týsdagur 17. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Sangleikurin FAME er
fingið í lag við einum
samstarvi millum
fyrireikararnar og
stuðlar. Nógvur
peningur krevst til
eina slíka verkætlan,
hóast nógv sjálvboðið
arbeiði verður gjørt.
Tryggingarfelagið
Føroyar leggur seg
serliga eftir at stuðla
evnaríkum ungdómi
VINNULÍV
Orð & mynd: Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Tryggingarfelagið Føroyar
er høvuðsstuðul hjá sang
leikinum FAME, sum Før
oya Studentaskúli og HF-
skeið í Hoydølum setur upp
og sum verður spældur í
Norðurlandahúsinum 17.-
23. november.
Fríggjadagin undirskriv
aðu Gunnar í Liða, forstjóri
og Edvard Heen, varastjóri
í Tryggingarfelagnum Før
oyum, og Herleif Hammer,
verkætlanarleiðari
fyri
FAME, avtalu um stuðul.
Tey frá Tryggingarfelanum
siga, at tey hava valt at stuðla
sangleikinum, tí felagið
fegin stuðlar ungdóminum,
og í hesum førinum heldur
felagið tað vera vert at
stuðla ungum evnaríkum
fólkum og vera við til at
profilera
studentaskúlan
og næmingarnar har. Trygg
ingarfelagið Føroyar ger
nógvar stuðulsavtalur og
vil fegin náa breitt út um
samfelagið við sínum stuðli.
Við stuðlinum til FAME
vil felagið vera við til at
menna evnini hjá ungum
miðnámsskúlanæmingum
innan palllist og geva teim
um nýggjar upplivingar og
royndir og høvi til at síggja
nýggjar møguleikar.
- Tryggingarfelagið legg
ur seg eftir at stuðla list og
serliga ungdómi. Vit halda,
at hendan verkætlanin er
sera spennandi, og vit vilja
fegin hjálpa teimum at gera
hana til veruleika, sigur
Edvard Heen.
Stórur sangleikur
Fyrireikararnir
handan
FAME eru glaðir fyri sam
starvið við Tryggingar
felagið Føroyar, sum tryggj
ar fíggjarliga grundarlagið
undir
leikuppsetingini.
Sjálvt um tey umleið 80
fólkini, sum fara at vera
á pallinum, eru óløntir
studentaskúlanæmingar,
og lærararnir á skúlanum
gera eitt stórt arbeiði fyri
hesum sangleikinum, so er
neyðugt at leiga fólk inn
til uppgávur, sum krevja
størri arbeiði og førleika.
Har ímillum er leikstjórn,
koreografi, týðing, sang
frálæra, tilrættalegging av
tónleiki og annað. Alt í alt
er sjálv verkætlanin eitt
tungt tak at lyfta, og Føroya
Studentaskúli er fegin um at
Tryggingarfelagið Føroyar
vil hjálpa við at lyfta hana,
siga fyrireikarunum.
Marner Jacobsen,
stjóri í Føroya
Sparikassa, sigur, at
fíggjarlig atlit verða
tikin, tá ið teir lata
stuðul, og tí skal
vinningur helst koma
burturúr í síðsta
enda. Báðir partar fáa
nakað burturúr, sigur
hann
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin hevur sett seg í
samband við Marner Jacob
sen, stjóra í Føroya Spari
kassa, og spurt um teirra
hugburð mótvegis stuðli
av ymsum tiltøkum. Hann
greiður soleiðis frá teirra
stuðulspolitikki:
– Føroya Sparikassi er
ein fyritøka, so vit hyggja
sjálvandi altíð at, hvat
kann vera ein fíggjarligur
vinningur fyri okkum. Tað
er tó torført at uppgeva,
hvussu nógv tú fært aftur í
reiðum peningi fyri stuðla
einum hvørjum. Men saman
umtikið skal tað helst geva
vinning, sigur hann.
”Vinn/vinn”-støða
Tað verður nógv tosað um
hugtakið ”good-will”, og
tað er eisini nakað, sum tey
í Sparikassanum er tilvitað
um.
– Tá ið vit stuðla einum
hvørjum, kunnu vit vænta
okkum ”good-will” frá hes
um bólkinum afturfyri, og
tað hevur sjálvandi stóran
týdning fyri okkum. Vit
leggja okkum serliga eftir at
stuðla tiltøkum í Føroyum,
sum
koma
føroyingum
til góðar, og tí stuðla vit
ikki uttanlandsferðum hjá
flokkum. Annars er tað
mangan ein einstøk meting
av umsóknini.
