týsdagur 16. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 17. januar 2001
5
4
Nr. 11 - 17. januar 2001
Útjaðarin er so langt
burtur ella so nær,
sum vit sjálv gera tað
til, varð hildið fram á
fundi um økismenn-
ing, sum hildin varð í
Skopun mánakvøldið
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Skopun
– Tað er neyðugt, at vit
hava politikarar, sum tora at
taka avgerðir, um lív skal
vera lagað teimum, sum
virka skulu í útjaðaraøkj-
unum.
Hendan var niðurstøðan,
stjórin á Sandoy Seafood,
Egil Olsen, kom til, tá hann
endaði fundin um økismen-
ing, sum hildin varð á
Sandoy Seafood í Skopun
mánakvøldið.
Í samráð við Granskinga-
depilin fri økismenning
skipaði Sandoyar Sýslu
Vinnuráð fyri kunnandi
fundi um økismenning í
matarhøllini á Sandoy Sea-
food í Skopun mánakvøld-
ið. Eini 40-50 fólkt vóru á
fundi.
Granskararnir
Dennis
Holm og Ólavur Waag
Høgnesen frá Granskingar-
deplinum fyri økismenning
løgdu fram nøkur sjónar-
mið um hugtakið økis-
menning. Sjálvt tiltakið
mánakvøldið nevndu teir:
»Hvat gerst á bygd?«
Ólavur Waag Høgnesen
segði millum annað í sínum
innleggi, at eitt av ganda-
orðunum í øllum tí, sum
skal bera til, er marknaðar-
búskapur. Hann skal líka-
sum tryggja, at vit fáa
pengar og vinning burtur úr
tí, vit fara í holt við.
Men tað er ikki altíð, at
marknaðarbúskapur kann
brúkast, segði Ólavur Waag
Høgnesen. Og tá talan er
um økismenning, helt hann
ikki, at marknaðarbúskapur
júst var tað besta.
Hann segði, at marknað-
arbúskapur vil altíð hava
miðsavning við sær. Tí er
neyðugt, at politiskar av-
gerðir verða tiknar, sum
gera, at hann ikki altíð
verður galdandi púra frítt í
eitt nú útjaðaraøkjunum.
Alt, sum skal bera seg og
geva profitt, verður mið-
savnað. Tað verið seg bank-
ar ella skipafeløg, fyri at
taka nøkur dømi. Allir teir
almennu stovnarnir á bygd-
unum til dømis, eru bara
avgreiðslustøð fyri miðfyri-
sitingina, segði Ólavur
Waag Høgnesen. Eitt dømi
eru bankarnir, segði hann.
Bankadeildirnar hava stutt
sagt ongan rætt at taka
nakrar avgerðir longri enn
til eitt vist. Er talan um
størri má, skal altíð spyrjast
í
høvuðsdeildini
fyrst,
segði hann.
Fólkaflyting
Dennis Holm hevði í sínum
innleggi eitt meira søguligt
yvirlit yvir, hvussu fólk
støðaðist í teimum ymsu
økjunum í Føroyum.
Hann tosaði um fólka-
flyting, sum verið hevur
seinastu 15 árini ella so.
Serliga úr útjaðaranum og
til høvuðsstaðin ella teir
størru býirnar.
Men hetta er ikki nakað
serføroyskt
fyribrigdi.
Hetta síggja vit um allan
heimin,
segði
Dennis
Holm.
Føroyum eru tað serliga
Suðuroyggin og Sandoygg-
in, sum hava verið raktar av
hesum
trupulleikanum.
Hinvegin eru Klaksvík og
Tórshavn betri fyri. Hetta
gevur ávísar trupulleikar í
longdini,
segði
Dennis
Holm.
Hann vísti við talvum,
hvussu gongdin hevði verið
við fólkaflyting síðan 1985.
Tað vísti seg, at Norð-
oyggjar hava í grundini
havt tann størsta vøksturin,
umframt Havnina.
Men grundin var tann,
segði Dennis Holm, at
Norðoyggjarnar
náddu
botninum í 1985, og tær
broytingar, sum síðan hava
verið har, hava so at siga
mest verið positivar.
Suðuroyggin og Sand-
oyggin eru framvegis í
minking í mun til restina av
fólkatalinum í Føroyum.
Ein grund er, at tað verða
fødd nógv færri børn í
hesum økjunum, umframt
at fólk flyta frá.
Ein av trupulleikunum í
Sandoynni er, at tað er unga
fólkið, serliga nógvar ungar
kvinnur, sum flytir burtur.
