Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2006 25 Íslendsku hjúnini Magnus og Dagmar hava í handlinum Design Center Knightsbridge víst á, at til ber at hugsa nýtt innan útflutningsvinnuna, í teirra lítla handli í einum av fínastu grannaløgunum í London selja tey íslendskt luksus til bretar, amerikumenn og arabarar. Funky Faroe Islands Orð og myndir: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mitt í sera fína býar­part­ inum í London, Knights­ bridge liggur lítli íslendski handilin Design Center Knightsbridge, eini fittlig handilshøli í tveimum hædd­ um, á tremur við luksus­ vørum og listaverk­um. Tað eru hjúnini Magnus og Dagmar, ið eiga og reka handilin, ið lat upp fyri ein­ um góðum ári síðan, og sambært hjúnunum gongur væl, og ein støðugur vøkst­ ur í søluni boðar frá, at handilin í longdini fer at bera seg. Design Center Knights­ bridge var mánakvøldið í farnu viku karmur um samkomu fyri føroysku luttakararnar á ráðstevnuni “At fóta sær í Lodon”, or­søkin til at júst hesin handil var karmur fyrstu samkomuna í London, var ikki trupul at skilja. Handilin er dømið um áræðið og nýhugsan, og um nakað heilt serligt íslendskt, ið hevur megnað at fóta sær í London. Í einum grannalagið har íbúðirnar ofta kostað £4-5 milliónir, er tað djarvt bara at seta seg fyri eini húsaleigu. Men Knightsbridge Design Center er ein djørv verkætlan. Handilin selur listaverk, møblar, prýðislutir og mangt annað. Her er ikki talan um hópframleiðlsu, men um heilt serligar lutir. M.a. hevur handilin eitt stórt úrvæl av møblum og øðrum lutum, ið eru klæddir við fiskaskræðu. Her vóru sofur og stólar, men eisini lyklaringar, taskur og annað tílíkt. Magnus greiddi frá, at ætlanin handan handilin var at bjóða góðsku handverk úr Íslandi til vælbjargaðar keyparar í London. Flestu viðskiftafólkini eru úr granna­lagnum, men her koma eisini nógvir ríkir ameriku­menn og arabarar á gátt. Magnus hevur royndir sum sølumaður av tólum til flakavirkir í Íslandi, meðan konan hevur arbeitt við listavinnuni í Ís­landi. Magnus er hálvur ong­lend­ ingur, og tey høvdu hug at flyta til London og byrja henda handil, og so varð gjørt. Í byrjanini var nærum alt í Design Center Knights­ bridge íslendsk fram­leiðsla men, alt fleiri bretsk lista­ fólk eru sloppin framat. Flestu vør­urnar í handlinum eru dýrar, t.d. borðið, ið vit ótu pinna­mat av, á prís­ skeltinum stóð £16.950, borðplátan var gjørt úr sera gomlum træið úr, ið við tíðini var vorðið harðari enn grót. Fyri fýra mánaðum síðan byrjaðu tey at selja grót. Ein vinmaður Magnusar, skeyt upp, at tey fóru at selja grót, tí pussaðir steinar av ymiskum slagi eru vælumtóktir prýðislutir. Hetta hevur víst seg, at vera ein væl umtókt vøra, og grót í ymiskum støddum, slagi og formi er vorið ein alt størri partur av søl­uni hjá Desing Center Knights­ bridge. Umframt allar hinar luksus­vørurnar var tað eitt, ið fang­aði eyguni hjá fleiri av føroying­unum, tað var turri fisk­urin, ið tey høvdu til sølu á diskin­um. Teitur varð noyddur at avlýsa sjey av konsertunum á konsertferð síni í USA, áðrenn hann endiliga slapp inn í landið. Amerikansku inn­flytingar­ myndugleikarnir brúktu yvir 5 mánaðir at avgreiða umsóknina um at leingja visumið hjá Teiti. Tónleikavinna Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í mai gekk arbeiðsvisumið hjá Teiti í USA út, og longu áðrenn hetta var um­boðsmaðurin hjá Teiti farin undir at fáa visumið longt soleiðis, at