týsdagur 17. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
27
- Vi har satt oss som
mål å være færøyenes
fremste og beste
forsikringsselskap.
Dette betyr ikke at
vi skal klamre oss til
monopolets 100 %
markedsposisjon.
Nei, konkurranse
er godt og det
skjerper oss som
organisasjon og gjør
oss bedre. Heldigvis,
kan vi forvente mer
konkurranse i tiden
som kommer segði
nýggi varastjórin í
Tryggingarfelagnum
Føroyar, Edvard Heen
, tá móttøka var á
Kongabrúnni herfyri
Stjóramóttøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens K Vang
Nú um dagarnar fekk
Tryggingarfelagið Føroyar
nýggjan varastjóra. Talan
er um ein gamlan kenning
í
føroyskum
vinnulívi,
Edvard Heen. Hann arbeiddi
í Sjóvinnubankanum fyri
nógvum árum síðani men
fór síðani heimaftur til
Noregs at arbeiða. Herfyri
leitaði hugurin henda vegin
aftur, og Edvard Heen varð
eitt skifti deildarleiðari í
Føroya Banka, til hann
frá 1. oktober tók við sum
varastjóri í Tryggingarfe
lagnum Føroyar.
Á samkomu í sera hugna
liga ”bakgarðinum” á Konga
brúnni vóru nógv umboð
fyri
føroyskt
vinnulív
møtt fyri at heilsa nýggja
varastjóranum. Ein teirra
var Gunnar ì Liða, forstjóri
í felagnum. Hann ynskti
Edvard Heen vælkomnan í
felagið og vónaði, at hann
fór at trívast. -Vit vænta, at
tú við tínum royndum bæði
her á landi og eisini uttan
fyri landoddarnar, fert at
vera ein íblástur fyri felagið
og fyri starvsfólkið her.
Forstjórin í í felagnum
segði víðari: -Tryggingar
felagið Føroyar er eitt gam
alt felag. Men vit ynskja
tó – samstundis sum vit
minnast okkara røtur – at
vera við í fremstu røð, og tí
er okkara mál framhaldandi
at vera fremsta og besta
tryggingarfelag í land
inum”, og okkara setning
ur er, at ”Vit skapa trygg
leika”. Hetta eru stór orð,
og vit kunnu ikki røkka
hesum málum uttan við
góðari leiðslu og við góð
um
starvsfólkum.
Tað
er púra vist, at kravið til
okkum sum felag veksur
støðugt, og vit vilja eisini
seta okkum sjálvi stór krøv.
Vit vita, at vit eru tey í
landinum, ið vita mest
um trygging, og vit vilja
støðugt menna og útbúgva
okkum, soleiðis at vit til
eina og hvørja tíð kunnu
liva upp til okkara hugsjón,
og samstundis skapa tann
tryggleika, ið er neyðugur
at hava í einum slíkum
framkomnum
samfelagi
sum okkara.
Rótfest í føroyska sam
felagnum og í føroyska
vinnulívinum so vilja vit
altíð vera tað felagið, sum
myndar trygging her. Og
uppgávan hjá Edvard er at
tryggja, at vit framhaldandi
eru og vera í fremstu røð
innan trygging. Edvard
vil í dagligdegnum fáa ta
operationellu ábyrgdina av at
leiða tryggingarvirksemið,
og eg síggi fram til eitt gott
samstarv.
Kapasitetur
Hvør er so hesin Edvard.
Hann er norðmaður, 48 ára
gamal. Útbúgvin búskapar
frøðingur frá handilsskúlan
um
í
Keypmannahavn,
og giftur við føroyskari
kvinnu, Kristiannu Mohr.
Hann hevur royndir bæði frá
útlendskum fyritøkum og
eisini føroyskum fyritøkum.
Hevur í tveimum umførum
búð her í Føroyum. Fyrstu
ferð í tíðarskeiðnum 1988
– 93 og nú síðani 2005.
