týsdagur 17. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
31
Mikudagin kemur
maðurin, sum er
kendur sum Guds
bankamaður, til
Føroya, har ið hann
skal hava møtir og
fyrilestrar. Talan er
um George El Khoury
úr Libanon
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Hann hevur skrivað bók um
sítt egna lív, sum inniheldur
ymiskar pólar. Í bókini
stendur, at hann vaks upp
undir sera fátækssligum
korum.
Familjan
mátti
stríðast fyri at fáa mat í
munnin. Tí varð George tíð
liga blakaður út í arbeiðs
lívið, har ið hann kaffi
og atgongumerki á einari
kappríðingarbreyt. Peng
arnir fóru til húsarhaldið.
Sostatt lærdi George longu
tíðliga at stríða seg fram í
lívinum. Hann gjørdist besti
næmingur í skúlanum og
fekk sostatt fría skúlagongd.
Tí fekk hann eina góða
útbúgving, hóast familjan
ikki hevði fortreytir fyri
at senda børnini til hægri
útbúgving.
Stríddi seg fram
George minnist serliga
væl eina uppliving sum
heilt ungur, tá ið hann sá
ein ríkan mann býta í eitt
skínandi reytt súrepli. Slíkt
marglæti høvdu tey ikki
ráð til heima hjá teimum.
Men tá tók hann avgerð
um, at hann ikki vildi liva
í fátækradømi restina av
lívinum.
Hann vann seg fram í
lívinum, og hann fekk starv
í einum banka. George
hevði
eina
ómettandi
trongd til lívið og æru í
mannaeygum. Hann vann
seg fram í arbeiðnum, og
eitt ríkt men flýggjasligt
kærleikslív. Hann giftist
við einari kvinnu og fekk
fýra børn við henni. Men tá
ið hann fekk møguleikan at
gerast leiðari í einum banka
í Belgia, rýmdi hann frá
konu og børnum og settist
niður í Evropa.
George menti eina nýggja
útláns- og innlánsskipan,
sum nógvir bankar tóku til
sín. Nýggja skipanin varð
mett at vera slóðbrótandi,
og George El Khoury gjørd
ist eitt stórt navn innan
bankaheimin. Hann gjørdist
ein partur av leiðsluni í høv
uðsskrivstovuni í London.
Hann livdi eitt lív sum kend
ur og vælumtóktur maður.
Tó kendi hann seg tóman
innaní.
Sonurin fekk
pápan til trúgv
Ein dagin kom sonurin
Walid til London, har ið
hann fór at lesa. Hann búði
hjá pápanum, men teir
høvdu eitt sera strongt sam
band, tí at pápin hevði ikki
sæð sonin í nógv ár. Ein
dagin kom sonurin til trúgv
á Jesus, og sambandið
broyttist millum feðgarnar.
Walid tosaði nú einans um
sína trúgv og vísti ferð eftir
ferð á, at pápin mátti skifta
lívskós. Hetta strongdi
George, sum ikki orkaði
álopini á samvitskuna.
Eftir eitt dømi um tað,
sum hann sjálvur kallar
fyri eitt greitt undur, kom
George eisini til trúgv.
Lívið hjá honum broytist
umfatandi, og hann misti
starvið í bankanum. George
fór at ganga á bíbliuskúla,
og gjørdist evangelistur.
Hann hevur síðani ferðast
runt og greitt frá um sítt
lív og sína trúgv. Í dag
er hann aftur giftur við
fyrrverandi konu sínari,
sum hann eigur fýra børn
við. Hann er fluttur aftur til
Libanon, har ið hann rekur
eina kirkju. Kring heimin
er hann vorðin kendur sum
”Bankamaður Guds”, og
hann ferðast runt heimin
ein stóran part av árinum.
Føroyingar fáa nú høvi
at hoyra hann, tá ið hann
skal vera í Miðlahúsinum,
Oasuni og Kelduni.
Kelda: The Banker of God
Guds bankamaður
til Føroya
Heiðursmerki og avrik:
•
2 heiðursmedaljur úr Fraklandi.
•
Stovnari og forstjóri í 2 bankum í London.
•
Stovnari og forstjóri í banka í Bahrain.
•
Stovnari og í leiðsluni fyri ein banka í Houston-
Texas- USA.
•
Limur í nevndini fyri 3 bankar í London, Geneva og
Beirut.
•
Formaður í nevndini fyri 3 bankar.
•
Stýrisfromaður fyri A.C.I.Lebanon-Financial Market
Association (80 bankar).
•
Stýrisformaður av Inter-Arab Cambist Assosiation
(250 bankar).
•
Limur av The International Bankers Association
F.I.B.A.
•
Limur av The Arab Bank ers Association F.A.B.A.
FAKTA
George El Khoury fer at halda fyrilestur fyri vinnulívsfólkum í Kelduni leygardagin
Greiðari lánsreglur
Tey seinastu árini eru nógvir grønlendskir útróðrarmenn komnir
í fíggjarligt óføri, tí teir hava tikið lán við høgari rentu fyri at
gjalda tað upprunaliga lánið til bátin, sum teir í mongum førum
ikki høvdu møguleikar fyri at rinda aftur. Landsstýrið hevur nú
skotið upp at broyta reglurnar, so treytirnar fyri at fáa lán verða
herdar, samstundis sum mishald skal hava við sær, at lánið verður
sagt upp og báturin seldur á tvingsilssølu.
Bøta um trygdina
Bæði í Danmark og Noregi hava bankarnir sett sær
fyri at bøta um trygdina við heimabankaskipanini. Í
Danmark hava teldusníkar brotið trygdarskipaninar
og stolið rættiliga nógvar pengar, men nú fer
Finansrådet at forða tí. Í Noregi flutti ein kvinna
500.000 krónur á skeiva kontu, tí hon trýsti eitt tal
ov nógv, tá hon skuldi skriva kontunummarið. Í
framtíðini skal skipanin siga frá, um viðskiftafólkið
trýsta skeivt.
vinnusíðurnar
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leygardagin verður skeið
fyri vinnulívsmenn, har ið
George El Khoury kemur
at halda fyrilestur. Eisini
kemur ein danskari sum
eitur Bertel Kristiansen at
tosa.
- Søgan um ein múgv
andi persón, sum kom til
frelsu sum 63 ára gamal.
Ein persónur sum hevði
alt, sum kann hugsast, men
tó tørvaði alt. Stovnari av
”Spirit Channel”, ein satelit
sjónvarpsrás, sum sendir í
Miðeystri, Norðurafrika og
Europa, stendur í faldarinum
frá fyrireikarunum.
Bertel Kristiansen er
danskur vinnulívsmaður,
sum handlar við fiski í
Afrika. Hann greiðir frá,
hvussu trúgv kann flyta
fjøll, tá man arbeiðir mill
um muslimar.
Fyrireikari: ICCC Føroyar
Bankamaður Guds heldur fyrilestur í Kelduni
George El Khoury fer
at halda fyrilestur
fyri vinnulívsfólkum í
Kelduni leygardagin