Sostatt sigur tað seg sjálvt,
at burðatalið lækkar. Og
avleiðingarnar eru øgiligar.
Meðalaldurin
hækkar
samsvarandi, og tað krevur
aftur, at størri og størri
partur av inntøkunum, sum
koma, skulu til eldrarøkt.
Størri parturin av fólkinum
er yvir 50 ár, segði Dennis
Holm.
Tó vísa framrokningar, at
fólkatalið aftur kann økjast,
um ávís tiltøk verða sett í
verk, segði hann.
Og tað eru serliga trý
ting, sum kunnu ávirka tað.
Tað fyrsta er vinnan. Annað
er infrastruktururin. Og tað
triðja eru trivnaðarfyri-
treytir. Karmar, sum skulu
vera í lagi, so fólk kunnu
verða verðandi. Barnaans-
ing, frítíðarumstøður og
eldrarøkt fyri at nevna
nøkur. Og ikki minst skulu
læknaviðurskifti og tílíkt
vera í lagi, so fólk kenna
seg trygg.
Í Sandoynni tykist hetta
vera rímiliga væl skipað.
Og infrastruktururin er
góður í Sandoynni. Og nú
Teistin kemur, verður helst
bara heilt gott. Tó eftirlýsti
hann eini ítróttarhøll.
Í Sandoyunni er arbeiðs-
loysið sambært tølum frá
Hagstovuni tað sama sum í
eitt nú Suðurstreymoy.
Men tað passar ikki,
segði Dennis Holm. Og tí
hava teir valt at rokna tað
øðrvísi út enn Hagstovan.
Teir hava roknað út, hvussu
nógv fólk er í vinnu heldur
enn
hvussu
nógv
eru
meldað arbeiðsleys.
Tey lærdu flyta
Tað vísir seg ofta, at tað er
fólkið við ongari útbúgv-
ing, sum verður eftir í út-
jaðaraøkjunum.
Ein av trupulleikunum er,
at fólk, sum flutt eru burtur,
serliga tey við útbúgving,
hava einki at koma aftur til.
Tey fáa stutt sagt ikki brúkt
sína útbúgving.
Og av øðrum er ikki
nógv, sum dregur tey aftur.
Eru eingir møguleikar at
brúka ein útbúgving, tíma
tey ikki aftur. Og nógva-
staðni stendur einki til
fíggjarliga heldur í dag.
Sandoyggin er eitt dømi
um, hvussu ymiskar fyri-
treytirnar eru hjá fólki at
koma aftur. Kommunu-
skuldin er summa staðni
stór, og tí kann ikki vænt-
ast, at skatturin fer at
lækka. Tað stuðlar ikki
fólki til at koma aftur.
Hinvegin er húsaprísurin
lágur, og ansingarmøgu-
leikarnir til børnini eru
góðir. Og tað kundi so
kanska drigið eitt sindur
aftur tann vegin.
Men tað endar ofta við, at
okkurt líknandi arbeiði, tey
kundu fingið í útjaðaran-
um, kunnu tey eisini fáa í
miðstaðarøkinum, og har er
lættari at ferðast til og frá.
Og júst samferðlumøgu-
leikarnir hava mangan víst
seg at telja rættiliga nógv, tá
fólk seta búgv.
Dennis Holm vísir á, at
tað er sera umráðandi, at
fólk eru sum longst á stað-
num, áðrenn tey flyta burt-
ur til útbúgvingar. Har eru
miðnámsskúlarnir
sera
týdningarmiklir. Tí tey trý
árini eru sera avgerandi
fyri, um fólk koma aftur, tá
tey hava fingið eina út-
búgving.
Í hesum sambandi vísti
Ólavur Waag Høgnesen á,
at í Klaksvík var líkt til, at
tey fólkini, sum høvdu tikið
eitt nú HF útbúgving í
Klaksvík, høvdu lættari við
at koma aftur, enn onnur,
sum fóru tey árini fyrr
aðrastaðni at ganga í skúla.
Tað bendi so aftur á, at
longri fólk eru á einum
stað, nærri kenna tey seg
knýtt at staðnum.
Tí eigur ein av uppgáv-
unum við økismenningini
júst at vera at fáa skipað
miðnámsskúlar á økjunum,
helt hann.
