Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 200 - 17. oktober 2006 ] Alt fólkið tøkt B36-Skála Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Skála hevur allar sínar spæl­ ararnar tøkar til dystin ímóti nýkosnu steypavinnarunum í kvøld Leygardagin vann B36 steypafinaluna í fótbólti, og í kvøld skulu teir manna seg upp til dyst í Formuladeildini, sum hevur fingið minni at siga, eftir at liðið hevur tryggjað sær gull og europeiska luttøku. Men B36 hevur framvegis bronsumerkini at stríðast fyri. Mikkjal Thomassen og Obi eru báðir tøkir aftur eftir leikbann í steypafinaluni. Skála hevur alt sítt fólk tøkt til dystin. Pauli G. Hansen noyddist at gevast í landsdystinum ímóti Fraklandi orsaka av skaða, men hann verður væntandi førur fyri at spæla við ímótu B36. Tað verða eisini allir hinir spælararnir í Skála- hópinum. Grannadystur í Klaksvík KÍ-GÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍ hevur framvegis ein kjans at vinna heiðurs­merki í ár, meðan GÍ hevur lítið uttan heiðurin at spæla fyri KÍ og GÍ spæla í Klaks­ vík í kvøld. Dysturin mill­ um grannarnar hevur ikki sama týdning hesaferð, sum hann hevur havt áður. GÍ hevur so at siga einki eftir at spæla um, meðan KÍ skal royna at taka bronsuplássið frá B36. Sámal Joensen, sum hevur verið sera drúgvur á miðvøllinum hjá GÍ í ár, verður ikki við í Klaksvík. Hann er skaddur í knænum og spælir ikki við í seinastu tveimum dystunum. KÍ hevur verið við í enda­brestinum í steypa­ kappingini, men mátti lúta fyri B36 í finaluni. Nú skulu spælaranir fóta sær eftir stóra vónbrotið, og allir spælararnir hjá KÍ eru tøkir í kvøld Cech úti í eitt ár Chelsea-málmaðurin Petr Cech fekk skallabrot í dysti leygardagin, og hann varð um vikuskiftið lagdur undir skurð. - Sonur mín kann ikki spæla fótbólt næsta árið. Tað var ikki fyrr enn eg fekk hesi boð, at eg skilti, hvussu álvarsom støðan hjá honum er, sigur pápin, Vaclav Cech, við The Times. Petr Cech varð raktur í høvdið av knænum hjá Reading- spælaranum Stephen Hunt og mátti í skundi flytast á sjúkrahús. Seinni var hann skurðviðgjørdur, og nú er ein langur steðgur frá fótbólti fyri framman. Markovic tvey ár á Skála Predrag Markovic, sum seinastu árini hevur vart málið hjá TB, skal spæla fyri Skála næstu tvey árini. Heimasíðan hjá Skála skrivar, at felagið nú um dagarnar gjørdi eina tvey ára avtalu við Markovic. - Tað er einki yvir at dylja, at Predrag er fram úr góður málverji. Hann hevur mangan roynst tvøramonnum stinnur, og nú vóna vit á Skála, at hann fer at roynast okkum líka stinnur, skrivar heimasíðan hjá Skála. Markovic skal loysa Vlada Filipovic av í málinum hjá Skála. Vlada hevur leikt við Skála seinastu tvey árini, men nú eru partarnir komnir ásamt um at fara hvør sín veg.  Sunnudagin 15. oktober skipaði Føroya Triathlon Felag fyri liðkapping í triathlon. Átta lið vóru við í kappingini hesaferð Triathlon Tíðindaskriv Triathlon er samansett av trimum greinum, nevniliga svimjing, súkkling og renn­ ing, og tí vóru tað trý fólk, ið mannaðu eitt lið. Tá kappast verður í lið- kapping verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilo­metrar og runnið 6 kilometrar. Føroya Triathlon Felag hevur fyrr skipað fyri slíkari kapping og undirtøkan hev­ ur verið rættiliga góð. Eisini í ár var undirtøkan góð, heili 8 lið vóru við í kappingini. Tað varð kappast millum millum kvinnulið, manslið og so var eisini møguligt at kappast við blandaðum liði. Tríggir úrmælingar Kappingin var í Havn, og svimjingin var í Svimji­ høllini