týsdagur 17. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Stjórin í Framtaks
grunninum var
væl nøgdur við
ráðstevnuna “At
Fóta Sær Í London”,
ið gav honum
innlit í vinnur, ið
hann nærum onga
vitan hevði um
framm
anundan
Funky Faroe
Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Niels Dann West stjóri í
Framtaksgrunninum var
millum luttakararnar á før
oysku ráðstevnuni At Fóta
Sær í London í farnu viku.
Hann sigur við Sosialin, at
hann fekk nógv burtur úr
túrinum í London.
- Tað var ikki torført
hjá mær at læra nakað um
mentanarligar vinnur sum
tónleik og móta, tí eg hevði
so óalmindiliga avmarkaða
vitan um hetta áðrenn ferð
ina, sigur Niels Dann West
og heldur fram
- Eitt sum yvirraskaði
meg var, at tað sum fakfólki
við pallborðið legði dent á,
at tú skalt leggja fram fyri
fíggingarstovnum og øðrum
íleggjarum er businessplan
ir og grundgivnar ætlanir,
júst eins og í øllum øðrum
fyritøkum. Hetta er gott
fyri okkum, tí tá er lættari
hjá okkum sum íleggjara
at fyrihalda okkum til fyri
tøkur og teirra virksemi.
Á ferðini vóru eisini fleiri
vinnurekandi innan bæði
mótaídnaðin og tónleikin,
vit spurdu Niels Dann
West, um nakrar konkretar
samrøður høvdu verið við
nøkur av hesum virkjum.
- Eg hevði nøkur áhuga
verd prát við nakrar av
luttakarunum, sigur hann.
Hann vísir á, at higartil
hevur framtaksgrunnurin
bert sett pening í føroyskar
verkætlanir, og hetta kann
vera eitt sindur avmark
andi um virkið er skrásett
uttanlands.
Men
hetta
merkir ikki, at okkurt av
virkseminum hjá virkin
um ikki kann vera uttan
lands. Vit vilja fegin
leggja pening í vinnur við
útflutningspotentiali.
Á ráðstevnuni vóru pall
borðsfundir, framløgur og
eitt PR tiltak. Niels Dann
West sigur, at hann heldur
at fyriskipanin tyktist væl
úr hondum greidd, har var í
øllum førum einki, ið hann
dugdi at seta ein prikk á.
- Eg haldi tað er eitt
gott hugskot at Menningar
stovan fer undir tílík tiltøk,
tí um tú skalt út á altjóða
marknaðin við tónleiki og
móta, so vildi eg mett, at
tað er munandi lættari at
fáa fatur á rætta fólkinum
í London, enn at fáa tey
øll til Føroyar. Tó havi eg
ikki førleika at meta um,
júst London er rætta staðið
ella ei.
Boðini frá umboð
unum fyri móta
ídnaðin í London
hildu føroysku
søguna vera somikið
áhugaverda, at hon
kundi selt føroysku
sniðini.
Funky Faroe
Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tiltakið “At Fóta Sær Í
London”, ið Menningarstov
an skipaði umfataði m.a.
pallborðsfundin “A Small
Fish In A Big Pond”, har
evnið um hvussu ein lítil
føroyskur sniðgevi, kann
klára seg á stóra altjóða
marknaðinum, varð umrøtt.
Pallborðið var mannað
av kendum og virdum and
litum í mótaídnaðinum í
Bretlandi:
Sniðgevanum
Susan
Brackhouse,
ið
sjálv hevur roynt at byrja
egið virkið og hevur fing
ið virkið at yvirliva eisini
eftir
tey
fyrstu
árini.
Hilary Riva, ið umframt
at vera forkvinna í British
Fashion Council hevur
arbeitt við klædnasølu í
eitt mannaminnið, Melanie
Winning, ið er stylistur og
make-up artistur og hevur
arbeitt nógv í mótavinnuni,
Sarah Musgrove, ið er strateg
iskur ráðgevi, og livur av at
marknaðarføra sniðgevar
og antropologinum, móta
blaðkvinnuni og sniðgevan
um
av
hundafrakkum
Wendy Scott, sum eisini
hevði skipað fyri hesum
partinum av tiltakinum.
Drúgvu og umfatandi
royndirnar hjá pallborðs
luttakarunum gjørdu fundin
sera áhugaverdan. Talan var
um fimm luttakarar, ið einki
serligt kendu til Føroyar
ella føroyskan móta, men
nógv av ráðunum, snúðu
seg um hvussu tú fótar tær í
mótavinnuni í London.
