Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2001 5 4 Nr. 10 - 16. januar 2001 Vit mangla ein greið- an vinnupolitikk, men føroyingar hava stutt og greitt brúk fyri útlendskum pengum í vinnulív- inum, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á flakavirkinum Norðís á Eiði VINNUÚTLIT Edvard Joensen Høvdu vit ein greiðan poli- tikk fyri, hvørjum treytum útlendingar skuldu virka undir í føroyskum vinnu- lívi, sluppu vit undan aktu- ellu støðuni, sum nú er íkomin, tí fremmandur kapitalur vil keypa Havs- brún, sigur Jóhan Páll Joen- sen stjóri á Norðís. Hann heldur, at vit hava brúk fyri útlendingum í vinnulívinum. Teir kunnu geva okkum pengar, vitan og atgongd til heimsmark- naðin. Og teir seta okkum krøv, so vit ikki sovna, men gera okkum før fyri at hugsa. í altjóða høpi. Men teir eiga at fáa at vita frá fyrsta degi, at teir arbeiða undir føroyskum treytum. Eitt er, at útlendingar koma inn í føroyska vinnu- lívið við pengum og vitan. Eitt annað er, um føroy- ingar yvirhøvur eru klárir at taka í móti teimum, tá teir koma. Jóhan Páll Joensen heldur ikki, at vit eru tað. Vit síggja tað ferð eftir ferð, tá okkurt hendir sum nú hatta við Havsbrún. So fer alt upp at renna og gera loysnir, sum nú passa til júst tað aktuella málið. Her eru poltikararnir ov seinir á sjóvarfallinum. Vit áttu langt síðan at havt fingið ein greiðan politikk um útlendskan kapital í føroyskum vinnulívið yvir- høvur, sigur Jóhan Páll. Tað eigur at leggjast ein lang- tíðarætlan, soleiðis at vit sleppa undan panikk- loysnum, sum kunnu vænt- ast fyrr ella seinni. Hava vit hinvegin ein greiðan langtíðarpolitikk, sum sigur hvørjar treytirnar eru, sum útlendingar seta pengar í føroyskt vinnulív eftir, var einki at vera bang- in fyri. Jóhan Páll Joensen vísir á, at felagið, hann er parta- eigari í, og sum so aftur eigur í Norðis, hevur út- lendskar partaeigarar. Tað skilst á honum, at hetta eru bretar. Við teim- um hevur felagið fingið partapening og vitan. Men ikki minst hevur felagið fingið handilssambond og atgongd til bretska mark- naðin fyri hýsuna, sum arbeidd verður á Norðís. Hetta er tó ikki so, at Norðís til einahvørja tíð er bundið at útlendsku parta- eigarunum. Teir eru við upp á handilsligar treytir. So- leiðis, at tá tað ikki loysir seg at handla við teir, verð- ur farið aðrastaðni. Soleiðis heldur hann eis- ini, at allir útlendskir íleggjarar í føroyskum vinnulívið skuldu verið stillarðir. Sloppið við undir handilsligum fyritreytum. Jóan Páll er einki fyri, at vit avmarka alt ov nógv kortini. Gera vit tað so tvørligt, at eingin tímir at koma til Føroya við peng- um, byrgja vit okkum inni, og so er galið. Tað er ikki alt, sum hong- ur nóg væl saman, heldur Jóhan Páll Joensen. Vit tosa um at seta avmarkingar í vinnuna, samstundis sum vit tosa um partabræva- marknað. Fara vit á børsin, er ikki vist, at vit sjálvir sleppa at avgera, hvussu nógv hvør partaeigari skal eiga. Tí skuldu vit helst, áðrenn nakað slíkt verður gjørt, gjørt av, hvar tær ymsu fyritøkurnar verða flokkað- ar. Í fyritøkur, sum kunnu umsetast púra frítt, ella í fyritøkur, sum eitt nú út- lendingar bara kunnu eiga partvís. Eitt er, sigur Jóhan Páll