Við hesum kapasiteti
vænti eg, at vit kunnu
menna felagið enn meira.
Eg vænti og trúgvi, at vit
við respekt fyri okkara søgu
og okkara rótfesti, kunnu
hyggja frameftir, og taka
ímóti teimum avbjóðingum
sum eru fyri framman.
Avbjóðingarnar eru har,
og tað er tað, sum ger tað
bæði stuttligt og spennandi
at arbeiða her. Vit hava eitt
framúr gott starvslið, sum
tú kemur at arbeiða saman
við, og eg ivist heldur ikki
í, at hesi fara, og longu
hava, tikið væl ímóti tær.
Men eisini ynski, eg at
vit framhaldandi skulu
betra okkara tænastustøði
mótvegis okkara kundum.
Tað eru tit kundar, ið eru
grundarlagið fyri, at vit eru
til sum felag. Sum størsta
tryggingarfelag í Føroyum,
hava vit breiða kontaktfladu.
Vit hava samband við stórt
sæð øll húski, øll virki,
øll skip og allar almennar
stovnar í Føroyum í dag.
Vit avgreiða uml. 10.000
skaðar um árið. Skaðar, ið
kosta alt frá nøkrum fáum
krónum til fleiri milliónir.
Vit vilja stremba eftir, at øll
okkara viðskiftafólk skulu
føla seg trygg, í at fáa eina
rætta viðgerð tá ið skaðin
hendir.
Tað er við treysti, at eg
bjóði okkum fram sum
felag, vitandi at tað er ein
stór ábyrgd, men eisini
vitandi, at vit hava tey røttu
starvsfólkini til at kunna
liva upp til tað stóra álit, ið
okkara viðskiftafólk hvønn
dag vísa okkum.
So Edvard. Tínir forfedrar
stevndu í fornari tíð vestur í
hav. Nakrir sóu hesar vøkru
oyggjar og steðgaðu á her.
Eitt nýmótans samfelag
er síðani ment her. Hóast
tú hevur verið eitt sindur
seinur á veg, so vilja vit
siga, at betur seint enn
ongantíð, at tú uppdagaði
hesar oyggjar, tað varð
kanska eitt vakurt sprund,
ið var orsøkin til, at tú fekst
eyguni upp....so tú skalt
vera hjartaliga vælkomin,
og eg vænti heldur ikki
at tín partur ikki at liggja
eftir segði Gunnar í Liða á
móttøkuni.
Gott við kapping
Edvard Heen takkaði fyri
orðini og segði m.a.: -
Det å begynne å arbeide i
Tryggingarfelagið Føroyar
– eller TF, innebærer at
man trer inn i en bedrift
med
lange
tradisjoner.
Tradisjoner og historikk
vi kan være stolte av. TF
er en bedrift som har som
hensikt å skape trygghet -
for oss som privatpersoner
og for bedrifter. Vi har
satt oss som mål å være
færøyenes
fremste
og
beste forsikringsselskap.
Dette betyr ikke at vi skal
klamre oss til monopolets
100 % markedsposisjon.
Nei, konkurranse er godt
og det skjerper oss som
organisasjon og gjør oss
bedre. Heldigvis, kan vi
forvente mer konkurranse i
tiden som kommer. For oss
betyr det å være ”fremste og
beste” at vi setter kundene i
fokus og leverer kvalitet i
det arbeidet vi gjør, segði
nýggir varastjórin.
Kapping er av tí góða
vinnusíðurnar
Nýggi varastjórin í góðum hýri saman við forstjóranum
Stjórin á Føroya Tele, Richard Mortensen ynskir tillukku
Tríggir fyrrverandi løgtingsmenn og allir við tilknýti til
Tryggingina ynsktu Heen tillukku. Fv. Thomas Arabo, Jógvan
Durhuus og Hilmar Kass
Hugnalig løta í forvitnisliga umhvørvinum í Tryggingargarðinum