týsdagur 17. oktober 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
29
Royndin at arbeiða
kongafisk á Tvøroyri
eydnaðist ikki so
væl sum tey høvdu
vónað, so hetta
verður neyvan tað,
sum verður álitið hjá
virkinum
Fiskivinnuroyndir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Royndin hjá Fiskavirking
á Tvøroyri at taka ímóti
kongafiski úr altjóða sjógvi
norðanfyri, eydnaðist ikki
so væl, sum tey høvdu vón
að.
Herfyri tók Fiskavirking
á Tvøroyri ímóti tveimum
lastum av kongafiski frá
Fagrabergi, sum vórðu fisk
aðar í altjóða sjógvi norðan
fyri.
Fyrru ferðina hevði Fagra
berg eini 140 tons og aðru
ferðina hevði hann eini 80
tons, so tilsamans hevur
Fiskavirking á Tvøroyri
virkað eini 220 tons av
kongafiski.
Tá ið Fagraberg fyri trim
um vikum síðani avreiddi
fyrstu lastina av kongafiski
úr altjóða sjógvi norðanfyri
vóru tey annars ógvuliga
spent upp á, hvussu tað fór
at eydnast.
Hetta var kongafiskur,
sum tey púra onki kendi
til frammanundan og tí var
talan um eina nýskapandi
roynd hjá Fiskavirking og
Framherja á Toftum fyri at
vita um hetta er nakað at
byggja víðari á.
– Men verður tað neyvan,
tí royndirnar gingu ikki so
væl, sum høvdu vónað, sigur
John Nielsen, virkisleiðari
hjá Fiskavirking í Suðuroy,
heilt stutt, nú tey hava tugt
eitt sindur upp á úrslitið.
Fær neyvan
nøktandi prís
John Nielsen segði tá
við Sosialin, at hepnaðist
hendan royndin væl, kundi
tað fáa stóran týdning
fyri virkið á Tvøroyri og
arbeiðsfólkið, tí so vóru tey
til reiðar at taka ímóti fleiri
lastum og tað kundi ført
til rættiliga nógv arbeiði á
virkinum á Tvøroyri.
Stóri spurningurin var
um tað ber til at fáa so
nógv burturúr, at eisini
Fagraberg fær nøktandi prís
fyri fiskin.
Og tað er júst hetta,
sum framvegis er ógvuliga
ivingarsamt.
- Hetta er neyvan fiski
skapur, sum skipini kunnu
fáa so frægt burturúr, at tað
verður lokkandi hjá teimum
at halda fram, sigur John
Nielsen.
Hann sigur, at endaligi
avreiðingarprísurin
til
Fagraberg er ikki funnin
enn, men hann ivast stórliga
í um hann verður so frægur,
at tað fer at eggja skipinum
at halda fram við hesum
fiskiskapinum.
Av tí sama eru, sum er,
ongar ætlanir um at Fagra
berg skal koma aftur á Tvør
oyri við meiri kongafiski.
John Nielsen sigur, at
fyrstu ferð, tey arbeiddu
kongafiskin, vóru trupul
leikar at fáa maskinurnar á
virkinum at virka sum tær
áttu til hesa framleiðsluna,
men aðru ferðina gekk betri
við tí.
Men kortini væntar hann
ikki, at tað er nóg mikið
til at tað ber til at lata
skipunum so góðan prís
fyri fiskin, at tey eru sinnað
at halda fram við hesum
fiskiskapinum.
Kortini sigur hann, at tey
hava fingið staðfest nøkur
viðurskifti.
- Vit hava fingið staðfest,
hvussu fiskurin er og vit
hava staðfest hvussu hann
er at framleiða til ymsar
vørur. Í so máta hava vit
eisini fingið okkara royndir
burturúr, tó at tað neyvan fer
at føra til nakað stórvegis
hjá virkinum.
Sostatt fer kongafiskur
úr altjóða sjógvi neyvan at
verða nakað álit hjá Fiska
virking á Tvøroyri.