Joensen, at vit tosa um pengar í sjálvum feløgun- um. Men eitt annað, sum handlað eisini verður við, er tilfeingið hjá okkum. Jóhan Páll Joensen sigur, at hann heldur, at myndug- leikarnir eiga at seta út- lendingum avmarkingar í brúksrættinum til okkara tilfeingi. Har hongur heldur ikki saman. Tað stendur í lógini um vinnuliga fiskiskap, at tilfeingið er ogn Føroys Fólks. Og tað samsvara ikki við tað, sum veruliga hend- ir. Um so er, at tilfeingið er fólksins ogn, átti tað als ikki at kunnað verið selt ella handlað við, sum støð- an er í løtuni. Men vit síggja regluliga, at fiski- loyvi verða seld fyri nógvar pengar. Nú verður so eisini tosað um at hava ein fiskidaga- marknað, har dagar kunnu keypast fyri dagsprís. Hesum gongur stjórin á Norðís ikki inn fyri. Hann heldur ikki, at rætturin til tilfeingið skal vera nakar ognarrættur, men ein brúks- rættur. Tað vil siga, at tann, sum fær rætt at fiska, skal fáa hann fyri einki. Men so skal hann eisini lata rættin aftur til fiskivinnumynd- ugleikan beinanveg, hann gevst at nýta rættin. Fiskiloyvið - og fyri tann skuld eisini aliloyvið - skal um myndugleikan, áðrenn tað skiftir brúkara, sigur Jóhan Páll Joensen. Tá tosað verður um fría umsetiligheit, heldur Jóhan Páll Joensen, at tað má so bara vera í Føroyum, at vit kunnu hava slíka. Tí hann ásannar, at hóast tað er í lagi, at útlendingar seta pengar í vinnuna, kunnu vit rættiliga skjótt hvørva, um tað verður óavmarkað. Tí er tað, at stjórin á Norðís, Jóhan Páll Joensen, eftirlýsir einum greiðum, langtíðar vinnupolitikki í Føroyum. Politikararnir mugu hugsa langsiktað – Vit mugu sleppa undan at slíkar støður sum tann við Havsbrún stinga seg upp. Tað ber ikki til, at vit skulu gera politiskar loysnir til hvørt einstakt mál, tí vit ikki eru fyrireikað, sigur Jóhan Páll Joensen Mynd: Edvard Joensen – Okkum tørvar ein langsiktaðan vinnupolitikk, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á flakavirkinum Norðís Mynd: Edvard Joensen Kunnandi fundurin um avleiðingarnar av heilsufrøðiligu av- taluni við ES, sum Bóndafelagið helt fríggjadagin, var væl vitjaður. Og uppmøttu limirnir vóru ikki smædnir at vísa sína ónøgd, men tá politiski myndugleikin ikki var til staðar, máttu embætismenninir taka sløgini. ES-AVTALA Rúnar Reistrup »Vit mótmæla at: Latið er upp fyri fríum einvegis inn- flutningi av djórum til Før- oya, men ikki fyri útflutn- ingi eftir somu treytum. At landbúnaðurin ikki bleiv spurdur eftir, tá avtalan varð gjørd. Og vit mót- mæla, at landbúnaðurin er blivin offraður fyri fisk«. Orðini hjá Bjørn Pat- ursson, formanni Bónda- felagsins, sum setti kunn- andi fundin um heilsu- frøðiligu avtaluna við ES, lótu ongan iva vera um, at bøndurnir kenna seg illa viðfarnar. Bjørn Harlou, lands- djóralækni og Ásmundur Guðjónsson frá Heilsu- frøðisligu Starvsstovuni vóru gestir á fundinum, og teirra uppgáva var at greiða limunum í Bóndafelagnum frá, hvat avtalan við ES merkir fyri føroyskan land- búnað. Hvørgin teirra helt, at landbúnaðinum nýttist at óttast avleiðingarnar av, at innflutningseftirlitið av djórum og djóraúrdráttum, sum koma úr ES londum til Føroya nú fellir burtur. Hesum var at kalla hvørt