týsdagur 17. oktober 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 200 - 17. oktober 2006 ]
alistunum funnir
avgerandi síðsta dysti. Her
megnaðu kvinnurnar hjá
Fleyr at draga longra stráðið
og vunnu 2-1. Harvið høvdu
tær vunnið allar sínar dystir,
og so gjørdust tær vinnarar
av 1. deild hjá kvinnum
frammanfyri Mjølnir á øðr
um plássi.
KÍF í sína fyrstu
steypafinalu
Nógv vendir í dag upp, sum
fyrr vendi niður. Hetta er
meistaradeildin hjá kvinnum
gott dømi um. Næstsíðsta
kappingarár endaðu KÍF og
SÍ á ávíkavist fimta og sætta
plássi í besta kvinnudeildini,
og SÍ mátti út í ein upp- og
niðurflytingardyst ímóti
Fleyr fyri at varðveita lívið
í bestu deildini.
Nú er gongdin vend
fullkomiliga á høvdið, og
hetta var FK-kappingin í
vikuskiftinum gott dømi um.
KÍF var komið í bólk saman
við meistarunum úr Drátti og
SÍ. Í fyrsta dystinum vunnu
tær 2-1 sigur á SÍ eftir ein
javnan og spennandi dyst. Í
næsta dystinum ímóti Drátti
gekst meir strilti, men eftir at
hava tapt fyrsta settið, vunnu
kollfjarðakvinnur tvey tey
næstu, og so vóru tær komn
ar víðari úr innleiðandi bólk
inum saman við SÍ.
Í semifinaluni møttu tær
TB. Aftur hesaferð máttu trý
sett til, áðrenn dysturin var
avgjørdur, og enn einaferð
vann KÍF 2-1. Í hinari
semifinaluni møttust SÍ
og Mjølnir, og her vann SÍ
sannførandi sigur.
Sostatt møttust KÍF og SÍ
í finaluni í FK-kappingini,
og hetta gjørdist ein sannur
gysari. Byrjanin legði annars
ikki upp til, at dysturin skuldi
blíva serliga spennandi. Her
vóru kvinnurnar úr Kolla
firði snøgt sagt ov sterkar.
Tær vunnu tvey tey fyrstu
settini trygt 25-17 og 25-
21. Men so vendi dysturin
fullkomiliga. Í triðja og fjórða
setti hólvaðu sørvágskvinnur
KÍF av. Settúrslitini vóru 18-
25, 13-25.
Nú var lagt upp til ein av
gerandi javnbrótara í kvinnu
finaluna, og her gjørdist KÍF
tað sterkara liðið. Tær vunnu
15-10, og sostatt hava tær á
fyrsta sinni nakrantíð leikt
seg í steypafinaluna hjá
kvinnum.
Mjølnir vann hjá
monnunum
Hjá monnunum gjørdist
Mjølnir vinnari eftir eina
spennandi kapping. Í innleið
andi bólkinum vóru teir
komnir í bólk saman við
SÍ og Fram, og teir fingu
eina góða byrjan uppá kapp
ingina. Í fyrsta dystinum
vunnu teir 2-1 á SÍ, men
í næsta dystinum gekst
minni væl. Her blivu teir
meir ella minni hólvaðir av
ímóti Fram, og sostatt máttu
menninir hjá Mjølnir taka
til takkar við øðrum plássi
í bólkinum.
Í semifinaluni møttu teir
ÍF, sum vann hin bólkin,
men nú var annað lag á
klaksvíkingum. Teir vunnu
tryggan 2-0 sigur á ÍF,
og so bíðaði Fram aftur í
finaluna.
Hesin dysturin byrjaði
javnt, og í fyrsta settinum
vann Mjølnir 26-24. Í øðr
um setti vann Fram tryggan
25-19 sigur, og so var aftur
púra javnt. Men so høvdu
menninir hjá Mjølnir fingið
nokk, og teir vunnu tvey
tey síðstu settini 25-22 og
25-20. Harvið vunnu teir
FK-kappingini, og vera teir
tí eisini partur av steypa
finaluni um miðjan februar
mánað.