- Mangan er talan um
eina ”vinn/vinn”-støðu, tí
at vit fáa okkurt burturúr
at stuðla einum tiltaki, og
fyriskipararnir fáa eisini
okkurt burturúr, tí at tað
hevði kanska als ikki verið
gjørligt uttan stuðul, sigur
Marner.
Marner heldur ikki, at tað
hevur so nógv at siga fyri
umdømið sæð yvir stutta
tíð, um teir stuðla einum
tiltaki.
– Umdømið verður bygt
upp yvir langa tíð, og tí
haldi eg ikki, at tað hevur so
nógv at siga, um vit stuðla
einum tiltaki ella ikki. Men
tað hevur sjálvandi týdning
yvir eitt longri tíðarskeið.
Føroya Sparikassi hevur
altíð stuðlað nógvum tiltøk
um. Vit hava eisini ein gávu
grunn, sum gevur til ymisk
vælgerandi endamál hvørt
ár uttan at hava fíggjarlig
atlit, sigur hann at enda.
Kaupthing:
– Tilvitað tá ið
vit lata stuðul
Kaupthing fer tilvitað inn og stuðlar teimum
málbólkunum, sum tey vilja náa til tess at
gerast fyritøkan skal gerast kend í hesum
málbólkinum. - Vit stuðla breitt teimum
tiltøkum sum vit velja at stuðla heldur enn
at lata lítið til nógv tiltøk, sigur Henny á
Líknargøtu frá Kaupthing
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Henny á Líknargøtu, samskipari í Kaupthing, heldur, at
stuðulspolitikkurin hjá nógvum fyritøkum er broyttur.
- Fyrr var stuðulin latin meira breitt, og øll fingu ein
part av køkuni. Tað var stuðlað eitt sindur til Skála og
eitt sindur til HB til dømis.
- Nú fara vit meira tilvitað inn og stuðla einum størri
tiltaki og stuðla tí meira umfatandi. Vit ”co-branda”
við tiltakið, sum vit stuðla. Vit eru meira tilvitað
um, hvørjum vit stuðla, og vit fara sjálvi út og velja,
hvørjum vit skulu stuðla, sigur hon.
Vilja síggja fyrimunir
Kaupthing hevur ávís krøv til umsóknirnar um stuðul.
- Ein hvør fyritøka stuðlar, tí at hon væntar at fáa
fíggjarligan vinning burturúr. Soleiðis er eisini hjá
okkum. Vit vilja síggja í umsóknini, hvat vit kunnu fáa
afturfyri peningin, sum vit lata, sigur Henny.
Kaupthing setir langtíðar málsetningar, og stuðuls
politikkurin gongur eisini undir hesa ætlan.
- Vit seta okkum málsetningar og greina síðani,
hvussu vit kunnu náa teir. Tað ræður um hjá fyritøkuni
at seta eitt frámark. Vit stuðla kanska miðvíst einum
málbólki, sum vit vilja náa, og soleiðis gerast vit kend
í hesum málbólkinum og fáa eitt ávíst ”good-will” frá
teimum, greiður Henny frá.
FAME - stór verkætlan
Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroya, og
Herleif Hammer, verkætlanarleiðari fyri FAME, skriva undir
avtalu um stuðul
Føroya Sparikassi:
– Umdømið bygt upp yvir langa tíð
Heimsins longsta
Í gjár varð tann nýggja rørleiðingin, sum skal flyta
gass av norsku gassleiðunum til Bretlands, latin
upp. Leiðingin, sum hevur fingið heitið Langled,
er tann longsta gassrørleiðingin, sum liggur eftirt
havbotninum. Hon er 1.200 kilometrar long.
Langeled hevur kostað 17 milliardir norskar
krónur og er før fyri at nøkta 20 prosent av
bretska gasstørvinum. Gassið í leiðingini kemur
av Ormen Lange-leiðini.
Hálv mia til menning
Danska stjórnin hevur gjørt av at játta eina hálva milliard
krónur til at menna fiski- og alivinnuna tey bæði næstu
árini, og hetta er tann størsta játtanin av hesum slagnum
nakrantíð. Pengarnir skulu brúkast til virðisøking, men
ætlanin er eisini, at teir skulu gera fiski- og alivinnuna til
eitt aktiv fyri útjaðaran, og harafturat skal játtanin stimbra
frítíðarfiskivinnuna í sambandi við ferðavinnuna. ES
rindar helmingin av játtanini.
(Kelda: www.industry.fo)
vinnusíðurnar