menniskja í salinum ósamd við teimum í. Landsdjóralæknin illoyalur Men tað, sum hevur vakt størstu ørkymlanirnar hjá bøndunum er tann sam- ráðingarhátturin, sum varð brúktur, tá avtalan fekst í lag. Bøndurnir vístu á hvussu Ísland, Noreg og onnur triðjalond hava sett ávísar avmarkingar í avtaluna við ES til tess at verja landið fyri dýrasjúkum. Hetta samanbóru teir so við føroyska samráðingarúr- slitið, har als ongar av- markingar eru á dýrainn- flutninginum úr ES. Fundarluttakarar nir fingu at vita, at landsdjóra- læknin bleiv spurdur undir samráðingunum, um hesin hevði nakra viðmerking til, at markið millum ES og Føroyar varð latið upp fyri fríum innflutningi av liv- andi djórum, og at hesin hevði svarað noktandi. Hetta hildu bøndurnir sera lítið um og lands- djóralæknin varð lagdur undir at vera illoyalur mótvegis bøndunum. Til hetta svaraði Bjørn Harlou, at tað ikki var hansara uppgáva at vera loyalur mótvegis bøndunum, men at ráðgeva landsstýrinum eftir besta førimuni. Politikararnir vantaðu Og tað var júst her, at fund- urin haltaði. Kunnandi fundurin gjørdist í stóran mun til ein kjakfund mill- um bøndurnar og tveir embætismenn um eina po- litiska prioritering av fiski- vinnuni fram um land- búnaðin. Men sum annar av gest- unum vísti á, so vóru tað ikki embætisfólkini, ið høvdu lagt avtaluna fyri tingið og samtykt hana. Tann politiski myndug- leikin, sum ber ábyrgdina av at hava sett tey tiltøk í verk, sum bøndurnir ør- kymlast um og óttast fyri, var ikki til staðar, og tí hendi ikki nógv annað á fundinum enn at bøndurnir fingu upplýsing um avtal- una og at nakrir teirra sluppu av við eitt sindur av vreiði. Fløguhandilin í Fúta- stovu í Havn, sum Plátufelagið Tutl rekur, syngur nú sítt seinasta vers á hesum sinni. Fútastova skal umvælast, og Tutl nýtir høvið at taka seg úr handilsvinnuni og ístaðin savna alla orkuna um fløguút- gávur og innflutning av fløgum. TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Fløguhandilin við óiva størsta fløguúrvalinum í Føroyum, letur aftur um fjúrtan dagar. Talan er um fløguhandilin hjá Tutl, sum undir øllum umstøðum mátti út úr Fútastovu nú og sum í sama viðfeingi hevur valt at sløkkja ljósið fyri seinastu ferð. – Vit hava leingið verið av teirri áskoðan, at tað er nóg mikið við einum góð- um fløguhandli í miðbý- num í Havn, og harafturat hava vit havt eitt ynski um at brúka ein størri part av orku okkara til at markn- aðarføra nógvu nýggju fløguútgávurnar hjá plátu- felagnum, sigur Kristian Blak, sum er høvuðsmaður aftan fyri Tutl. Fløguhandilin hjá Tutl byrjaði sítt virksemi mið- skeiðis í hálvfemsunum í einum leigaðum hølum í SMS. Men eftir at handilin hevði verið har eitt ár og fyrsta skeiðið í leigusátt- málanum var av, var SMS ikki sinnað at leingja sáttmálan, og fløguhandilin gjørdist sostatt húsvillur. – Tað gekk sera væl hjá okkum tað fyrsta árið, tá vit vóru í SMS. So vit høvdu ongan hug at gevast, hóast SMS eftir øllum at døma ikki dámdi tann leistin, sum vit róku handilin eftir, sigur Kristian Blak. Ein fyribils loysn Endin varð, at Tutl flutti oman í Fútastovu, men hetta var ongantíð meira enn ein fyribils loysn. – Vit hava vitað frá byrj- an, at