Næstu steypafinalistarnir
vera funnir í Mjølnir-kapp
ingini, sum verður í Klaks
vík í januar mánað næsta
ár, so tá hava øll hini liðini
møguleika at leika seg í
steypafinaluna ímóti antin
KÍF ella Mjølnir.
Vinnarar menn:
Meistaradeild menn: Mjølnir
Innleiðandi bólkur:
Mjølnir – SÍ
2-1
Mjølnir – Fram
0-2
Semifinala:
Mjølnir – ÍF
2-0
Finala:
Mjølnir – Fram
3-1 (26-24, 19-25, 25-22, 25-20)
1. deild menn: Fleyr
Fleyr – Mjølnir
2-1
Hjá 1. deild meldaðu tvey lið avboð, og tí møttu bara
Fleyr og Mjølnir, og kappingin bleiv sostatt avgjørd í
einum dysti
2. deild menn: Fleyr a
Fleyr a – Fleyr b
2-0
Fleyr a – Mjølnir
2-0
Fleyr a – ÍF b
2-1
Fleyr a – ÍF a
2-1
Hjá fyrstu deild vóru bert fimm feløg við, og tí var bert
ein bólkur, har øll liðini spældu ímóti øllum.
KÍF vann kappingina hjá
kvinnunum. Leikararnir eru:
Standandi: Nina Brockie, Jákup
Fjallsbak, hjálparvenjari, Angilie
Johannesen, Hjørdis Johannesen,
Guðrið Syderbø, Sóley Poulsen,
Birita Joensen og Kristian Mikkelsen,
venjari. Húkandi: Maiken
Sigmundsdóttir, Sólrun Petersen, Ella
Joensen og Rannvá Dam
Mjølnir vann kappingina hjá monnunum.
Leikararnir eru: Standandi: Hjalti
Josefsen, Torvald Danielsen, Vladimir
Vasilev, Bogi H. Isaksen, Eyðstein
Elttør, Bárður Venned. Húkandi: Leif
á Stongunum, Jón Syderbø, Gunnar
Jørgensen og Hanni Niclasen
Føroyskur venjari í Skjold
Sanoyingurin Frankie Jensen er blivin venjari í danska
felagnum Skjold. Hann venur 2. lið í felagnum, sum spælir
í Danmarksseriuni. 1. lið hjá Skjold spælir í 2. deild, sum
er beint omanfyri Danmarksseriuna. Frankie Jensen hevur
í fleiri ár verið venjari í ÍF Føroyum. Í ár hevur hann
vant føroyska útisetaliðið saman við Julian Hansen, men
Frankie skal fram til næsta summar venja næstbesta liðið
hjá Skjold. Frankie Jensen fer í januar undir at taka A-
venjaraútbúgvingina hjá DBU, og tað skal hann gera saman
við onkrum venjarum úr 1. deild og úr superliguni.
Wenger stúrir fyri
málmonnunum
Chelsea-málmaðurin Petr Cech fekk um vikuskiftið kraniubrot og
kann ikki spæla næsta mánaðirnar. Hetta hendi eftir ein samanstoyt
við ein útispælara. Nú tekur Arsenal-venjarin Arsene Wenger til
orðanna ímóti harða spælinum, og hann heldur, at tað er bert ein
spurnignur um tíð, áðrenn ein málmaður letur lív, verður ikki
okkurt gjørt fyri at verja teir betur. Eisini málmaðurin hjá Arsenal,
týskarin Jens Lehmann, stúrir fyri gongdini.
– Í ár hava tað verið fýra hendingar, har málmenn hava fingið
stóran skaða. Tað er ikki av tilvild. Allir fingið stórar skaðar av
klossutum taklingum, sigur Lehmann.