Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað var ein tepur sigur, tá Sjálvstýrisflokkurin leygardagin valdi Helenu Dam á Neystabø til fyrsta formannin eftir nýggja bygnaði floksins FORMANSVAL John Johannessen Talan var um ein ógvuliga tepran sigur, tá Helena Dam á Neystabø seinna- partin leygardagin vann kampvalið um fyrsta for- manssessin í Sjálvstýris- flokkinum, síðani bygnað- urin varð broyttur. Valið stóð millum Sámal Petur í Grund, sum er for- maður í tingbólki floksins, og landsstýrisumboðið, Helenu Dam á Neystabø. Av teimum 122 atkvøðu- num, sum valfeløgini, ting- og landsstýrisumboðini høvdu ræði á, fullu 62 til Helenu Dam á Neystabø og 60 til Sámal Petur í Grund. Virðir avgerðina Frammanundan valinum høvdu bæði Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø væntað sær at vunnið. Men hóast tað ikki eydnaðist Sámal Petur í Grund at vinna, er hann ikki misnøgdur. – Eg virði avgerðina hjá veljarunum, og eg ætli mær at samstarva væl við Helenu Dam á Neystabø, segði eftir valið. Helena Dam á Neystabø var sjálvsagt fegin um úrslitið, og væntar hon sær gott samstarv við flokkin og við Sámal Petur í Grund. Sjálvstýrisflokkurin valdi eisini næstformann. Hetta varð gjørt eftir at formaður- in var valdur. Sámal Petur í Grund var einastur í upp- skoti, og varð hann tískil valdur uttan atkvøðugreið- slu. Eftir jólafrí í næstan ein mánað, kemur løgtingið í dag saman aftur. 27 mál liggja og bíða eftir at verða avgreiddd, og lands- stýrið hevur boðað frá fleiri uppskotum, sum verða løgd fyri tingið í næstum TINGARBEIÐI Magnus Dam Fyrsta løgtingsfundurin í nýggja árinum verður klokkan 13.30 seinnapart- in. Løgtingið hevur ikki verið saman síðani 21. desember, tó so at løgtings- nevndirnar hava havt fleiri fundir í nýggja árinum. Í dag verður so fyrsti løg- tingsfundurin, og fyrsta málið, sum løgtingið skal viðgera, er Schengen-sam- starvið, sum Føroyar eftir ætlan skulu knýta seg uppí. Høgni Hoydal legði málið fyri løgtingið beint fyri jól, og tað er eitt mál, sum hevur rættiliga stóran skund. Orsøkin er, at Dan- mark ætlar at fara uppí Schengen-samstarvið sam- an við hinum norðurlondu- num tann 25. mars. Hetta hava norðurlondini avtalað, og Danmark fær ikki hildið hesa avtaluna, um løgtingið ikki ger skjótt av í hesum málinum. Danmark sleppur ikki uppí skipanina, fyrr- enn Føroyar og Grønland hava avgreitt málið í ávika- vist løgtinginum og lands- tinginum. Evropa uttan passeftirlit Samtykkir løgtingið sátt- málan og broytingarnar í útlendingalógini, sum eru neyðugar, so kunnu føroy- ingar ferðast til næstan øll ES-londini uttan at vísa pass. Tað eru bert Bretland og Írland, sum ikki eru uppi í skipanini. Norra og Ísland verða eins og Føroyar og Grønland ikki limir í Schengen-samstarvinum, men tey knýta seg uppí skipanina 25. mars eins og Føroyar og Grønland.Tískil verður heldur ikki í fram- tíðini neyðugt at vísa pass, tá ið leiðin gongur til hini norðurlondini. Schengen-samstarvið ber eisini í sær, at løgreglurnar í limalondunum og londu- num, sum eru knýtt uppí skipanina, skulu samstarva meira enn í dag. Eitt nú skal gerast ein felags teldu- skipan fyri øll limalondini, har brotsmenn úr øllum limalondunum verða skrá- settir. Úr at gera Hóast løgtingið fekk rætti- liga nógv mál frá hondini fyri jól, so liggja 27 mál og bíða eftir at verða avgreidd, nú løgtingið aftur fer til verka. Tað seinasta málið, sum varð lagt fyri løgtingið fyri jól, var uppskotið hjá Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í vinnumálum, um eina barsilsskipan. Uppskotið hevur elvt til drúgvt kjak, longu áðrenn tað varð lagt fram, og líkt er ikki til, at kjakið endar, nú málið er komið fyri løg- tingið. Onnur uppskot, sum eru eftir at avgreiða, eru upp- skotið um at taka frágreið- ingina hjá grein 19 nevnd- ini til eftirtektar, og