týsdagur 17. oktober 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2006
35
lýsingar
Pedagogur/
stuðulsfólk
Søkt verður eftir 1 stuðulsfólki at arbeiða 35 tímar
til Barnagarðin á Gásamýri í Leirvík frá 1. november
ella skjótast gjørligt.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður primert at menna
barnið sosialt, málsligt og í ein vissan mun at
strukturera gerandisdagin.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við familjuna og
við starvsfólkini á stovninum.
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hóskandi
fakliga útbúgving ella royndir.
Stuðulin verður settur í barnagarðinum.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Eyðrit Gøthe á tlf. 743125.
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum
prógvum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi hósdagin 26. oktober 2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvík
Att.: Umsókn
Barnagarðurin á Gásamýru er normeraður til 32 børn. Stovnurin
hevur 2 stovur. Í Rókini eru 15 børn og í Fjøruni eru eisini 15 børn.
Stovnurin liggur mitt í bygdini við góðum møguleikum at nýta
náttúruna. Eisini er gott bussamband norður- og suðureftir.
Sjúkrarøktar
frøðingur
til Útistovu á Landssjúkrahúsinum
Eitt avloysarastarv, brøk 0,5, sum sjúkrarøktar
frøðingur er leyst at søkja til setan frá 1. november
2006 til og við 30. apríl 2007.
Útistova er ein starvsstova við ymiskum sergreinum
undir Skurðdeplinum, sum eru: Gynækologi/
Obstretik, Almen kirurgi, Urologi og Plastisk
skurðfrøði.
Aðrar funksjónir eru: forkanningar undan skurð
viðgerðum, eftirviðgerðir, eftirlit, sárviðgerð, sár
røkt, smærri skurðviðgerðir, aðrar kanningar og
ráðgeving.
Førleikakrøv
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan innan økið
• kliniskar royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt og
viðgerð
• góð samstarvsevnir
• kann arbeiða sjálvstøðugt
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja 304599
til Birtu Weihe, deildarleiðara í Útistovu, lokal 5400
ella til Nainu Túgvustein, virkandi leiðandi sjúkra
røktarfrøðing, lokal 5102, tpostur naina@lsh.fo
Lønar og setanartreytir sambært sáttmála
millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 30. oktobur 2006 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, avrit av
prógvum o.l., skl sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar og starvsfólkadeildin
FO100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Dagrøktari
til dagrøktina á Skála
Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja
15.11.2006.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal verða soleiðis innrættað, at
tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at
venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 586004.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
mikudagin 1. november 2006.
Dagrøktin á Skála
Bryggjan 2
480 Skála
n
-har
tað hendir