– Hetta verður ikki fiski
skapur, sum skipini fara at
liggja á í longri tíð. Hetta
verður í mesta lagi fiski
skapur, har skip kunnu gera
einstakar túrar inn ímillum,
ímeðan tey bíða eftir øðrum
fiskiskapi.
Vónaðu nógv arbeiði
Tá ið tey fóru undir hesa
royndina, segði virkisleið
arin hjá Fiskavirking í Suð
uroy annars við Sosialin, at
hepnaðist hendan royndin
væl, kundi tað fáa stóran
týdning fyri virkið á Tvør
oyri og arbeiðsfólkið har,
tí so vóru tey til reiðar at
taka ímóti fleiri lastum og
tað kundi ført til rættiliga
nógv arbeiði á virkinum á
Tvøroyri.
Fiskavirking hevur lagt
framleiðsluna á virkinum
á Tvøroyri um, so at tað nú
í høvuðsheitum skal verða
arbeiða gulllaks.
Í ár hava tey arbeitt 4000
tons av gulllaksi og ætlanin
er at virka eini 4000-5000
tons av gulllaksi á virkinum
hvørja vertíð.
Men gulllaksa-vertíðin
er frá apríl til oktober og
stóra avbjóðing verður so at
útvega fólkinum á virkinum
á Tvøroyri arbeiði uttanfyri
vertíðina.
- Spurningurin er bara,
hvussu tað kann gerast. Tað
kann gerast við at royna
at útvega teimum fólkun
um aðra rávøru at virka
um veturin. Tað kann eis
ini gerast við at lata tey
- ella nøkur av teimum,
- fylgja við suður til Vágs
at arbeiða, tá ið virkið har
letur upp. Ella tað kann
vera ein samanblandingur
av báðum.
Og tað var júst her, at
Fiskavirking hevði vónað,
at gulllaksurin úr altjóða
sjógvi skuldi hava ein stór
an leiklut, men tær royndir
sum eru gjørdar, vísa, at
nakran høvuðsleiklut, fær
hann ikki.
Kortini ásannar John Niel
sen, at sum fiskiskapurin
hevur verið í seinastuni,
hevur verið nógv at gera
og sum støðan er nú, er
væl og virðiliga grundarlag
fyri tveimum virkjum í Suð
uroy.
Úrslitið
stendur
ikki mát
við vónina
Bjarni Hansen á
Fiskavirking á Tvøroyri,
vísir okkum tveir
kongafiskar, sum
Fagraberg hevur fiskað í
altjóða sjógvi norðanfyri.
Hetta var ein roynd, sum
tey settu stórt álit á, men
tað gekk ikki akkurát
sum tey høvdu vónað
Havsbrún fær meiri
Havsbrún í Fuglafirði hevur fingið heldur meiri rávøru
teir fyrstu níggju mánaðarnar í ár enn somu mánaðir í
fjør. Higartil í ár hevur virkið fingið 287.049 tons ímóti
273.874 tonsum somu tíð í fjør. Rávørusamansetingin er
tann sama, og býtið er næstan eisini tað sama. Í ár hevur
Havsbún fingið 53.000 tons av sild, 218.000 tons av
svartkjafti, 4.700 tons av lodnu og 11.500 tons av slógvi.
Virkið væntar ikki at fáa nógvan fisk afturat í ár.
Roest byggir nýtt
Smápartafelagið Roest á Tvøroyri hevur gjørt av at byggja
eina høll í Øravíkarlíð. Útgrevsturin er byrjaður. Høllin
verður 670 fermetrar og skal hýsa sølubúð, skrivstovu og
goymslu. Ætlanin er eisini at fara undir onkra framleiðslu,
men Sven Roest, stjóri, vil ikki upplýsa enn, hvat talan er
um. Fimm mans arbeiðs hjá Spf. Roest, og teir hava nóg
mikið at gera. Teir hava júst sandblást og pussað Hvalbiar
kirkju upp uttan.
(Kelda: www.sudurras.fo)
vinnusíðurnar