langt burturi frá
virðisbrævamarknaðunum.
At arbeiða við virðisbrøv
um krevur eisini arbeiði at
fylgja við vinnugreinum,
virkjum og rákum og tað
er í dag møguligt umvegis
kunningartøknina.
Hugburður
At fáa Føroyar, sum sam
felag, at leggja størri íløgur
í virðisbrøv, krevur eisini
eina hugburðsbroyting. At
fólk váða við tí endamáli
at vinna meiri, enn um pen
ingurin var á bók. Men tað
krevur kanska eisini, at eitt
virki skarar framúr og hevur
leiklutin sum jarnbrotið.
Og tað er mikið møguligt
at Atlantic Petroleum er
jarnbrotið. Vit síggja, at
føroyski íløguhugurin er
byrjaður, men enn manglar
eitt fokus sum fær vanliga
føroyingin at hugsa um
virðisbrøv.
Atlantic Petroleum
Atlantic Petroleum hevur
klárað seg væl sum felag og
hevur eisini víst vegin við
partabrøvum, sum nú hevur
vaksið so mikið um felagið,
at tað nú er á norðulendska
virðisbrævamarknaðinum.
Men tað er eisini søgan
um eitt samtak, har fleiri
føroyskir
íleggjarar
standa saman um at fáa
eitt føroyskt oljufelag. Vit
kunnu nú ímynda okkum,
at størri áhugi verður fyri
virðisbrøvum í Føroyum
og at fólk fara at hava
størri áhuga at fylgja við
gongdini, Bæði tí talan er
um eitt føroyskt virki og
tí nógvir føroyingar hava
pening í Atlantic Petroleum.
Og tað ber kanska eisini
við sær, at fjølmiðlarnir
fara at leggja størri dent á
virðisbrævamarknaðir.
VMF
Eitt
av
endamálunum
við føroyska virðisbræva
marknaðinum var at fáa
íløgukapital til Føroya, sum
kann verða við til at menna
føroysk
virkir,
serliga
á økjum har tørvurin á
arbeiðskapitali er stórur.
Eisini er tað uppsparingin
í
eftirlønir,
sum
eins
væl kann verða íløgur í
Føroyum, sum aðrar staðni,
og hetta kann verða við til
at skapa ein bygna, sum fær
til vega kapital til føroyska
vinnulívið. Støddin á før
oysku virkjunum ger eisini,
at tørvur er á einum minni
virðisbrævamarknaði sum,
t.d. VMF. Fyrimunurin er
eisini, at vanligi borgarin
kann gera íløgur og fáa
vinning og harvið eisini
setir seg inn í fíggjar- og
vinnuviðurskifti.
Vinnarin
Tað er sera jaligt, at eitt felag
sum Atlantic Petroleum
støðugt hevur ment seg
og nú er á norðurlendska
virðisbrævamarknaðinum.
Felagið gjørdi jú ikki minnið
enn at verða vinnarin í
virðisvøkstri í gjár og tað
kundi víst á, at felagið hevur
gott orð á sær. At verða
á
virðisbrævamarknaði
krevur eisini og eftirspurn
ingurin eftir partabrøvunum
er spegilsmyndin av áhug
anum í felagnum.
Markleyst
Vit tosa nógv um alheims
gerð. Ein partur av henni er
markleysi kapitalurin. Og
partur av honum er íløgur
og handil við virðisbrøvum.
Føroyar eru ikki longur
ein fjarskotin blettur á
heimskortinum, men liggja
mitt í Norðuratlantshavi.
Neyðuga innlitið og vit
anin ber í dag til at fáa
umvegis kunningartøknina,
umframt at vit hava okkara
egna Virðisbrævamarkna.
Tað, sum nú manglar, er
íløgumentan. Hinvegin so
skal tað eisini gerast við
ansni og tolsemi, tí tað er
váði knýttur at íløgum.
Atlantic
Petroleum
slóðar fyri
Alt fleiri
kvinnuligir
íverksetarar
í Danmark
Dreymurin um
at vera stjóri í
egnum virki,
fyllir alt meira í
hugaheiminum hjá
lesandi kvinnum í
Danmark.
Vinnulív
Rigmor dam
Rigmor@sosialurin.fo
Meðan parturin av øll
um lesandi á lærdum
háskúla í Danmark, ið
stovnar egið virki, bert er
vaksin út 9,2 prosentum
upp í 9,5 prosent, frá
2004 til 2006, sær talið
væl øðrvísi út, um hugt
verður
eftir
teimum
kvinnuligu lesandi. Har er
parturin av kvinniligum
íverksetarum nevniliga
vaksið úr 17,8 prosentum
í 2004 upp í 39,6 prosent
í 2005, stendur at lesa
inni á heimasíðuni hjá
javnstøðunevndini
www.javnratt.fo.
Samstundis er meiri
enn helmingurin av teim
um lesandi, sum ætla at
stovna egið virki, kvinn
ur.
- Orsøkin er eitt nú
vaksandi áhugi í al
menna rúminum fyri
kvinnuligum
íverk
setarum, sigur Helle
Neergaard, lektari við
Handilsháskúlan í Århus
við sergrein um kvinnu
ligar íverksetarar.
- Tað hevur havt eina
positiva ávirkan, at fjøl
miðlarnir í størri mun hava
áhuga fyri kvinnuligum
íverksetarum. Haraftrat
verða eisini fleiri skeið
hildin um íverksetan í
lestrartíðini, sigur hon.
www.javnratt.fo
Við at fara á børsina í Keypmannahavn hevur Atlantic Petroleum tikið eitt stórt stig uppeftir.
Og talan kann eisini vera um eitt stig, sum veruliga kann vera við til at broyta føroyska
íløguhugburðin
Mynd: Símun J. Hansen