í Gundadali, og síð­ ani varð súkklað og runnið í Havnini. Hóast hetta var ein lið­ kapp­ing, so vóru tað tó 3 úrmælingar, ið stungu seg framúr Í svimjingini var tað 14 ára gamli svimjarin Høgni Miné-Rasmussen, ið beinan vegin legði seg í oddin. Eisini var hann skjótastur at renna til súkklaran, og senda hann út á súkkluteinin. Í súkklingini vísti 16 ára gamli Torkil Weyhe, at tað ikki var av tilvild, at hann herfyri vann FM í tíðarsúkklina. Á súkklu­ teininum vant hann burtur úr øllun hinum súkklarunum, sum nú bara mugu siga: ”Hann er farin”. Tá farið var til renningina, løgdu nógvir rennarar út sum óløgir, men ikki ”The Old Grand Man” Óli Olsen, sum rann fyri liðið Grand Old Men. Hann helt seg báðu megin teir 4 min. tey fyrstu 5 umførini, og ikki fyrr enn á seinasta umfari setti hann ferð á, og kom á mál sum skjótasti rennarin. Kappingina hjá monnum vann liðið skulin.fo. Lið­ ið var mannað við Høgna Miné-Rasmussen, Sig­ mundi Olssonog Árna Gull­ borg Nielsen. Hjá blandaðum liðum vann Team B-T-R, sum var mannað við Bjørg Seloy, Torkil Veyhe og Rannvá Djurholm. Liðkapping í triathlon Luttakarar í triathlon-kappingini fyri lið, sum varð hildin um vikuskiftið. Fleiri av ungu monnunum hjá felagnum hava longu longt sáttmálan, og hartil tykjast spælarar sum Milan Culic og Marcyn Dawid verða á veg til felagið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í HB verður altíð sagt, at meddað verður ovarliga. Soleiðis var eisini í ár, hóast setningurin fyrst og fremst var at byggja bulin til eitt lið, sum komandi ár skal vera við til at seta sín dám á føroyska fótbóltstoppin. Enn stendur liðið eisini við møguleikanum fyri FM-gullinum fyri 2006, men hóast hetta ikki skuldi borið til, so er lítið at ivast í, at flestu av viðhaldsfólkunum er væl nøgd um silvurmerkini, sum spælararnir undir øll­ um umstøðum hava tryggj­ að sær. Og mest sum allur hópurin frá í ár heldur eisini fram. Seinast hava Emil Leifsson Nolsøe og Rasmus Nolsøe skrivað nýggjan sáttmála. Kulic Men tað tykist, sum ar­beiðir leiðslan í felagnum eisini við møguleikum fyri tilgongd. HB váttar nú, at Milan Kulic í 2007 fer at spæla við HB. Hann og felagið høvdu annars gjørt sáttmála fyri 2006, men tá arbeiðs- og uppihaldsloyvið skuldi útskrivast, vóru nøk­ ur formkrøv, ið ikki vóru uppfylt. Nú er tó greitt, at Milan verður á HB-miðvøllinum komandi kappingarár, og hann verður ikki einasta til­gongdin, skilst. Bárður Johanne­sen hevur vart HB-málið í fleiri enn 300 dystum, men hann hevur ikki boðað greitt frá, um hann heldur fram næsta kappingarár. Tað hevur í fleiri vikur ljóðað, at avloysarin er at finna hjá VB/Sumba, og tó at tað ikki verður váttað, so tykist tað vist, at Marcyn Dawid verður maðurin, sum skal loysa Bárð av, um hann ikki heldur fram. Álopsstyrk Og eisini frammi í álopinum skilst, at HB hevur leitað eftir styrki. Christian Høgni Jacobsen er uttan iva heitast føroyska álopsnavnið, og tað tykist, sum er stórur áhugi fyri honum. Ætlanin var, at hann skuldi fara til Danmarkar at spæla, men tað er ikki vist. Bæði havnarfeløgini og NSÍ vilja hava Christian Høgna at spæla fyri seg, um hann verður verandi í Føroyum. Men samstundis ljóðar, at hann skal av landinum at royndarvenja í næstum. Sjálvur vil runavíkingurin tó einki siga um sína fót­ bólts­framtíð. - Tað er ein spurningur, sum væntandi verður avklár­ aður ein av fyrstu døg­un­ um. Og eg havi ongar við­ merkingar til tær gitingar, sum eru at hoyra, sigur Christian Høgni Jacobsen. HB brynjar seg til næsta ár