týsdagur 17. oktober 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 200 - 17. oktober 2006
Tveir av steypafinalist
unum í flogbólti blivu
funnir sunnudagin,
tá kvinnurnar hjá
KÍF og menninir hjá
Mjølnir vunnu FK-
kappingina í Havn.
Serliga kvinnufinalan
gjørdist sera spenn
andi, og liðini máttu
út í fimm sett, áðrenn
vinnarin var funnin.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Steypakappingin í flogbólti
er ikki skipað, sum nógvar
aðrar steypakappingar. Her
er ikki talan um bólkaspæl
ella Cup-system, sum avgerð,
hvørji lið koma í finaluna. Í
flogbólti vera spældar tvær
kappingar, ein í Havn og ein
í Klaksvík, har vinnararnir
hjá bestu deildunum í báðum
kappingunum møtast í
steypafinaluni, sum verður
spæld í februar mánað.
Fyrsta av hesum kapp
ingum, tann sokallaða FK-
kappingin, var á skránni í
vikuskiftinum. Her kappað
ust eldru deildirnar í flog
bólti sínámillum.
Serliga bestu liðini hjá
hvørjum felag gera nógv
av til hesa kapping, tí tey
kunnu vinna sær sæti í
steypafinluni. Í nógv ár
hevur steypafinalan verið
størsta einstaka hending
innan flogbólt árliga, og tí
hevur tað stóran týdning hjá
feløgunum at fáa sítt besta
lið í finaluna.
Fleyr og KÍF
vunnu í 2. deild
Í 2. deild vóru bara 4 lið við
hjá kvinnunum, tí at okkurt
lið hevði givið avboð. Tí var
gjørt av at hava ein bólk, har
øll liðini spældu ímóti øllum.
Her gjørdist KÍF a vinnari,
og størstu mótstøðuna fingu
tær frá Fleyr, sum eisini
gjørdist nummar tvey í hesi
deildini. Í næsta umfari møtt
ust KÍF a og Fleyr í einum
dysti, sum skuldi vísa seg at
gerast avgerandi. Her vann
KÍF 2-1, og tá tær vunnu
tryggar sigrar í hinum báðum
dystunum, so gjørdust tær
vinnarar av 2. deild við full
um stigatali.
Hjá monnunum vóru
fimm lið við í kappingini,
og her var eisini gjørt av, at
øll liðini skuldu leika ímóti
øllum. Her gjørdist Fleyr a
vinnari, og teir vunnu allar
sínar dystir. Áðrenn síðsta
umfar lógu Fleyr a og ÍF a
á odda, og júst hesi liðini
møttust í síðsta umfari. Her
gjørdist Fleyr drúgvari og
vann 2-1. Sostatt vunnu teir
allar sínar dystir og gjørdust
vinnarar av 2. deild hjá
monnum.
Fleyr var sterkast
í 1. deild
Í 1. deild gjørdi Fleyr bart.
Liðið úr høvuðsstaðnum
vann bæði hjá kvinnum og
monnum, og sostatt hevði
Fleyr vunnið heili tríggjar
deildir leygardagin.
Hjá monnunum góvu
fleiri lið avboð, og til síðst
vóru bara tvey lið eftir.
Tey vóru Fleyr og Mjølnir,
og fyrireikararnir gjørdu
av bert at leika ein dyst,
har vinnarin samstundis
gjørdist vinnari av FK-
kappingini. Hetta gjørdist
ein javnur dystur, har liðini
byrjaðu við at vinna hvør
sítt sett. So máttu liðini út
í ein avgerandi javnbrótara,
og her vann Fleyr. Sostatt
endaði dysturin 2-1 til næst
besta liðið hjá Fleyr, og sam
stundis gjørdust teir vinnarar
av FK-kappingini.
Hjá kvinnunum gjørdist
kappingin heldur meir spenn
andi, tí her vóru fimm lið
við í kappingini. Eisini her
gjørdist Fleyr vinnari. Tær
vunnu tryggar 2-0 sigrar í
trimum teimum fyrstu dyst
unum, og so var bara Mjølnir
eftir á skránni í einum
ítróttur
Tveir av steypafin
Vinnarar kvinnur:
Meistaradeild kvinnur: KÍF
Innleiðandi bólkur:
KÍF – SÍ
2-1
KÍF – Dráttur
2-1
Semifinala:
KÍF – TB
2-1
Finala:
KÍF – SÍ
3-2 (25-17, 25-21, 18-25, 13-25, 15-10)
1. deild kvinnur: Fleyr
Fleyr – SÍ
2-0
Fleyr – ÍF
2-0
Fleyr – KÍF
2-0
Fleyr – Mjølnir
2-1
Hjá fyrstu deild vóru bert fimm feløg við, og tí var bert
ein bólkur, har øll liðini spældu ímóti øllum.
2. deild kvinnur: KÍF b
KÍFb – KÍFa
2-0
KÍFb – Fleyr
2-1
KÍFb – SÍ
2-0
Hjá aðru deild vóru bert fýra lið, og tí var bert ein bólkur,
har øll liðini spældu ímóti øllum
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Her síggja vit Hjørdis Johannesen og Biritu Joensen
í sterka KÍF-blokkinum. KÍF vann kappingina hjá
meistaradeild kvinnum eftir eina sera spennandi
finalu, har tær máttu út í javnbrótara fyri at finna
ein vinnara. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar hjá
KÍF leika seg í steypafinaluna
»Sonur mín kann ikki spæla fótbólt næsta árið«
Vaclav Cech, pápi at Petr Cech