húsini skuldu um- vælast, og at vit noyddust úr húsunum tá. Nú er Fúta- stova eftir hondini so illa farin, at skulu húsini um- vælast, so skal tað vera nú, sigur Kristian Blak. Eigarin av Fútastovu, Óli Samró, hevur boðað Tutl frá, at hann ikki ætlar at leiga húsini útaftur eftir umvælingina. – Vit høvdu so tað val at finna okkum nýggj hølir ella at gevast við at reka handilin, og eru nú komin fram til, at tað man loysa seg best at gevast, sigur Kristian Blak. Ikki bara business Men áðrenn Tutl kundi taka hesa avgerð, máttu avtalur fáast upp pláss við aðrar fløguhandlar, soleiðis at endamálið hjá felagnum framhaldandi verður uppfylt. Fløguhandilin hjá Tutl hevur nevniliga umframt handilsligt endamál, eisini sum endamál at geva kund- unum eitt breitt úrval av tónleiki og arbeiða fyri at fáa tann “smala” tónleikin fram í ljósið. Millum annað stendur í endamálsorðingini fyri fløguhandilin, at altjóða popptónleikur ikki má fylla meira enn helvtina av fram- sýningarplássinum í hand- ilinum, at tónleikaúrvalið skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, og at handilin skal innflyta fløgur eftir ynski frá viðskiftafólki, – Vit vóru noydd at tryggja okkum, at føroysk viðskiftafólk framhaldandi hava møguleikan at fara inn í ein fløguhandil og biðja handilin um at fáa eina ávísa fløgu til vega. Og tað hevur nú eydnast okkum at gjørt eina avtalu við H.C.W. Tórgarð í Havn og Leikalund í Klaksvík sum tryggjar hetta. Hevði tað ikki borið til at fingið hesa avtaluna, høvdu vit hildið fram við onkrum slag av fløguhandli í framtíðini, sigur Kristian Blak, tí fløguhandilin ogn hjá tónleikarunum og er fyrst og fremst ein liður í at røkka nøkrum settum mál- um. Hesir báðir handlarnir fara helst eisini at yvirtaka fløgugoymsluna hjá handl- inum í Fútastovu. Innflyta og marknaðarføra H.C.W. Tórgarð og Leika- lund fara í framtíðini at samstarva við Plátufelagið Tutl um innflutning av fløg- um eftir ynski frá viðskifta- fólkum. Tutl fer eisini at halda fram at innflyta fløg- ur frá einum umleið tjúgu útlendsku plátufeløgunum, sum Tutl higartil hevur samstarvað við. Men har sum Plátufe- lagið Tutl serliga ætlar at leggja spardu orkuna frá fløguhandlinum er í mark- naðarføringina av teimum útgávum, sum felagið stendur fyri. – Vit hava gjørt ov lítið fyri at fáa okkara útgávur fram. Fløgan er komin til landið og er sett á hillina í handlinum. Bert hendinga ferð verður nakað gjørt burturúr at fáa útgevandi bólkarnar at spæla konsert- ir og annað tílíkt til frama fyri søluna av fløguni, men hetta fer at broytast nú, vit ikki longur hava fløgu- handilin at hugsa um, sigur Kristian Blak. Fólk skulu neyvan vænta at síggja ein stóran fløgu- handil aftur undir navnin- um hjá Tutl, men Kristian Blak útilokar ikki, at plátu- felagið fer at lata onkran minni og meira spesiali- seraðan handil upp einaferð í framtíðini. Tað veldst alt um hvørji hølir vera til taks. Í løtuni leitar Plátu- felagið Tutl eftir hølum til virksemi sítt. Bøndurnir vóru ikki blíðir Tutl pakkar saman í Fútastovu Ørkymlaðir, onkur eitt sindur óður, men kortini hóvligir vóru teir, limirnir í Bóndafelagnum, sum møttu mannsterkir á fundi Mynd: Jens K. Vang