Pallborðsluttakararnir
tyktust á einum máli um,
at skalt tú klára teg innan
mótaídnaðin, so krevst at
fíggjarligu og handilsligu
partarnir av tínum virksemi
verða væl røktir. Skalt tú
hava fígging til nakað sum
helst, krevjast fíggjarætlanir
og virkisætlanir, ið grund
geva fyri tínum virki. Hesi
evnið hava nógvir sniðgevar
ikki og í tílíkum førum,
er ofta gott at fáa sær ein
samstarvsfelaga, ið kann
røkja hesar uppgávur.
- Skalt tú fáa eitt virki
at bera seg, er neyðugt, at
tú megnar at halda kundan
nøgdan, hetta merkir t.d., at
tú skalt kunna levera vøruna
í øllum støddum og litum,
tá onkur bíleggur hana, at
tú skal halda avtalur, og
vera til at lýta á, segði
Hilary Riva.
Susan Brackhouse vísti á,
at hetta tó bert var galdandi,
um tú ætlaði tær at liva av
tínum sniðum. Hon vísti
á eitt dømi, har hon hevði
luttikið á einum verkstaðið
fyri sniðgevar. Tey sótu og
góvu hvør øðrum ráð um,
hvussu tey skuldu reka síni
virkir. Tá tey fóru at tosa
um sølu av sínum klæðum,
meldaði
tann
kendasti
sniðgevin teirra millum
pass. Tí hóast hann var eitt
stórt navn í mótaídnaðinum
og hansara snið vóru á
catwalkinum
á
størstu
mótamessunum, so hevði
hann ongantíð selt somikið
sum eitt einasta plagg. Her
var tað navnið og umdømið,
ið vóru avgerandi.
- Tað er júst hetta sum er
munurin á list og handils
ligum virksemið, viðmerkti
Hilary Riva.
Skalt tú reka eitt virkið er
eisini sølufremjan av sera
stórum týdningi. Susan
Brackhouse segði, at sjálvt
miðal snið kunnu verða
seld, um bert sølufremjandi
arbeiðið er nóg gott, meðan
bestu sniðgevarnir kundu
detta niður ímillum, um
marknaðarføringin ikki var
nóg góð. Sarah Mushgrove,
ið til dagliga starvast sum
PR fólk hjá Versace, segði,
at vit ikki máttu gloyma
hvussu góð okkara søga er.
- Hvaðani ert tú frá?
Hetta er ein av teimum
fyrstu spurningunum, ið tú
tú spyrt onkran, og tit eru
úr einum landi, ið flestu
fólk einki vita um, ja, tey
vita ikki hvar landið liggur.
Tað er tað sermerkta, ið er
lættast at selja, og tykkara
søga er sera sermerkt, segði
Sarah Musgrove.
Tað er í veruleikanum
lættari at gera vart við teg
í London, sum føroyingur
enn, um tú ert úr onkrum
lítlum enskum býi.
- Fólk keypir ikki klæði
men upplivingar, tey keypa
hvussu tey kenna seg í
tínum klæðum, og her eru
søgurnar týdningarmiklar
segði Sarah Musgrove. Hon
greiddi frá, at hon var sjálv
úr New Foundlandi, og tí
var hon uppvaksin við at
binda.
Tað er nógv sál er í bind
ing, og um man kann fáa
fram hvussu kensluborið
hetta var, og samstundis
geva tí ein modernaðan
vinkul, so hevði hetta verið
sera gott stoff, segði hátt
virda PR konan.
– Fólk keypir
ikki klæði men
upplivingar
Verkfrøðiheim
Tveir danskir grunnar, Villum Kann Rasmussen
Fonden og A.P.Møller og Hustru Chastine Mc-
Kinney Møllers Fond til almene Formaal, hava
játtað 40 mió. krónur til at byggja eitt nýtt
næmingaheim til verkfrøðiskúlan í Sisimiut í
Grønlandi. Tað eru nøkur ár, síðani verkfrøðiskúlin
har byrjaði, men næmingatilgongdin hevur verið
darvað av vantandi bústaðarviðurskiftum. Tann
trupulleikin verður loystur við nýggja heiminum.
(Kelda: www.industry.fo)
F.v. Sarah Musgrove, Wendy Scott og Hilary Riva og hinar við pallborðið hildu føroysku søguna
vera áhugaverda
mynd: nud
Tað er áhugavert at seta pening í vinnur við útflutningspotentiali
vinnusíðurnar
Keypa á markinum
Svenskir handilsmenn, sum hava fingið sær handil
við norska markið, hava jól og góðar dagar. Ikki
færri enn 50 handlar eru nú svensku megin markið,
og teir hava úr at gera við at avgreiða øll tey norsku
viðskiftafólkini, sum koma eystur um markið at
keypa. Ein nýggj uppgerð vísir, at tá tað snýr seg
um landbúnaðarvørur og matvørur yvirhøvur, er
marknahandilin størri enn tann skrásetti, svenski
útflutningurin til Noregs.