Vit skapa sjálv útjaðaran
Granskararnir Dennis Holm og Ólavur Waag Høgnesen frá Granskingardeplinum fyri økismenning løgdu fram nøkur sjónarmið
um hugtakið økismenning á fundi í Skopun mánakvøldið
Ólavur Waag Høgnesen segði
millum annað í sínum
innleggi, at eitt av gandaorð-
unum í øllum tí, sum skal
bera til, er marknaðar-
búskapur
Tað nyttar lítið at fáa
nógvar almennar
pengar til vegir og
havnir, um einki
verður gjørt annars,
helt borgarstjórin í
Skálavík á økis-
menningarfundi í
Skopun mánakvøldið
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Skopun
Studningur er einki góður,
hildu teir, sum løgdu fram á
økismenningarfundinum í
Skopun mánakvøldið. Og
borgarstjórin í Skálavík var
samdur og helt, at almennir
pengar til vegir og lend-
ingar nytta einki petti, um
ikki okkurt annað eisini
verður gjørt.
Eftir
framløgurnar
á
økismenningarfundinum í
Skopun mánakvøldið var
orðið frítt, og fleiri av fund-
arluttakarunum høvdu hug
at leggja okkurt aftrat tí,
lagt varð fram.
Borgarstjórin í Skálavík,
Linjohn
Christiansen,
segði, at hann fekk illa
kabalina at ganga upp.
Tað nyttar lítið bara at
rokna við almennum peng-
um til eitt nú infrastruktur,
tá einki hendir kortini. Vit
hava brúkt einar 400 milli-
ónir til samferðslu til Sand-
oynna, segði hann. Tað helt
hann var í fínasta lagi, men
vísti samstundis á, at her er
ov lítið annað.Tað eru eisini
alt ov fá, sum brúka farleið-
ina til arbeiðis dagliga.
Hann visti ikki nágreiniliga
talið, men kundi tó gera
eina meting. Hon gjørdist
rættiliga neyv. Eini 26 fólk
helt hann.
Hann heldur ikki, at tað
ber til at siga bankarnar
ringar fyri, at teir ikki
fíggja fyritøkur í eitt nú
Sandoynni, tí har er ov
skjótt, at virðið minkar, og
so fáa teir ikki sítt aftur, um
tað endar galið.
Hann helt tað vera eitt
sindur løgið, at vit brúka
nógvar pengar til sam-
ferðslu, tá vit einki brúka
upp á vinnufyritøkur í
teimum
økjunum,
har
nógvir pengar verða latnir
til infrastruktur.
Hann dugir ikki at skilja,
hvussu eitt nú Framtaks-
grunnurin
arbeiðir.
Í
hvussu er verður ikki ser-
liga nógv trúð upp á útjað-
aran, meðan tað hinvegin
sær út til, at nógv ber til í
miðstaðarøkinum.
Ofta verður ført fram, at
landbúnaðurin eigur at
gerast ein hvøuðstáttur í
vinnuni á útjaðaraøkjunum.
Men tað hevur einki roynst
soleiðis.
– Vit skuldu hildið, at
landbúnaðurin skuldi kunn-
að verið ein inntøka. Men
tað er kortini beint øvugt.
Til dømis í Sandoynni
liggja stórir partar av jørð-
ini fyri svarta einki. Bein-
leiðis hobby, segði Linjohn
Christiansen, borgarstjóri í
Skálavík.
Eisini løgtingsmaðurin
fyri Sandoynna, Eyðun
Viderø, tók orðið á fund-
inum. Hann ásannaði, at
trupulleikar hava verið av
almennum fíggjarstovnum.
Men hann heldur stutt og
greitt, at har hevur onkun-
tíð verið misbrúkt, tí hevur
tað gingið so illa.
Eyðun Viderø heldur
ikki, at kommunurnar hava
klárað nóg væl at skapt teir
møguleikar, sum tær áttu at
gjørt. Tað kemst fyrst og
fremst av, at kommunurnar
í Sandoynni eru so smáar
og veikar, at tær stutt sagt
orka ikki at skapa møgu-
leikarnar, sum skulu liggja
sum grund undir vinnulív-
inum í oynni.
Heldur ikki hann helt, at
tað bar til at reka fyritøkur í
útjaðarøkjunum eftir rein-
um marknaðarbúskaparlig-
um fyritreytum.
– Hugsa vit bara ratio-
nelt, segði hann, ber einki
til, uttan bara tað, sum ligg-
ur í miðstaðarøkinum.
Størsta framstig, hann
sær fyri Sandoynna, er í
samband við undirsjóvar-
tunnlarnar, segði Eyðun
Viderø. Hann sær fyri sær
ein stóran flogvøll í Søltu-
vík, sum kann taka í móti
øllum teimum stóru flog-
førunum,
sum
væntast
kunnu, um vit fáa nýggjar
vinnur til landið.
