týsdagur 17. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Ætla ikki at flakavirkið
í Vági skal verða jólatrøll
- Er stóra flakavirkð
í Vági ikki latið
upp um ein mánað,
verði eg vónbrotin,
sigur virkisleiðarin
hjá Fiskavirking í
Suðuroy
Arbeiðspláss
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er ikki heilt greitt, nær
Fiskavirking í Suðuroy fer
at lata tað stóra flakavirkið
í Vági upp.
Fyri einum mánaða síðani
kundi Sosialurin ber at tey
tíðindi, at Fiskavirking í
Suðuroy nú eisini fer at lata
tað stóra flakavirkið upp,
sum felagið eigur í Vági.
Tá varð mett, at tað fór
at taka nakrar vikur at
seta útgerð upp og annars
gera tað klárt at taka ímóti
fiski.
Síðani hava suðuroyingar,
og serliga vágbingar, bíðað
í spenningi eftir at arbeiðið
skal vera á virkinum, men
enn røkist ikki fyri nøkrum,
hóast ein mánaði er farin.
Og John Nielsen, virkis
leiðari hjá Fiskavirking í
Suðuroy, sigur, at framvegis
er ikki heilt greitt, nær
virkið í Vági verður latið
upp.
Men ætlanin er í øllum
førum ikki, at tað skal
verða jólatrøll, leggur hann
afturat.
Hann sigur, at dagurin, tá
ið virkið í Vági tekur ímóti
teirri fyrstu lastini, nærkast
alsamt.
– Vit arbeiða framvegis
við at gera virkið klárt og
er tað ikki latið upp um
ein mánað verður tað eitt
vónbrot, sigur hann.
Og tá fer Fiskavirking av
álvara at undir framleiðslu
í Vági, tí ætlanin er at seta
fulla ferð á virkið har.
John Nielsen sigur, at
hetta er eitt lið í eini ætlan
hjá Fiskavirking at umskipa
virksemið í Suðuroy.
Hann sigur, at endamálið
er at fáa sum mest burturúr
báðum virkjunum hjá Fiska
virking í Suðuroy við teirri
útgerð, sum er til taks.
So fer tíðin at vísa um
møguleiki sum frálíður er
fyri at økja um virksemið í
Suðuroy.
Virkið á Tvøroyri hevur í
summar arbeitt gulllaks og
ætlanin er, at tað í framtíðini
skal vera gulllaksavirki burt
urav.
Men tað merkir eisini, at
nógv útgerð á virkinum á
Tvøroyri, hevur ikki verið
í brúki, men hevur staðið
óvirkin.
Tí hevur Fiskavirking nú
verið í holt við at flyta
útgerð av Tvøroyri suður
á virkið í Vági og at fáa
virksemi í gongd har, so at
vit fáa sum mest burturúr
báðum virkjunum.
- Virkið í Vági skal vera
eitt vanligt flakavirki til
botnfisk og ætlanin er at
hava so nógv arbeiði har
sum gjørligt.
Virkisleiðarin hjá Fiska
virking í Suðuroy heldur
at tað er sannlíkt, at virkið
í Vági fer at taka ímóti
eini 6000-8000 tonsum um
árið. Men tað veldst alt um,
hvussu tað fer at liggja fyri
at fáa rávøru og ongantíð
betri um rávørunøgdin kem
ur upp á 10.000 tons um
árið, sigur virkisleiðarin hjá
Fiskavirking í Suðuroy.
Hann sigur, at sostatt
skuldi helst verið brúk fyri
einum 100 arbeiðsfólkum á
virkinum í Vági.
Hann staðfestir, at virk
ið í Vági er eitt tað besta
í landinum og tað er í
sera góðum standi og tað
einasta, sum manglar, er
útgerðin. Og so leingi, tað
stendur tómt, er talan um
deyðan pening og tað fær
ongin nakað burturúr.
Ein partur av, at Fiska
virking leggur virksemið í
Suðuroy um, er, at hereftir
skal høvuðsframleiðslan á
virkinum á Tvøroyri vera
gulllaksur, akkurát sum tað
hevur verið tað í ár.
Í ár hevur virkið á Tvør
oyri virkað 4000 tons av
gulllaksi
og
tilsamans
hava eini 80 fólk arbeitt á
virkinum í vaktum. Ætlanin
er at virka eini 4000-5000
tons av gulllaksi á virkinum
hvørja vertíð.
Vertíðin til gulllaks er frá
um summarið frá í apríl til
nú fyrst í oktober.
– Og tann stóra avbjóðing
in verður at útvega fólk
inum á virkinum á Tvøroyri
arbeiði um veturin eisini,
uttan fyri gulllaksa-vertíð
ina.
- Spurningurin er bara,
hvussu tað kann gerast.
Tað kann gerast við at
royna at útvega teimum
fólkunum aðra rávøru at
virka um veturin. Tað kann
eisini gerast við at lata tey
- ella ein part av teimum
- fylgja við suður til Vágs
at arbeiða. Ella tað kann
vera ein samanblandingur
av báðum.
- Alt hetta er eitt sindur
óvist enn, tí tað veldst um
umstøðurnar og útlitini, sig
ur virkisleiðarin hjá Fiska
virking í Suðuroy.
Fiskað 14.000 tons
Tað gongur væl hjá størsta føroyska fiski
skipinum, ”Athena”. Síðani síðst í apríl hevur
skipið roynt úti fyri vesturafrikonsku strondini,
og hesa tíðina hava teir fingið 14.000 tons.
Nógv tað mesta er rossamakrelur og sardinellur,
men umleið trý prosent eru onnur fiskasløg.
Fiskurin verður heilfrystur umborð og landaður
til móðurskip. Elias Christoffersen, Klæmint
Olsen og Magnús Guðmundsson skiftast um at
føra ”Athenu”.
Fyrstu ferð í 6 ár
Á skipasmiðjuni í Vági eru teir farnir undir
at leingja trolbátin Randi av Toftum, og hetta
er fyrstu ferð síðani 2000, at eitt skip verður
longt á Vágs Skipasmiðju. Randi skal eisini
hava nýggjan motor, nýtt róður og nýggjar
róðurgreiðir, og ymiskt smávegis skal eisini
gerast við bátin. Vanliga arbeiða einir 15
mans á skipasmiðjuni í Vági, men í summar
hava teir havt so nógv at gera, at millum 15
og 20 fólk hava verið til arbeiðis.
(Kelda: www.sudurras.fo)
vinnusíðurnar
Fiskavirking í spennir seg út í Suðuroy. Virkið á Tvøroyri er umlagt til at virka gulllaks burturav, men nú heilt skjótt kemur eisini rættiligt gongd á stóra virkið í