týsdagur 17. oktober 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
23
vinnusíðurnar
Bill Gates á fimta plássi
Hóast hann seinastu12 árinin hevur verið mettur sum ríkasti maður í heiminum, so er Bill
Gates langt ífrá ríkasti maður í heimssøguni. online-magasinið, QXO.dk, hevur gjørt eitt
søguligt yvirlit, har ognirnar hjá tíðarinnar størstu ríkmonnum eru reguleraðar í mun til
prístalið. Og á hesum yvirlitinum er Bill Gates einans á fimta plássinum.
Greiður vinnari í samanberingini er John D. Rockefeller. Amerikanski oljukongurin,
sum doyði í 1937, hevur í dagskursi eina samlaða ogn upp á $ 200 mia, og er hetta fýra
ferðir so nógv sum tað, ið Bill Gates sigst at eiga.
Nummar tvey á listanum er Andrew Carnegie (1835.1919), stovnari av U.S. Steel.
Trý’ari er Cornelisu Vanderbilt (1794-1877), sum fekst við flutning á jarnbreytum og
dampskipum, meðan John Jacob Astor (1763-1848) er nummar fýra á listanum. Og á
fimta plássinum er altso Bill Gates, men við $ 50 mia er hann tó ikki at rokna sum nakar
fátækur maður.
Oljufeløg eru heit vøra á Børsini
Atlantic Petroleum
var besta partabrævið
av øllum á danska
virðisbræva
marknaðinum
mánadagin. Serliga
tykjast stóru donsku
pensiónsfeløgini
áhugað í at keypa
partabrævið
Virðisbrøv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá hesar linjur verða lisnar,
er greitt, hvørt olja varð
funnin í føroysku undir
grundini á hesum sinni.
Men úrslitið av hesum fer
heilt víst at ávirka parta
brævakursirnar hjá teim
um báðum føroysku olju
feløgunum.
Hetta noyddist Atlantic
Petroleum at ásanna, tá kurs
urin fyri tveimum vikum
síðani fall nærum 30 stig,
tá vit her í blaðnum bóru
tíðindi um, at tað sá svart
út við olju úr Brugduni á
hesum sinni.
Stórir grunnar
sum íleggjarar
Men tað tykist tó á ongan
hátt at hava køvt áhugan
fyri føroyska partabræv
inum. Seinasta mánadag
varð føroyska felagið list
að á danska virðisbræva
marknaðinum, og áhugin
her hevur trýst kursin væl
uppeftir.
Berlingarin hevði seinasta
fríggjadag grein um felagið,
og her varð millum annað
staðfest, at stóru donsku
pensiónsgrunnarnir í løtuni
eru altríðir eftir sonevndum
orkupartabrøvum. Og at teir
í hesum sambandi høvdu
stóran áhuga fyri nýggja
felagnum á marknaðinum.
Vanliga vil eitt slíkt
felag standa aftarliga í
porteføljanum hjá somikið
stórum íleggjarum. Talan
er um sonevndar high-risk
íløgur, men við at seta hetta
sum ein lutfalsliga lítlan
part av samlaðu íløguni,
verður
tapsvandin
ikki
tann heilt stóri, meðan ein
stór kurshækkan hinvegin
kann geva eitt gott ískoyti
til samlaða avkastið av
íløguspjaðingini.
Um tað vóru tíðindini
Hvørt tað vóru pensións
grunnarnir, sum fóru til
handils, ella um onnur lótu
seg ávirka av greinunum,
sum stóðu í Berlingaranum,
er ilt at siga. Men undir
øllum
umstøðum
varð
handlað dúgliga við parta
brøvunum í gjár. Umsett
varð fyri gott og væl 6 mió
kr., og hetta flutti kursin
frá 596 upp á 665. Og
tá kursurin var hægstur í
gjár, var hann heilt uppi
á 682. Eitt veldugt lop
rætta vegin, sum eisini
gav Atlantic heitið sum
dagsins hæddarleypari á
marknaðinum.
Fleiri faktorar
Við Útvarpið segði Wil
helm Petersen, stjóri , at
tað er trupult at siga, hví so
nógv høvdu valt at keypa
partabrøv í felagnum júst
í gjár. Men hann vísti á,
at greinin í Berlingske
møguliga hevði sítt at siga
í hesum.
Hartil varð eisini víst á,
at danski marknaðurin er
munandi størri, enn tann
íslendski er tað. Og tað
er væl hugsandi, at eitt
størri potentiali í keyp
araskaranum hevur havt
ein øktan handil við sær.
Heldur ikki eigur at verða
sæð burtur frá greiningini
av partabrævinum, sum
Eik Bank læt gera í vár. í
hesi greining varð staðfest,
at eitt realistiskt kursmál
var væl oman fyri tey 800,
og við hesum í huga er væl
hugsandi, at partabrævið so
langt ífrá hevur rakt toppin
enn. Ikki minst, um olja
verður funnin í føroysku
undirgrundini. Men tað er
so ein onnur søga.
GPS Plottarar, ekkólodd o.a.
Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo
til stuttleika- & útrórarbátin.
Tel. 35 21 82
Email info@vikmar.fo
Seinasta árið hevur verið framúr fyri partaeigarar í Atlantic
Petroleum. Vøksturin á partabrævinum hevur í hesum
tíðarskeiði verið 70,7%. Um sama mundi hevur vøksturin
á ICEX-15 vísitalinum verið 41,4%. Ein vøkstur, at føroyska
oljufelagið eisini eigur sín góða part, tí felagið varð fyrr í ár
tikið við, tá ICEX-15 vísitalið skal roknast.
Hartil er eisini greitt, at talan er um ein positivan tendens
innan sonevndu orkupartabrøvini. CSE10 Energy, sum er
vísitalið fyri orkufeløg á børsinum í Keypmannahavn, er
hetta seinasta árið økt 37,4%.
FAKTA
Atlantic beyð íleggjarum at vera vælkomnar, tá
felagið varð skrásett. Og mett eftir mánadegnum
hava hesir avgjørt tikið av innbjóðingini
Mynd: Símun J. Hansen