Og við teimum góðu
royndum higartil eru av
undirsjóvartunlum, verður
tað eingin forðing fyri, at
ein eisini verður gjørdur
undir Skopunarfjørð um
nøkur ár. Og so kann
Sandoyggin fáa inntøkur av
tí.
Hann metir ikki, at tað
eru nóg nógvir fyrimunir at
flyta flogvøllin úr Vágum á
Glyvursnes, nú undirsjóv-
artunnilin kortini kemur
vestur í Vágar. Tað er bara
skilagott, um vit fáa ein
flogvøll í Sandoynni, sum
kann taka nógv størri
flogfør, enn vit kunnu í dag,
segði Eyðun viderø, løg-
tingsmaður á Sandi á fundi
í Skopun mánakvøldið.
Mugu sjálv
gera nakað
– Hugsa vit bara rationelt, ber einki til, uttan bara tað, sum
liggur í miðstaðarøkinum, segði Eyðun Viderø, løgtingsmaður
– Vit skuldu hildið, at landbúnaðurin skuldi kunnað verið ein
inntøka. Men tað er kortini beint øvugt, segði Linjohn
Christiansen
KAPPING
Tíðindaskriv
Finalan í Ársins DJ
Kapping 2001 verður í
Badmintonhøllini
í
Havn leygarkvøldið 20.
januar. Dyrnar lata upp
kl. 2300, og sjálv kapp-
ingin byrjar kl. 2400.
Finalistarnir eru:
Streymoy DJ
ESTEVEZ
OTTAR SKOTTAR
NorðoyggjarDJ
MAXIMINUS
DJ ICE
Eysturoy DJ MOOD
CD SINGLE
Vágar TUMMAS
GUDMUNDSEN
DJ COOL
Suðuroy KAJ
ROEST
CEM Á HÓLUM
Kappingin fer fram á
hendan hátt:
Lutakast verður mill-
um luttakararnar. Kapp-
ast verður í pørum, tvs at
tveir DJ’s eru á pallinum
í senn. Hvør DJ spælir í
2 x 10 min. Einstaki
DJ’arin skal so spæla
uppímóti hinum. Hetta
fremur kreativitetin og
kappingarandan,
um-
framt at hesin háttur
eisini
tryggjar
eina
áhaldandi og undirhald-
andi kapping .
Dømt
verður
eftir
somu criteria sum við
innleiðandi umførini:
Ljóðstýring upp til 25
stig
Tónleikaval og ljóð-
bland upp til 25 stig
Framførsla upp til 25
stig
Heildin upp til 25 stig
Hægsta stigatal verður
sostatt 25 stig.
200
atkvøðuseðlar
verða býttir út millum
tilvildarligar áskoðarar,
ið telja sum ein dómari.
Harumframt verða trígg-
ir dómarar úr tónleika-
umhvørvinum, siga fyri-
reikararnir í tíðinda-
skrivi.
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag og
Maskinmeistara-
felagið
Skipara- og Navigatør-
felagið
og
Maskin-
meistarafelagið hava nú
sent skriv til Sjóvinnu-
fyrisitingina og gjørt
vart við, at hon er farin
út um sínar heimildir.
Hetta hendi, tá ið und-
antaksloyvi
dagf.
12.01.2001 varð útskriv-
að til TJALDRIÐ.
Sjóvinnufyrisitingin
hevur m. a. loyvt skip-
inum at sigla í heima-
sigling
við
einum
stýrimanni minni enn
ásett í manningarskjal-
inum.
Feløgini hava víst á, at
henda manningaráseting
er gjørd av Sjóvinnuráð-
num aftaná eitt kæru-
mál.
Sjóvinnuráðið
er
hægsti myndugleiki í
slíkum málum og Sjó-
vinnufyrisitingin hevur
ikki heimild at broyta
hesa avgerð.
Harafturat hava feløg-
ini kravt at fáa innlit í
málsviðgerðina.
Tey
vilja hava at vita, hvørjir
partar í málinum eru
hoyrdir
og
hvørjar
grundgevingarnar eru
fyri, at loyvið er givið.
Tað er greitt, at eingi
umboð fyri manning-
ingarfeløgini hava fing-
ið høvi at ummæla und-
antaksloyvið.
Feløgini hava eisini
reist
spurningin
um
møguligt
ógegni
í
samband við málsvið-
gerðina við tað, at
Sjóvinnufyrisitingin og
Vaktar- og Bjargingar-
tænastan eru stovnar
undir sama stýri.
Feløgini hava kravt, at
loyvið verður tikið aftur
beinan vegin.
Finala í ársins
dj 2001
Sjóvinnufyrisitingin
farin út um sínar
heimildir