upp- skotið hjá Javnaðarflokki- num um at broyta heima- stýrislógina, so føroyskt verður tjóðarmál í Føroy- um. Brimil fyri tingið Løgtingið fær helst úr at gera hesa komandi tíðina, og landsstýrið hevur longu boðað frá fleiri uppskotum, sum helst verða løgd fram í næstum. Tekin eru longu komin um fyrstu eykajátta- narlógina í ár, og eitt av teimum fyrstu málunum, sum løgtingið kann koma at taka støðu til, er eitt upp- skot um at fáa ein enda á trætuni millum Fíggjar- málastýrið og manningina á nýggja vaktarskipinum Brimli. Sambært lands- stýrismanninum í fíggjar- málum, Karsten Hansen, røkist einki fyri einari sam- ráðingarloysn, og tí verður málið kanska lagt fyri løg- tingið hesa vikuna. Landsstýrið hevur eisini boðað frá einum uppskotið um at seta hámark fyri, hvussu nógv einstaklingar og feløg kunnu eiga í føroy- sku alivinnuni. Meirilutin í samgonguni vil hava há- markið sett til 20 prosent. Hetta málið tók seg upp, tá norska felagið Pan Fish bjóðaði sær at keypa stóran part av Havsbrún í Fugla- firði, og løgtingið sleppur helst at taka støðu til ognar- viðurskiftini í alivinnuni ein av komandi døgunum. Helena fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins Formaðurin og næstformaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund heilsast eftir valið. Helena fekk 62 atkvøður og Sámal Petur fekk 60 Mynd: Jens Kristian Vang Løgtingið til verka aftur KONSERFERÐ Tíðindaskriv Leygardagin 10. februar verður konsert við hálv- føroysku gentuduettini, Creamy í ítróttarhøllini í Runavík. Um nóg stór undirtøka verður, verður skipað fyri eykakonsert sunnudagin 11. februar. Herfyri kom Creamy út við nýggjari fløgu, ið nevn- ist »We got the time«. Á fløguni eru 12 løg, sum verða sungin á enskum máli. Tittullagið er úr filmi- num »Help I´m a fish«. Fløgan lá longu eftir tveimum vikum sum nummar 2 á danska hitt- listanum — tað var bara Beatles, ið kláraði seg betur. »We got the time« er longu seld í 140.000 eintøkum og fyri tað hava Creamy- genturnar fingið 2 x platin. Í fjør vár vóru Creamy- genturnar á konsertferð kring Danmark, har 700.000 fólk nýttu høvi at hoyra og síggja tær. Nú tær hava givið út nýggja fløgu, eru tær aftur farnar at fyrireika næstu konsertferðina. Hesaferð er málbólkurin alt frá teimum smáu til tey vaksnu. Kon- sertferðin varðar frá febru- ar til apríl – og fáa føroy- ingar sum sagt eisini Úrvalið á konsertferðini hesaferð verður bæði við løgum úr fyrr útgávuni, »Creamy« og úr nýggjú út- gávuni, »We got the time«. Help I’m a fisk, I Do I Do I Do, Krabbesangen, Æble- mand, Little Kitty og nógv onnur av kendu løgunum. Creamy á konsert- ferð til Føroya Samráðingarnar á embætismannastigi millum Føroyar og Danmark um nýggja sjálvstýrisleistin byrjaðu í Danmark fríggjadagin. Partar- nir eru kortini sera varnir við at siga nakað um hendan fyrsta fundin teirra millum SJÁLVSTÝRISLEISTURIN Magnus Dam, Keypmannah. John Johannessen Føroyskir og danskir em- bætismenn eru nú farnir í gongd við at snikka saman eina avtalu um framtíðar viðurskiftini millum lond- ini bæði. Eftir at politisku samráð- ingarnar slitnaðu í heyst, stakk landsstýrið eina nýggja kós út í kortið, og fríggjadagin sessaðust trý føroysk og trý donsk em- bætisfólk við samráðingar- borðið í Keypmannahavn at røða um møguleikarnar at finna eina loysn á málinum. Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini í lands- stýrinum, og Steen Ryd Larsen, skrivstovustjóri í Forsætisráðnum, vátta báð- ir, at fundur var teirra mill- um fríggjadagin, men stórt meira enn tað ber ikki til at fáa burtur úr embætis- monnunum. Hvørgin vil siga nakað um málini, sum vóru á borðinum hendan fyrsta fundin. Partarnir hava avtalað at fara stillis- liga fram, og hesa avtaluna halda báðir partar seg til. Heldur ikki vil nakar teirra siga, nær næsti fundur verður, og hvussu nógvir fundir væntandi verða mill- um partarnar. Avgreiðast í januar Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, hevur áður sagt, at sam- ráðingarnar á embætis- mannastigi eftir ætlan skulu fáast frá hondini í januar. Eftir er so bert tann politiska staðfestingin av avtaluni millum partarnar. Løgmaður ætlar at fáa í lag eina avtalu við danir um at broyta heimastýrislógina, so tað ber til at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti, sum landsstýrið leggur til rættis. Harumframt er eisini mein- ingin at fáa í lag eina avtalu um at niðurlaga blokkstuð- ulin og leggja eina koyri- ætlan fram móti føroyska fullveldinum. Meiningin er, at alt hetta skal fáast so skjótt frá hondini, sum møguligt, so tað ber til hjá Føroya fólki at taka støðu til koyriætlan- ina fram ímóti fullveldinum á fólkaatkvøðu í apríl. Skal hetta eydnast, hevur lands- stýrið skund. Tí ein avtala um at broyta heimastýris- lógina skal bæði samtykkj- ast av Fólkatinginum og Løgtinginum, og hetta er ein mannagongd, sum varir umleið eina mánað. Men eydnast tað at fáa í lag eina avtalu við donsku stjórina, og eydnast tað at fáa Føroya fólk at siga ja til koyriætlanina á fólkaat- kvøðuni, skulu føroyingar aftur til fólkaatkvøðu, tá blokkstuðulin er niður- lagaður og øll málsøki eru yvirtikin. Tá skal atkvøðast um eina føroyska grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldi. Samráðst leingi Landsstýrið kunngjørdi nýggja leistin fram móti fullveldinum á tíðindafundi í Tinganesi 2. november í fjør. Men kortini váttað bæði Sten Ryd Larsen, skrivstovustjóri í danska forsætisráðnum, og Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttan- landsdeildini í Tinganesi, at fundurin teirra millum fríggjadagin var tann fyrsti um nýggja sjálvstýrisleist- in. Herluf Sigvaldsson vísir á, at løgmaður og danski forsætisráðharrin hava ábyrgdina av samráðingu- num, og tí eru tað teir, ið skulu gera tær viðmerking- ar, ið skulu gerast. Tað hevur hvørki eydnast at fáa fatur á Anfinn Kalls- berg, løgmanni, ella danska forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen. Men Høgni Hoydal, varaløg- maður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, sigur, at ongar samráðingar hava verið – heldur ikki fríggja- dagin. – Samrøður hava leingi verið millum báðar partar- nar, men talan hevur ikki verið um samráðingar. Tað stendur púra greitt, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal vísir á, at samskiftið millum lands- stýrið og donsku stjórnina er í trúnaði, og tí fæst ikki meira at vita frá honum. Samráðingarnar byrjaðar Fríggjadagin vóru trý embætisfólk hjá Landsstýrinum í Danmark á fundi við embætisfólk hjá Forsætisráðnum um nýggja sjálvstýrisleistin. Fundurin var tann fyrsti higartil um nýggjá leistin Savnsmynd Nr. 10 - 16. januar 2001 7 6 Nr. 10 - 16. januar 2001 BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Ford Sierra aut. Sýn: 03/99 Árg.: 11/87 Km: 119.000 Prísuppskot: 15.000,- Nr.plátur: Nei VW Passat Stc Turbo Diesel Sýn: 11/98 Árg.: 07/86 Km: 217.000 Prísuppskot: 15.000,- Nr.plátur: Nei VW Golf Sýn: - Árg.: 86 Km.: 180.000 Prísuppskot: 5.000,- Nr.plátur: Nei Isuzu Pickup Chassis Diesel Sýn: - Árg.: 87 Km.: 104.000 Prísuppskot: 3.000,- Nr.plátur: Nei Nissan Cabstar Sýn: 12/98 Árg.: 04/88 Km.: 143.000 Prísuppskot: 3.000,- Nr.plátur: Nei Opel Kadett Glasvan vøruvognur Sýn: 11/98 Árg.: 10/88 Km.: 153.000 Prísuppskot: 18.000,- Nr.plátur: Ja Mazda 323 1,3 Panelvan vøruv. Sýn: 11/98 Árg.: 86 Km.: 86.000 Prísuppskot: 13.000,- Nr.plátur: Ja Diesel Diesel Vit rudda á brúktbilagoymsluni Avheintingartilboð, vegna plásstrot t.d. Bilarnir kunnu síggjast á verkstaði okkara Treytin er: at bilarnir skulu avheintast í tí standi teir eru. At bilurin er goldin og avheintaður í seinasta lagi fríggjadagin 19.jan. 2001 kl. 12.00. · ·