kon­sertferðin í USA kundi byrja rættstundis 6. sep­tember. Men sum tíðin nærkaðist, var enn einki svar komið frá amerikansku innflytingar­ myndugleikunum. Um­ boðs­­maðurin ringdi dag­ liga, lobbyistar innan tón­ leika­vinn­una royndu at arbeiða fyri at seta gongd í málið, og spæli­støðini, har Teitur skuldi spæla, sendu áheitanir til innflytingar­ myndugleikarnar. Men 6. september var einki svar komið, og Teitur noydd­­ist at avlýsa fyrstu konsert­ ina. Av tí at svarið frá myndug­­leik­­un­um kundi koma hvønn dag, so vóru konsertirnar av­lýstar í síðstu løtu ein fyri og onnur eftir. Ikki fyrr enn níggju dagar og sjey konsertir seinni var visumið hjá Teiti klárt. Bólk­urin hjá Teiti amerikanskt føddi Mikael Blak og ameriku­ maðurin Derek Murphy vóru longu í USA og báðir høvdu amerikonsk pass og nýttust tí ikki eitt visum. So teir brúktu teir níggju dagarnar, meðan teir bíðaðu eftir Teiti at spæla saman við svianum Tobias Frøbjerg og donsku songkvinnuni Tina Dico, ið vóru við sum upphiting fyri Teit og sum tóku yvir, tá høvuðsnavnið ikki kom fram. Á ráðstevnuni í London í farnu viku prátaðu vit við Teit um avlýsingarnar, hann segði at hetta var sera irriter­andi, og eisini keði­ligt fyri hansara sølu­ fremjan av nýggju fløguni í USA. Ein royndur tón­ leikafyriskipari og plátu­ felagsmaður, ið luttók á ráð­stevnuni, segði við Sosialin, at hetta var ikki ein óvanlig støða. Ameri­ kansku myndug­leikarnir høvdu gjørt tílíkt í nógv ár. Hann segði, at ráðini, ið hann hevði fingið fyri nógvum árum síðan, tá hann fyrstu ferð skipaði fyri konsertferð til USA, vóru, at tú skuldi skipa fyri eini konsert, ið tú ætlaði at avlýsa ein mánað fyri fyrstu veruligu konsertina, so vóru visumini vanliga klár, tá tú skuldi brúka tey. Kristian Blak, ið hevur skipað fyri tiltøkum í Før­ oyum og hevur ferðast sum tónleikari uttanlands m.a. í USA, segði við Sosialin, at hann metti hetta vera ein stóran trupulleika, og í veruleikanum ein forð­ ing hjá útlendskum tón­ leikarum at virka í USA. Meðan amerikanskir tón­ leikarar sleppa at virka í Evropa uttan forðingar. Teitur fekk ikki visum Millum lukusvørurnar í Design Center Knightsbridge er eisini turrur fiskur Alskyns prýðislutir eru til sølu í Designa Center Knightsbridge Fiskaskræða og grót eru luksus vørur í Knightsbridge vinnusíðurnar Nýtti Muhammed- tekningar at trýsta við Fleiri donsk feløg, teirra millum B&O og F.L. Smidth, vórðu í vár offur fyri trýsti, har ein maður – allarhelst búsitandi á Fjóni vildi noyða feløgini at rinda sær pening. Aftur fyri skuldi maðurin lova, at hann ikki vildi keta feløgini saman við gøluni um Muhammed-tekningarnar. Danska løgreglan hevur kannað málið, sum í løtuni fær eina løgfrøðiliga viðgerð. Spurningurin er, maðurin skal ákærast fyri ítøkiligar hóttanir, ella um talan bert um fjákuta skriving til virkisleiðslurnar, staðfestir løgreglan í samrøðu við BT. Ávara móti niðursparing Danska Brúkarafelagið og Ældre Sagen ávara nú móti sonevndu niðursparingarlánunum, sum í alt størri mun verða boðin sum eitt ískoyti til pensiónsveitingar. Sagt verður, at talan kann vera um ein risikablan politikk, tí tað er ikki víst, at ætlaðu fyrimunirnir fylgja við í hesum. Víst verður á, at broytingar í skattalóggávuni ella virðisbræva- og sethúsamarknaðunum kunnu broyta myndina fullkomuliga, og tí verður mælt til, at fólk fáa sær holla ráðgeving, áðrenn tey nýta niðursparing sum eitt ískoyti til pensjóns- ella almannaveiting.